Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AL

 

Løgtingsins figgjarnevnd
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn
Klaksvík, tann 12. november 1999

 

Umsókn um játtan til uppvenjing hjá Spastikarum v.m. í Føroyum

Spastikarafelagið hevur í fleiri ár í tøttum samstarvi við rørðslubólkin hjá MBF arbeitt við at betra um uppvenjingarmøguleikarnar hjá Spastikarum v.m. í Føroyum.

Felagið hevur áhaldandi gjørt politisku myndugleikarnar vart við trupulleikan, tí tað at vera spastikari er ógvuliga kompliserað, og krevur serstaka venjing - tað er ikki nógmikið við vanligari fysioterapi. Hetta ásannað flestu fysioterapeutar eisini.

Felagið hevði í april mánaða vitjan av Lillemor Jernquist frá Craighalbert Hall Centre í Scotlandi, eftir at 2 foreldraumboð høvdu vent sær til Almanna- og Heilsumálastýrið, sum spurdi, um ikki eitt felag stóð aftanfyri tey, Almanna- og Heilsumálastýrið fíggjaði í fyrsta umfari viðgerð til 2 børn, og seinni hava tey fíggjað 1 afturat - íalt eru 3 bøm í viðgerð í Scotlandi, sum bert viðgerð spastisk børn í aldrinum 0-7 ár.

Á vitjanini staðfesti Lillemor Jernquist, at bert 3 børn eru egnaði til viðgerðina í Scotlandi!!
Hon mælti tí til samstarv við Move&Walk fyri eldri børn og vaksin - avrit av frágreiðing hennara hjálagt, merkt, skjal I.

Sum felag, umboðandi umleið 170 limir, kunnu vit ikki bert arbeiða fyri ein so 1ítlan bólk, og tá vit fingu tilboð um samstarv við Move&Walk, sum eisini viðgerð spastikarar - umftamt fleiri onnur rørðslubrek, so sum vøddasvinn, sclererose, parkinson, heilaskadd, osv. í øllum aldursbólkum, eru vit sannførd um, at hetta er ein gongd leið.

Vit hava sæð "dokumentarfilmir", sum prógvað, hvussu góð viðgerðin er - eitt nú slepst ofta undan skurðviðgerðum, sum eru rættuliga dýrar, og ikki minst verður eisini spart nógv innan hjálpitólaøkið - . Her kundu vit kanska nevnt, at 300 koyristólsbrúkarar eru í Føroyum, ein koyristólur kostar ikki niðanfyri kr. 100.000, er okkum fortalt. Fleiri av hesum kundu uppá longri sigt verið spardir.

Í april 1999 hevði felagið saman við NMF og fakfólkum fund við Helenu Dam á Neystabø, Landsstýriskvinnu í Almanna- og Heilsumálum. Felagið gjørdi vart við hendan stóra trupulleika, og vísti eisini á tilboðið frá Move&Walk um samstarv.

Niðurstøðan av hesum fundi gjørdist, at ein arbeiðsbólkur varð settur, sum skuldi arbeiða skjótt!!

Urnframt, at Helena Dam á Neystabø segði við Spastikarafelagið, at í sambandi við tilboðið frá

Move&Walk, so máttu vit seta okkum saman aftur, eftir at umboð frá Move&Walk høvdu verið her. 

Umboð frá Move&Walk vóru á Hvítusunnu heima í Føroyum - 30 spastikarar og børn við vøddasvinn vórðu kannaði, av hesurn vóru 29 egnaði til Move&Walk venjing. Harumframt høvdu tey fyrilestur á Verkstaðnum Vón á Argjum - Landsstýriskvinnan í AHS varð boðin við, hon møtti ikki, og gav heldur ikki avboð - avrit av skrivi til Helenu, merkt skjal 2.

Hesi 29 fingu tilboð um at koma til Svøríkis til intensiva venjing í tiðarskeiðnum september-november 1999, og sendu vit tí fyrst í juni skrivliga umsókn til Almanna- og Heilsumálastýrið, umframt yvirlit yvir allar persónarnar, og kostnaðarmeting fyri hesa venjing - avrit av umsóknini hjálagt, merkt skjal 3. - í sama skrivi varð Landsstýriskvinnan í AHS biðin um at koma á fund við felagið tann 09.07.99 - vit fingu einki svar, og hon møtti ikki á fundi.

