Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AQ

Karolina Petersen
Fugloyarvegur 8
Tórshavn

Tórshavn 5. nov. 1999

Fíggjarnevndin
Føroya Løgting
Tórshavn

Í løgtinginum hevur seinastu tíðina verið umrøtt, hvussu neyðugt tað er, at nakað verður gjørt fyri útijaðarøkini, so har kann gerast meira liviligt, td. við at útvega fólkinum har smáídnað oa.

Sum ein, sum í nógv ár hevur staðið fyri júst einum slíkum tiltakið fyri bygdafólk, stovninum Alv, vil eg siga frá, at samsvar er ikki ímíllum tað, sum sagt verður í løgtinginum og tað, sum framt verður av tí almenna.

Alv hevur í 43 ár selt heimaframleiddar vørur frá brekaðum fólki og gomlum og hevur havt avgreiðslu í Havn í 34 ár. Vøran hevur verið seld til heil- og smásølur og í egnari sølubúð. Alv hevur havt innsavnaðan pening at líta á, so fólk hava kunnað fingið pening í hondina, hóast vøran ikki er seld fyrrenn seinni.

Avgreiðslan fekk frá byrjan studning frá løgtinginum. Hann hevur seinastu 20 árini verið 340-360.000 kr.

Fyri tveimum árum síðani søkti Alv um at fáa studningin hækkaðan frá 340.000 kr. til 900.000 kr., so Alv kundi læra nýggj fólk upp. Sølan var minkað, tí nógv vóru hildin uppat at arbeiða vegna aldur og brek. Tað stendur ikki á at selja vøruna, bert hon er til. Í 1988 seldi Alv fyri 1 milj. kr. og betalti 600.000 kr. út fyri heimaframleidda vøru.

Løgtingið samtykti fyri jól í 1997, at Alv skuldi fáa umsøkta stuðul uppá 900.000 kr.

Men eftir jól fekk Alv bræv frá Landsstýrinum við einum leigusáttmála, har Alv varð biðið um at skriva undir uppá, at Alv skuldi leiga sína avgreiðslu til Alkmannastovuna til ein serstovn í Havn. Undirforstaðið var, at studningurin til Alv somuleiðis skuldi fara til henda serstovn.

Eg mátti gera vart við, at tað kundi Alv ikki, tí Alv er stovnur fyri alt landið. Av uml. 110-115, sum lata vøru inn, eru uml. 100 av bygd og 10-15 úr Havn.

Tá Alv ikki vildi lata hølini til Almannastovuna, fekk Alv ikki tær 900.000 kr., sum løgtingið hevði samtykt, at Alv skuldi fáa. Alv kundi heldur ikki fáa at vita ígjøgnum ári, um Alv fór at fáa nakað av studninginum ella ikki og fekk ongan pening fyrrenn eftir nýggjár 1999 og tá bert 340.000 kr.

Alv slapp tí ikki í gongd við tað, sum Alv hevði ætlað: at læra fólk at fremleiða lutir til a t selja og harvið gera tey før fyri at vinna nakað aftrat pensiónini.

Tildømis vórðu silvurlutir við føroyskum eyðkenni, av brekaðum føroyingum eitt ári framleiddir og seldir í Alv fyri 230.000 kr. Í  1998 varð bert framleitt fyri 4.000 kr. av silvurlutum, tí bert ein maður er eftir í Alv, sum dugur at fremleiða teir. Slíkir lutir eru til sølu í SMS, men teir eru framleiddir í Danmark og sendir her upp at selja.

Løgtingið var við til at stovnað Alv. Í Vanlukkutryggingarráðnum, sum stovnaði Alv, vóru tríggir limir av fimm, umboð fyri løgtingið.

Eg havi frá byrjan verið leiðari av stovninum. Nú eg eri farin frá fyri aldur, vil eg vóna, at løgtingið ber so í bandi, at stovnurin framvegis kann vera til gagns fyri brekað og eldri fólk úr øllum Føroyum.

Alv skal hava nýggja nevnd nú men hon er ikki komin at virka og eingin er settur í mítt stað sum leiðari av Alv.

Alv stendur í fíggjarlógaruppskotinum til at fáa 340.000 kr. í stuðuli  í komandi ári. Um Alv ikki kann fáa meira enn tað, veit eg, at nýggja nevndin fær ikki nóg nógv at arbeiða við. 240.000 í dag hava ikki sama gagnsvirði sum 360.000 kr. fyri 20 árum síðani.

Tí vil eg heita á fíggjarnevndia um, at Alv kann fáa ta upphædd í ár 2000, 900.000 kr., sum fíggjarnevndin í 1997 samtykti, at Alv skuldi fáa í 1998, men sum Alv ongantíð fekk

Við hávirðing
Karolina Petersen
fyrrv. leiðari
fyri Alv.