Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AJ

 

LØGTINGIÐ - Fíggjarnevndin

______________________________________________________________

19. november 1999
j. nr. 7.01.990012
(at tilskila í svari)

Vinnuhúsið
R. C. Effersøesgøta 30
100 Tórshavn 

Vísandi til støðuna hjá Vinnuhúsinum til almennan stuðul til vinnuna, fer fíggjarnevndin hervið at biðja Vinnuhúsið um viðmerkingar til hesar upphæddir á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000, ið viðvíkja stuðli til vinnuna:

 

Mió.kr.

§ 5 Fiskivinna

73,00

§ 6 Vinnumál

44,90

§ 7 7.23.3.14. Studningur til lærupláss

6,39

Fíggjarnevndin biður um at fáa svar skjótast gjørligt.

N. v.

Bjarni Djurholm
fíggjarnevndarformaður