Urnboð frá Move&Walk sendu eisini skriv til Helenu Dam á Neystabø - avrit hjálagt merkt skjal 4.

Hvørki vit ella Move&Walk í Svøríki fingu nakað skrivligt svar - vit royndu at ringja og spyrja, men til fánýtis.

Uppá fyrispurning um, hví vit ikki fingu skrivligt svar, fingu vit í telefonsamrøðu frá skrivaranum hjá Helenu at vita, at skrivið ikki kundi sendast, tí fyrisitingarleiðarin skuldi skrivað undir, og tá hon var í feriu, bar ikki til at senda skrivið út!!

Felagið helt áfram, at stríðast, og loksins bar til at fáa ein fund í lag 31.08.99, og varð hesin fundur úti í AHS tann 31.08.99, har nevndin fyri Spastikarafelagið, umboð fyri MBF og Helena Dam á Neystabø og Høgni Joensen, aðalstjóri luttóku.

Einastu boð, landsstýriskvinnan hevði at geva, var, at hon vildi bíða eftir niðurstøðuni frá arbeiðsbólkinum. Hetta vistu umboð okkara í arbeiðsbólkinum, sum eisini vóru á fundinum, einki um - tey høvdu ikki so frætt sum fingið ein arbeiðssetning at arbeiða eftir.

Felagið vísti á, at landsstýriskvinnan í 5'aranum í Útvarpi Føroya hevði boðað frá, at um yvirlækni metti, at viðgerð er eins góð/betur, enn eitt nú á Rikissjúkrahúsinum, so vildi hon fylgja hesum tilmæli. Hóast tilmæli frá bæði Pál Weihe, læknastjóra og Oddmar Færø, yvirlækna, so eru hesi tilmæli heldur ikki fylgd!! - avrit hjáløgd, merkt skjal 5 og 6.

Tá vit framvegis einki skrivligt svar fingu, kravdu vit skrivligt svar, og fingu hetta - avrit av rykkjara, frá okkum og svarskrivi frá AHS, merkt skjal 7 og 8.

Nakað av orðadrátti hevur verið millum felagið og AHS um hetta mál í fjølmiðlunum, og er so tað komið burturúr, at arbeiðsbólkurin hevur havt sín fyrsta fund, har niðurstøðan gjørdist, at tørvurin skuldi kannast, (hóast hon longur hevur fingið eina tørvsmeting av 30 spastikarum) áðrenn næsta fund. Samstundis verður sagt, at arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við arbeiði 01.12.1999!!

Smb. limir í arbeiðsbólkinum er eingin nýggjur fundur avtalaður enn, spurnarbløð, sum skuldu sendast MBF at fylla út, sum 1ýsa tørvin, eru enn, ikki móttikin í MBF. Umboð í arbeiðsbólkinum hava eisini ásannað, at hetta arbeiðið kemur at taka drúgva tíð - møguliga nógvar mánaðar. Sum ein av teimum tók til: "Hvis man vil, at intet skal ske, sætter man ned en komité ".

Nógvir arbeiðsbólkar eru settir av AHS, men hvør er liðugur við sítt arbeiði, og hvussu nógv kosta hesir bólkar ikki landskassanum??

Seinasta áheitan til Landsstýriskvinnuna í AHS varð loksins send í farnu viku. Hendan áheitan gekk út uppá eitt nýtt tilboð, sum er komið úr Svøríki.

Hetta tilboðið gongur út uppá, at 2 fakfólk koma til Føroya í tvær vikur, og venja 2 tímar dagliga við spastikarum og vøddasvinnsbørnum, íalt 20 timar intensiv venjing hjá hvørjum einstøkum. Vant verður í 3 bólkum, og mæla tey í hesum sambandi til, at 2 føroysk fakfólk luttaka á venjingini, fyri at fáa útbúgving innan hetta økið, umframt teoretiska útbúgving 3 tímar. Føroysku fakfólkini halda áfram við venjingini heima, inntil umboð frá Move&Walk koma heimaftur eitt vikuskifti í komandi ári og geva nýggjar vegleiðingar. Ætlanin er at koma heim í viku 48 og 49 í ár, men tá eingin fígging av hesi viðgerð er komin í rætt lag enn, hava vit biðið tey útsett hesa vitjan til møguliga fyrst í komandi ári - hetta verður kannað í løtuni.

