Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AK

Sumbiar Kommuna
FO-970 Sumba
Telefon 370344/Fax 370114

dato 26. novembur 1999
Journ.nr
Bedes anfØrt í svarskrivelser

Føroya Løgting
Figgjarnevndin
100 Tórshavn
Att: Bjarni Djurholm, figgjarnevndarformaður.

 

Viðvíkjandi bakkaverju í Sumba.

Undirritaði heitti við skrivið, dagfest 13. august 1999, á Landsstýrismanin í Vinnumálum, um at seta pening av á figgjarætlaninni fyri ár 2000 til bakkaverju í Sumba. Avrita av brævinum hjálagt.

Vinnumálastýrið boðaði frá við brævið, dagfest 9. novembur 1999, at peningur ikki var settur av á figgjarætlaninni. Avrit av brævinum hjálagt.

Sumbiar Kommuna kann als ikki góðtaka hetta, og verður tí heitt á tygum/fíggjarnevndina um at seta nakað av peningi av á fíggjarætlaninni fyri ár 2000, so vit kunnu byrja uppá bakkaverjuna.

Tá hugt verður at fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 sæst beinan vegin, at bert heilt lítil partur av íløgukarminum, verður veittur til Suðuroynna, so tað ger onki, um nakrar krónur verða settar av til bakkaverju í Sumba.

Vinarliga
Jacob Vestergaard
bygdaráðsformaður

Avrit til: Flemming Mikkelsen, løgtingsmann,
Hergeir Nielsen, løgtingsmann, og
Hendrik Old, løgtingsmann.

Sumbiar Kommuna
FO-970 Sumba
Telefon 370344/Fax 370144

dato 13. august 1999
Journ-nr
Bedes anfØrt í svarskrivelser

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum
Vinnumálastýrið
Tinganes
100 Tórshavn

Viðvíkjandi bakkaverju í Sumba.

Sumbiar Kommuna vil hervið heita á landsstýrismannin, um at seta pening av á figgjarætlaninni fyri ár 2000, tíl ger av bakkaverju í Sumba.

Tað er ein sannroynd, at tað ógvusliga briymið, sum er í Sumba um veturin, máar meir og meir burtur av bakkanum í Sumba, og er tað tí alneyðugt at gera bakkaverju framvið bakkanum, fyri at verja bygdina móti at fara í havið.

Matrikulstovan hevur í summar mátað upp, hvussu nógv er máa burtur av bakkanum, síðan Sumba bleiv matrikullerað, og vísir hjálagda kort (ikki teldutøkt), at støðan skjótt verður rættuliga hættuslig.

Landsverkfrøðingurin v/Jákup Enni arbeiðir við at gera. kostnaðarmetan og uppskot um, hvussu bakkaverjan kann gerast. Tað er tó greitt, at ein bakkaverja verður so kostnaðarmikil, at Sumbiar Kommuna, einsamøll, ongan møguleika hevur at fara undir at gera hana.

Hóast vit halda, at ger av slíkari bakkaverju, er ein landsuppgáva, hevði tað verið møguligt hjá Sumbiar Kommunu at rinda ein part, t.v.s. 25%, sum áður hevur verið galdandi viðv. havnaútbyggingum.

Vit meta. tó ikki, at tann gamla skipanin var nøktandi, tí kommunurnar fingu ikki pening útgoldnan fyrrenn arbeiðið var liðugt, og máttu tí sjálvar figgja arbeiði, og fór ein stórur partur av "studninginum" til rentur v.m.

Vónandi er vilji til staða til at seta pening av á fíggjarætlaninni. Havandi í huga tað lítla virksemi, sum er her í økinum, er neyvan nakar trupuleiki at fáa Løgtingi at játta pening.

Landsverkfrøðingurin v/Jákup Enni vil senda uppskot og kostnaðarmeting.

Vinarliga
Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður.

VINNUMÁLASTÝRID SAMSKIFTISDEILDIN

Tórshavn, tann 09-11-99
J.Nr.: 1801-16199
(at lilskila i svari)
Viftjørt:
AE
Tygara skriv
13-98-99

Sumbiar Kommuna
970 Sumba

Víst verður til skriv frá kommununi, dagfest 13. august 1999, við umsókn um stuðul til bakkaverju í Sumba.

Umsóknin er viðgjørd í samband við fílggjarlógaruppskotið fyri ár 2000, men er peningur ikki settur av til endamálið.

Viðmerkjast skal, at samlaði íløgukarmur landsins fyri næsta ár er rættliga 1ítil. Innan havnaøkið hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt at raðfesta tær íIøgur, sum gerast skulu. í ferjulegunum í Skopun og Gomlurætt og atkomuviðurskiftunum í Hesti nú nýggj Sandoyarferja verður bygd.

L.v.
Atli Eiriksson
fulltrúi

TINGANES * POSTSMOGA 377 * 110 TÓRSHAVN
TELEFON 35 60 60 * TELEFAX 35 60 65 * E-MAIL: VMS@VMS.FO