Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AS

 

 

 FÍGGJARMÁLASTÝ'RIÐ

8. desember 1999

NÝGGJ INNTØKUMETING OG METING AV RENTUSTUÐULI FYRI 2000

Omanfyri er greitt frá teimum høvuðskonti, har størst óvissa er um tær í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg 2000 viðmerktu inntøkumetingar. Tær ikki viðmerktu/nevndu høvuðskonti væntast stórt sæð óbroyttar í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000.

 

20.52.1.01. Vanligur landsskattur

Í løtuni, har skatturin er uppgjørdur fyri teir fyrstu 11 mánaðirnar, verður roknað við einari inntøku fyri 1999 uppá 975 mió. kr. Teir seinasta 4-5 mánaðarnar hava framskrivingarnar fyri 1999 ligið ógvuliga støðugt um 970 mió. kr., so vøksturin í skattainntøkum sær út til at verða steðgaður í hesum umfari.

Metingin í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000 er sett til 1.015 mió. kr. Við støði í omanfyri standandi væntandi vøkstri í skattainntøkunum, metir Fíggjarmálastýrið hesa meting ikki ov lága. Metingin er møguliga nakað bjartskygd í samband við ta seinastu menningina í fiskiskapinum og vánirnar fyri 2000. Menningin teir seinastu 5-6 mánaðirnar innan fiskiskapin (niðurgongd tætt við 15% í lønargjaldingum í mun til sama tíðarskeið síðsta ár) má, um hon heldur fram í 2000, væntast at síggjast í minni virksemi og minni lønarútgjaldingum í øðrum vinnugreinum. Hinvegin dregur tó, at fylgjan av gjørdum sáttmálum vil verða ein ávís hækking í teimum sáttmálaásettu lønunum í 2000. Øktu skattainntøkurnar av teimum sáttmálaásettu hækkingunum í 2000 verða tó javnaðar av einum møguligum falli í lønargjaldingunum uppá 10% innan fiskiskapin.

Við núverandi vónum til fiskiskapin í 2000 fer Fíggjarmálastýrið ikki at beina metingina uppá 1.015 mió. kr. uppeftir. Heldur vil Fíggjarmálastýrið javna metingina meira hinvegin. Nógv er tó tengt at menningini i fiskiskapinum, sum heldur ikki vit kunnu siga nakað vist um.

Viðmerkjast skal, at týdningurin fyri skattainntøkurnar í sambandi við eina møguliga tvungna pensiónsuppsparing við harav fylgjandi frádrátti ikki er tikin við í hesum sambandi.

20.52.1.07. Felagsskattur

Fíggjarmálastýrið heldur ikki, at orsøk er til at broyta mettu metingina uppá 130 mió. kr. í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg 2000.

Í metingini verður roknað við einum skattastiga fyri partafeløg uppá 27%.

Um skattastigin alment broytist til 20% næsta ár, fer inntøkan av felagsskatti tó at gerast tað minni, og metingin skal broytast til 96 mió. kr. Ein beinleiðis inntøkumissur fyri landskassan uppá 34 mió. kr.

20.52.2.01. Meirvirðisgjald

Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2000 verður sagt, at væntandi MVG-inntøka verður 690 mió. kr. í 1999. Tølini fyri seinastu mánaðirnar týða uppá, at inntøkan í 1999 nærri verður upp ímóti 715 mió. kr.

Fyri 2000 væntast tí ikki stórvegis hægri inntøka av MVG. Hetta kemst fyrst og fremst av, at menningin í fiskiskapinum og tað virksemið, ið herav stendst væntast at føra við sær minni vónir fyri 2000 og harvið ikki sum fyrr væntað, hækking í virksemi og keypshuga.

20.52.2.13. Brennioljugjald

Metingin fyri 2000 kann ikki væntast at halda, sæð út frá vónini til oljuprísirnar í 2000.

Núverandi útrokningarhátturin fyri brennuoljuavgjald, sum er lýstur í skrivi frá Fíggjarmálastýrinum til Fíggjarnevndina dagfest 24. november 1999, førir við sær, at skiftandi oljuprísir í ein vissan mun svarast aftur av avgjøldum, sum skifta hinvegin í ein vissan mun. Hetta førir eisini við sær skiftandi inntøkur í landskassan: tá oljuprísirnir fara upp, vilja inntøkur landskassans av brennioljuavgjaldi lækka – og øvugt tá oljuprísurin lækkar aftur.

Seinasta árið er brennioljuavgjaldið lækkað frá 1,04 kr. í februar til umleið 0,79 kr. pr. 6. desember. Miðalprísurin hevur ligið um 0,97 kr. í 1999.

Verður roknað við óbroyttari nýtslu næsta ár og eitt brennioljuavgjald uppá 0,80 kr. í miðal, verður inntøkan væntandi 63 mió. kr. Hetta eru 7 mió. kr. minni enn mett í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000.

20.52.2.19. Skrásetingargjald

Inntøkurnar frá skrásetingargjaldi hava verið minni enn væntað seinastu 4-5 mánaðirnar. Inntøkurnar frá skrásetingargjaldinum hava hvønn av hesum mánaðum ligið ca. 1 mió. kr. lægri enn roknað var við. Skrásetingargjaldið væntast sostatt at geva 4-5 mió. kr. minni í 1999 enn roknað var við miðjan september.

Fíggjarmálastýrið væntar, havandi í huga, at vónirnar til tann minkandi búskaparliga vøksturin og at ein stórur partur av akførunum er útskiftur tey seinastu árinini, at tann sama myndin fer at vísa seg í 2000. Fíggjarmálastýrið væntar sostatt, at skrásetingargjaldið í 2000 hægst vil geva 65 mió. kr. av sær.

3.22.4.01. Stuðul til rentuútreiðslur

Í mun til metingina gjørda í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2000 er neyðugt at hækka metingina úr 105 mió. kr upp í 111 mió. kr. fyri at taka hædd fyri nýligari rentuhækking. Landskassans partur av hesi hækking verður 33/48 partar, svarandi til 4.125 tús. kr.