AHS hevur givið avslag uppá hetta tilboð - avrit hjálagt, merkt skjal 9.

Kostnaður av hesum tiltaki er:

22 persónar á kr. 22.000

484.000 kr.

Vegleiðing frá M&W eitt vikuskifti um árið

-35.000 kr

Íalt

519.000 kr.

Kostnaðurin fyri fakfólkini er 6 fólk á 20.000 = kr. 120.000, og er hesin prísur ikki við í teimum kr. 484.000. Spurningurin er so, um landsins myndugleikar eiga at fíggjað fyri fakfólkini, men í øllum førum er hetta ein góð og varandi íløga fyri samfelagið, sum kann koma mongum rørðslutarnaðum at gagni. Fakfólkini verða ymsastaðni frá í landinum, soleiðis at økisterapi/økisvenjingin elsini verður dekkað.

Kostnaður, um vit skuldu til Svørikis at vant í 4 vikur, sum upprunaliga ætlað:

12 persónar á kr. 30.000

360.000 kr.

 
17 persónar á kr. 25.000

425.000 kr.

785.000 kr.

Ferðaútreiðslur:    
Uml. 50 f61k á kr. 10.000 aftur og fram  

500.000 kr.

ialt  

1.285.000 kr.

Afturat hesum tilboði koma so útreiðslur til mista arbeiðsinntøku fyri umleið 50 fólk í 4 vikur. Tað er nokk so ringt hjá okkum at gera eina nágreiniliga útrokning yvir mistar inntøkur, tí hetta verður individuelt frá persóni til persón, alt eftir, hvørjum starvi, tey eru í.

Men vit loyva okkum tó at koma við eini meting, sum svarar til nøkunlunda miðalarbeiðsinntøku, sum liggur umleið kr. 14.000 - skattaprocent uml. 35%.

Tá goldið verður fyri mista arbeiðsinntøku, verður nettoupphæddin útgoldin frá Almannastovuni, sum í hesum føri er uml. 9.000 (kr. 14.000 - skattin, ca. 5.000).

Hetta er í øllum førum ikki ov høgt mett, tí mong liggja omanfyri hesa inntøku um mánaðin.

Endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku i 1 mánaða (4 vikur) til 50 persónar verður sostatt 50X9.000 = 450.000

Um vit taka av tilboðnum um at fáa tey heim, so verður talið helst bert 1/4 av hesi upphædd, havandi í huga, at foreldrini her hava møguleika at skiftast um at vera við, tí til ber at koma aftur og fram dagliga, umframt at tað bert verður vant í 2 vikur.

Munur á fyrsta tilboðnum og hesurn er í krónum og oyrum á leið hesar upphæddir:

Venjing í Svøríki  

1.285.000 kr.

Mist arbeiðsinntøka  

450.000 kr.

   

1.735.000 kr.

Venjing her heima

519.000 kr.

 
Mist arbeiðsinntøka 1/4av 450.000

112.500 kr.

631.500 kr.

Spardur peningur fyri landskassan  

1.103.500 kr.

Politikarar hava í áravís rópt upp um, at viðurskiftini hjá rørðsiutarnaðum mugu. betrast - serliga uppundir væl, enntá løgmaður tók hetta uppá mál í ólavsøkurøðuni 1999. Enn hava vit einki merkt til hetta. Tey rørðslutarnaðu hava, enn ikki, hóast fleiri áheitanir, fingið so mikið, sum sambýlið á stovn. Vit hava verið tolin í alt ov mong ár, men nú kunnu vit ikki tiga meiri, tað hava staðist alt ov nógvir sorgarleikir av manglandi uppvenjingum hjá spastikarum v.m.

Vit heita tí inniliga á Løgtingsins fíggjarnevnd um at ganga hesi umsókn á møti soleiðis, at peningur - umleið kr. 519.000 - verður játtaður til uppvenjingar av spastikarum.

Um tit hava spurningar, kunnu tit ringja tlf 457377 - lokal 117 millum 08.30-16.30, eftir arbeibstíð 455837. Heima havi eg e-post adressu: mjuk@post.olivant.fo

Vegna Spastikarafelagið
Jóhanna Johannessen, næstforkvinna
Undir Klakki 11
FO-700 Klaksvík