Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AI

 

LØGTINGIÐ - Formansskapurin

______________________________________________________________

23.11.1999
j. nr. 241-199900019
(at tilskila í svari)

Fíggjarnevndin
her.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000 eru á konto 1.10.10.02 Eftirløn og bíðiløn løgtingmanna settar kr. 720.000,-

Uppskotið er gjørt við støði í verandi tali av eftirløntum tingmonnum og einkjum eftir hesar og við galdandi eftirløn. Síðan eru eftirlønirnar hækkaðar við sama procenttali, sum lønirnar t.e. 3,25 % frá 1. mars í ár og aftur 3 % frá 1. mars næsta ár.
Meirútreiðslan av hesi orsøk verður kr. 46.000,- .

Harumframt verða umsitingini kunnugt tríggir fyrrverandi tingmenn 67 ár næsta ár og hava rætt til eftirløn frá ávikavist 1.juni, 1. juli og 1. november 2000. Mánaðarliga eftirlønin hjá hesum verður innan samskipanarfrádrátt ávikavist kr. 13.257,-, 11.048,- og 13.257,- ella samlað næsta ár kr. 224.000,-. Viðmerkjast skal, at lagt er ikki upp fyri møguligum samskipanarfrádrátti við tað, at skrivstovan enn ikki veit, um hesir fyrrverandi løgtingsmenn søkja um fólkapensjón, beint teir verða 67 ár. Harumframt er umsitingin vorðin varug við mistak, sum er framt seinasta ár, tá løgtingsmaður, sum ikki var afturvaldur við seinasta løgtingsval, hevði rætt til eftirløn frá 1. oktober 1998, men ikki hevur fingið hana. Hetta er fingið í rættlag, men verður eykakostnaðurin næsta ár kr. 35.000.

Formansskapurin fer við hesum at heita á fíggjarnevndina um at hækka nevndu konto við kr. 305.000,- til kr. 1.025.000,-.

F.v. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

LØGTINGIÐ - Formansskapurin

______________________________________________________________

23.11.1999
j. nr. 241-1999000110
(at tilskila í svari)

Fíggjarnevndin
her.

 

Eftir fund við floksformenninar á tingi hevur formansskapur Løgtingsins gjørt av, at farast skal ikki undir at byggja nýtt tinghús á hesum sinni.

Formansskapurin er tó samdur um, at tørvur er á at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá Løgtinginum.

Heitt verður tí á fíggjarnevndina um at lata játtanina uppá 8 mió.kr. (umframt meirvirðisgjald) verða standandi og annars gera hesar broytingar í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg:

1.10.1.10 Umbygging og umvæling av ognum tingsins
Løgtingið eigur húsið, har Føroya Tele heldur til, og ætlanin er at fara undir at umbyggja og umvæla húsið við tí endamáli at betra arbeiðsumstøður tingsins. Farið verður undir at innrætta skrivstovur til umstingina, fundarhøli o.a, sum hevur tilknýti til tingarbeiðið.

F. v. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

 

 

LØGTINGIÐ - Formansskapurin

______________________________________________________________

30.11.1999
j. nr. 241-1999000111
(at tilskila í svari)

Fíggjarnevndin
her.

Viðv. bíðiløn og eftirløn løgtingsmanna

Vísandi til skriv dagfest 23. november 1999, har heitt verður á fíggjarnevndina um at hækka játtanini til bíðiløn og eftirløn løgtingsmanna til kr. 1.025.000,-, verður sagt frá, at av ymsum orsøkum er nógmikið at hækka hana til kr. 870.000,-.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður