Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Latið nevndini 21.10.1999

Skjal B

 

ALTJÓÐA BARNALEGUR

Reg. Ch- 1004273

AN INDEPENDANT, NON-POLITICAL, VOLUNTEER ORGANISATION PROMOTING PEACE EDUCATION AND CROSS CULTURAL FRIENDSHIP

Tórshavn tann. 30. september 1999

Føroya Løgting
Fíggjarnevndin
Aarvegur
100 Tórshavn
Att.: Bjarni Djurholm, form.

 

Umsókn um løgtingsstuðul fyri árið 2000.

C. I. S. V., Altjóða Barnalegur takkar fyri stuðulin eftir §15 á løgtingsfíggjarlógini, kr. 20.000, sum er veittur felagnum fyri árið 1999. Hesin stuðul er eisini við til at tryggja virksemi felagsins og tað, at Altjóða Barnalega kann fyriskipast í Føroyum.

Í juli mánaði seinasta ár, var hildin Åltjóða Barnalega "Camp of Mabye 1998 " á Tvøroyri í 28 dagar, har 11 -ára gomul børn og leiðarir úr 12 ymiskum londum hittust. Luttakarnir vóru 78 í tali, umframt føroysku hjálparfólkini. Legan var væl fyriskipað, børnini og leiðarnir sóu eisini nógv av Suðuroynni, og luttakarnir vóru sera fegnir fyri vitjanina i Føroyum.

Upplýsast kann, at í 1999 luttóku aftur 20 føroysk 11-ára gomul børn á 5 legum. í útlondum saman við 1 leiðara fyri hvørjari legu.

Fyri at tryggja leiðarar í komandi árum, hevur felagið í ár sent 3 ungfólk til venjingar uttanlands.

C. I. S. V. hevur árliga fleiri ymisk tiltøk fyri at savna inn pening til felagið og til Altjóða Barnalegur, sum hildnar verða í Føroyum.

Víst kann verða á, at Løgtingsstuðulin verður nýttur til leguendarnál og til komandi Altjóða Barnalegu, sum hildin verður í Føroyum í juli mánaði ár 2001. Søkt verður tí um stuðul.

Um eitt ella annað er ógreitt, ella um spurningar eru, so vinarliga latið okkum frætta.

Vinarligar heilsanir

C. I. S. V. Føroyar
Altjóða Barnalegur
-110 Tórshavn
sign. Olaf á Stongunum, tilf. arb. 315160 - heima 314691