Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AP

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag
Faroe Employers’ Association

 

Løgtingsskrivstovan Tórshavn 26. november 1999
Postboks 208
Att.: Fíggjarnevndin

110 Tórshavn26. november 1999
Okkara tilv.: JM/L2/LGTIN001.DOC
Our ref.
Tykkara tilv.:
Your ref.

 

Viðv. stuðuli til vinnuna

Í brævi frá fíggjarnevnd løgtingsins hin 19. november verður Vinnuhúsið biðið um viðmerkingar til nakrar játtanir á fíggjarlógini fyri 2000, ið m.a. umhandla stuðul til vinnuna. Við ørðum orðum verða feløgini í Vinnuhúsinum sostatt biðin um at lýsa sína støðu viðvíkjandi stuðli til vinnuna.

Fyri gott einum árið síðani setti Vinnumálastýrið ein arbeiðsbólk við tí endamáli at orða ein vinnupolitik, og í apríl í ár var vinnupolitikkurin lagdur fyri tingið til aðalorðaskiftið. Tingmenn tóku sum heild undir við hesum vinnupolitikki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fekk vinnupolitikkin til ummælis. Eftir at vinnugreinafeløgini í húsinum vóru hoyrd, boðaði Arbeiðsgevarafelagið Vinnumálastýrinum frá, at felagið tók fult undir við meginreglum í vinnupolitikkinum og tí vinnupolitisku kós, sum hesin setur.

Tá tað kemur til stuðul, staðfestur nevnda vinnupolittiska stevna m.a.:

"Ætlanin er, í avmarkaðan mun, at skipa fyri og nýta vinnuframaskipanir, soleiðis sum hesar eru kendar úr okkara grannalondum, serliga tær skipanir, ið ikki hava innbygdan rakstrar- ella íløgustuðul. Dentur verður lagdur á, at vinnan skal mennast at verða kappingarfør og lívfør uttan stuðul."

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ofta gjørt vart við, at vit eru ímóti, at kappingaravlagandi stuðul verður veittur vinnuni. Vit eru av tí sannføring, at vinnan skal standa á egnum beinum, og at hetta er besta trygd fyri vøkstri og framburði. Og tí samsvarar vinnupolitikur landsins við okkara sjónarmið. Hetta merkir tó ikki, at ongar stuðulsskipanir skulu vera galdandi, men at tann stuðul sum verður latin skal verða í trá við tær ætlanir sum eru lagdar í vinnupolitikki landsins, nevnuliga at stuðul kann latast til skipanir sum m.a. snúgva seg um útbúgving, gransking, marknaðarføring og ráðgeving.

Vit eru fullvæl greiðir yvir, at enn finnast skipanir, ið ikki eru í trá við umrødda vinnupolitik – bæði undir §5 og §6 á løgtingsins fíggjarlóg. Málið má verða, at hesar verða endurskoðaðar, men hetta kann tó ikki at henda frá degi til dags. Vinnan ynskir støðugar karmar og hetta má eisini havast fyri eygað, tá skipanir verða broyttar ella avtiknar.

Vit halda tí ikki at tað er rætt at viðgera broytingar í umrøddu skipanum við stuttum skotbráið í samband við fíggjarlógina fyri komandi ár. Hetta eru arbeiði, ið avvarandi landsstýrismenn eiga at seta í verk, og broytingar ella avtøka av skipanum má gerast við eini rímiligari freist, so vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til. Feløgini í Vinnuhúsinum eru altíð fús til at luttaka í endurskoðan av teimum skipanum, ið eru galdandi fyri tær vinnur, sum vit vara av.

Um Fíggjarnevndin vil umrøða hetta nærri, koma umboð fyri feløgini fegin á fund.

Vegna:

Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Ráfiskakeyparafelag
Føroya Havbúnaðarfelag
Føroya Handverksmeistarafelag
Føroya Ídnaðarfelag
Føroya Keypmannafelag

Vinarliga
Vilhelm M. Johannesen,
formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag