Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AN

FØROYA* SPARIKASSI

Stjórnarskrivstovan
Tinghósvegur 14 - Postboks 34- FO-1 10 Tórshavn
Telefon 314800 - Telefax 319948Telex: 28 31 18
Svift Code: SPAK FO TF -Tpost: spak@post.olivant.fo

Løgtingsskrivstovan
Att.: Fíggjarnevndin
Erling Jalsgøta 6
FO-100 Tórshavn

Tórshavn, 25. november 1999
Journal nr. :
Okkara ref MJ/BO
Tykkara ref BD

 

Viðv. fundi millum Føroya Sparikassa og Figgjarnevndina, 5. november 1999

Sum avtalað senda vit tykkum eitt samansjóðað yvirlit yvir høvuðspunktini ið vóru umrødd á fundi millum Fíggjarnevndina og stjórn Føroya Sparikassa.

Rentugongdin:
Sum kunnugt eru stuttu renturnar hækkaðar í EURO-londunum, og avleitt av hesum eisini í Danmark. Rentuhækkingarnar hava tó ikki verið so stórar, at Sparikassin hevur hækkað renturnar. Tað kann tó ikki útilokast, at renturnar koma at hækka eitt sindur, men úitlit eru ikki til munandi rentuhækkingar.

Sparikassin hevur eftirfylgjandi avgjørt, at hækka renturnar við einum ½ prosenti, samsvarandi hækkingunum i donsku rentunum.

Sethúsaprísir:
Føroya Sparikassi útflýggjaði eitt yvirlit yvir gongdina í miðal sethúsaprísunum. Prísirnir eru hækkaðir sløk 17% seinasta árið fyi landið sum heild. Størsta hækkingin hevur verið á størru plássunum, meðan hækkingin hevur verið minst á smærru bygdunum. Miðalprísurin í Tórshavn er komin upp á 1.065 tús. kr. Prísirnir eru kortini ikki komnir upp á støðið frá seinast í áttati árunum, so Sparikassin metir ikki, at prísstøðið sum so gevur ábendingar um yvirupphiting av búskapinum. Talið av nýbygdum húsum liggur um 100, og tað er undir 1/4 av árligu byggingini í áttati árunum.

Íløgustuðul:
Sparikassin metir ikki, at trupulleikarnir við endurnýgging av fiskiskipaflotanum eiga at loysast við stuðuli. Um vinnan ikki er ment at endurnýggja seg í eini tíð har prísirnir seta met og fiskiskapurin er rímuliga góður, er trupult at siggja, hvussu kemur at síggja út tá prísir og fiskiskapur ikki eru til vildar. Eisini virkar stuðulin ímóti málsetninginum hjá Landsstýrinum, at minka um veiðutrýstið. Nýggj skip fara helst at hava. størri veiðuorku, og skulu tey koma í staðin fyri eldri og minni rationel skip, fer tað at elva til stórt trýst at geva stuðul til hesi skip, sum tá koma at standa seg enn verri i kappingini. Tað er vert at sláa fast, at trupulleikin ikki er væntandi kapitalur, men tvørrandi rentabilitetur, og hann loysir seg ikki við stuðuli - heldur tvørtur ímóti.

Eftirlønarskipan, partabrævamarknaður v.m.:
Landstýrið hevur eftir hvat skilst ætlanir um eina tvungna eftirlønarskipan. Føroya Sparikassi hevur vanliga havt nógv innistandandi upp á uppsøgn. Í mongum førum virkar hendan sum uppsparing til ellisár, uttan at talan er um nakra formaliseraða eftirlønarskipan við skattalætta. Ein nýggj tvungin eftirlønarskipan kemur í stóran mun í kapping við innlán upp á uppsøgn, sum tískil mugu væntast at minka. Tað er tí umráðandi fyri Sparikassans virksemi, at skipanin verður gjørd soleiðis, at Sparikassin eisini kann luttaka í kappingini um eftirlønaruppsparingina - tvs. at luta- og kapitaleftirlønir í peningastovnunum eisini vera góðkend sum eftirlønaruppsparing eftir tvungna leistinum.

Annars metir Sparikassin, at avleiðingarnar av eini tílíkari eftirlønarskipan fyri møguleikarnar at fáa íIøgukapital eiga at vera kannaðar. Tað er væl kent, at ein tvungin eftirlønarskipan minkar um "fríu uppsparingina". Hetta minkar um møguleikan hjá smáspararum at seta pening í virksemi, tað verið seg egna fyritøku ella í partabrøv annars. Tey ið umsita eftirlønaruppsparing hava vanliga størsta áhugan í at seta fæið í lánsbrøv og viðurkend partabrøv, og ikki í smærri einkultmannsfyritøkur ella nýbyrjaðar fyritøkur. Tiskil verður torførari hjá hesum at fáa eginpening til vega.

Ein føroyskur partabrævamarknaður, kann lætta nakað um møguleikarnar at fáa váðafúsan kapital. Skal føroyska eftirlønaruppsparingin vera verandi í Føroyum, er neyðugt at møguleikar eru til staðar at seta uppsparingina í føroyska vinnulivið, eitt nú á einum skipaðum partabrævamarknaði.

Men ein partabrævamarknaður loysir neyvan omanfyrinevnda trupulleika við smærri nýstovnaðum virkjum, tí eisini ein partabrævamarknaður setur krøv til fyritøkurnar ið vera skrásettar. Men hann kann vera við til at broyta hugburðin til váðafúsan kapital, og harvið lætta um hjá smærri fyritøkum, uttan at teimum nýtist at vera skrásettar á einum partabrævamarknaði.

Føroya Sparikassi ætlar sær at vera við til at stuðla undir at ein føroyskur partabrævamarknaður verður settur á stovn og kemur at virka.

Útlánsvirksemi Føroya Sparikassa
Samlaða útlán Sparikassan øktist við sløkum 10% fyrstu 10 mánaðirnar av 1999. Størst hevur vøksturin verið í útlánum til vinnulív, ið netto eru økt við sløkum 200 mió. kr., meðan útlánið til privat er økt við sløkum 50 mió. kr. Nýútlánið til privat er tó munandi størri, tí her er ein størri afturgjalding í krónum enn i vinnulivslánunum.

Vinarliga

Marner Jacobsen, forstjóri 

Bjarni Olsen, stjóri