Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AM

Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark

Vesterbrogade 17 A
DK-1620 København V
tlf. 33 23 99 80
fax. 33 23 92 34
E-mail: fo.raadgivning@get2net.dk

15. novembur 1999

Trivnaðarnevnd Løgtingsins
Att: Páll á Reynatúgvu, formaður
Føroya Løgting
Tinghúsvegur
100 Tórshavn

Viðvíkjandi játtanini til Ráðgevingina fyri Føroyingar í Danmark í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri ár 2000. 

Vit hava lagt til merkis, at í fyriliggjandi uppskoti til Løgtingsfíggjarlóg fyri ár 2000, verður skotið upp, at Ráðgevingini ikki verða játtaðir fleiri pengar komandi ár enn tað, sum Ráðgevingin hevur fingið tvey tey seinastu árini.

Ráðgevingin hevur í innsendu upplýsingunum til fíggjarlógina greitt Almanna- og heilsumálastýrinum frá, at tað ikki ber til at reka stovnin á núverandi støði komandi ár fyri hesa upphædd.

Arbeiðsuppgávurnar hjá stovninum eru óbroyttar og arbeiðsbyrðan er framvegis so mikið stór, at vit ikki halda tað verða ráðiligt at skerja tímatalið hjá starvsfólkunum, um vit skulu megna at røkja uppgávurnar á forsvarligan hátt.

Rakstrarútreiðslurnar komandi ár verða 105.000 kr. hægri enn játtanin í ár, men tá er eisini vert at leggja til merkis, at hetta er aftaná tvey fíggjarár, har játtanin ikki hevur svara til rakstrarútreiðslurnar. Vøksturin í útreiðslunum hevur í grundini bara komin av sáttmálabundnum hækkingum í lønum og viðbótum. Aðrir postar eru so gott sum allir hildnir status quo, og eru skornir inn á bein fyri fleiri árum síðani. Vit eru sannførd um, at stovnurin verður rikin á einum sera lágum kostnaðarstøði, og tað er stutt sagt ikki møguligt at skerja rakstrarpostarnar.

Skulu vit fíggarliga kunna svara hvørjum sítt, verður neyðugt, at vit skerja starvstímatalið hjá starvsfólkum okkara. Vit hava í dag tveir parttíðarsettar sosialráðgevar. Hesar arbeiða ávikavist 32 og 30 tímar um vikuna á Ráðgevingarstovuni í Føroyahúsinum og á Hotel Tórshavn, har arbeiðstíðin verður brúkt til teir føroyingar, sum eru niðri í sjúkraørindum, og avvarðandi teirra. At skerja starvstímatalið setir stovnin í eina fullkomuliga óhaldbara støðu, fyrst og fremst av hesum orsøkum:

    1. Stovnurin klárar ikki at taka sær av teimum núverandi uppgávunum
    2. Skerjing í tímatalinum hevur við sær, at starvsfólkini koma at arbeiða hálva tíð, og sum arbeiðsmarknaðurin er í løtuni, er sera ivasamt um vit kunnu halda upp á núverandi starvsfólk við áralongum royndum, um vit ikki kunna bjóða annarleiðis arbeiðsviðurskifti.
    3. Royndir og vitan, sum er upparbeidd gjøgnum mong ár, er í vanda fyri at fara fyri skeyti.

Vit fara tí at heita á Trivnaðarnevndina um at gjøgnumganga málið enn einaferð, so bøtast kann um hetta áðrenn uppskotið verður gjøgnumført. 

Við hávirðing 

Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark 

Tormóður Stórá, nevndarformaður