Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AO

Undirvísingar- og mentamálastýrið
Landsstýrismaðurin

Løgtingsins Fíggjarnevnd
100 Tórshavn

Dagfesting: 7. desember 1999
Tygara ref.:
Skrátal:
Máltal:

Áheitan á Fíggjarnevndina um at hækka játtanina til Føroya Brandskúla

Á sjósíðuni verða sett altjóða krøv innan trygd og eldsløkking sambært STCW-konvensjónini til bæði úbúgving og eftirútbúgving av sjófólki. Føroya Brandskúli og Trygdarmiðstøðin bjóða í dag hesar útbúgvingar, soleiðis at Føroya Brandskúli veitir grundleggjandi og víðkaðar útbúgvingar innan eldsløkking, meðan Trygdarmiðstøðin veitir útbúgving innan bjarging og komandi ár eisini grundleggjandi eldsløkking. Hetta merkir, at hesir báðir stovnar supplera hvønn annan, serliga tá tað snýr seg um útbúgving til næmingarnar á sjómansskúlunum og Maskinmeistaraskúlanum og fyri tey, sum skulu taka víðkaða trygdarskeiðið (manningin á handilsskipum).

Arbeitt verður við at gera tilbúgvingarætlan fyri alt landið. Hetta arbeiðið er skundað av, at ein av fyritreytunum fyri at kunna møta eini komandi oljuvinnu er, at vit hava eina tílíka tilbúgving, sum staðfest er í viðmerkingunum til kolvetnislógina. Ein góðkendur brandskúli er ein avgerandi liður í at útbúgva fólk í sambandi við tilbúgvingina, so sum sløkkiliðsmanningar og bjargingarmanningar.

Stórt samanfall (uml. 80 %) er millum útbúgvingarkrøvini til bjarging og eldsløkking hjá sløkkiliðsmanningum, bjargingarmanningum, sjófólkum og frálandamanningum, og tí er ikki ráðiligt, at landið ber so í bandi, at fleiri brandskúlar eru. Ein felags góðkendur brandskúli, sum myndugleikarnir varða av, kann virka fyri menning á tilbúgvingarliga økinum, samstundis sum hann veitir frálæru til sjófólk og onnur.

Føroya Brandskúli við Áir hevur uppbygt grundleggjandi umstøður og førleika til at ganga bæði nútíðar og framtíðar krøvum á møti. Um skúlin skal halda fram sum altjóða góðkent útbúgvingarstað er tó neyðugt at fáa til vegar útgerð til sløkking av gasseldi, sum er kravd sambært STCW-konvensjónini, og at seta ein instruktør afturat teimum báðum, sum eru har frammanundan. Um útgerðin ikki verður dagførd og ein instruktørur ikki verður settur, er skúlin ikki førur fyri at útskriva prógv til næmingarnar á sjómansskúlunum og Maskinmeistaraskúlanum og er stórur vandi fyri at virksemi á skúlanum dettur niðurfyri eisini tá hugsað verður um framtíðar krøvini til útbúgving innan tilbúgvingina.

Málið hevur verið umrøtt á landstýrisfundi 6. desember 1999 og eru landsstýrismenninir í undirvísingar- og mentamálum, vinnumálum og fiskivinnumálum samdir um, at heita á fíggjarnevndina at hækka árliga stuðulin til Føroya Brandskúla til kr. 500.000. Eisini verður heitt á fíggjarnevndina at játtað kr. 600.000 á fíggjarlógini ár 2000 til keyp og uppsetan av gassanleggi. Hjálagt er fylgiskjal (Rættingar til FL 2000 – Skjal 6, 7.23.3.25. Føroya Brandskúli), har omanfyri nevnda er sett inn í tekstin og sundurgreinað ætlan. 

Signar á Brúnni
landsstýrismaður

 

 

Undirvísingar- og mentamálastýrið
Rættingar til FL 2000 - skjal 6

7.23.3.25. Føroya brandskúli

Skúlin skipar fyri skeiðum í brandsløkking og roykkaving fyri sjófólki samsvarandi krøvum í STCW konventiónini. Umleið 500 sjófólk taka prógv um árið. Prógvið verður endurnýggjað fimta hvørt ár. Eisini verða skeið boðin øðrum bólkum, td. skeið í brandsløkking og roykkaving, ætlað brandmonnum á landi.

Ein ávís útbýgging er neyðug á Føroya Brandskúla fyri at lúka treytirnar fyri útbúgving av sjófólki innan eldsløkking. Talan er um at fáa til vega útgerð til sløkking av gasseldi, sum er kravd sambært STCW-konvensjónini. Fyri at kunna varðveita altjóða góðkenning sum útbúgvingarstað, er eisini neyðugt at seta í minsta lagi ein instruktør afturat teimum báðum, sum eru har frammanundan. Roknað verður harumframt við einari lækking av inntøkunum í ár 2000 í mun til 1999 orsakað av, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík fer at fyriskipa grundskeið í eldsløkking sum partur av trygdarskeiðnum fyri fiskimenn.

Gassanleggi verður mett at kosta kr. 600.000. Árligi rakstrarstuðulin verður hækkaður til kr. 500.000.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

R

J

F

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

190

190

150

1.100

500

500

Inntøkur

36

         

01. Føroya brandskúli

           
             

Útreiðslur

190

190

150

1.100

500

500

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

-

-

150

-

-

-

54. Stuðul til annað virksemi

190

190

-

1.100

500

500

             
Inntøkur            
63. vanligar flytiinntøkur

36

-

-

-

-

-

 

-

-

-

-

-

-