Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AH

 

Felagið sluppin TG 326 »Johanna«
FR-900 VÁGUR - POSTBOKS 45 - FØROYAR - TELEFON 73728

The smack TG 326 Johanna's Association
FR-900 VÁGUR - P.O. BOX 36 - FAROE ISLANDS - TELEPHONE 009-298-73728

Vágur, tann 23. nov. 99

Fíggjarnevnd. Løgtingsins

 

Viðv. skuld okkara til landskassan.

Felagið sluppin TG 326 "Johanna" hevði í umleið 5 ár avtalu við Føroya Landstýri, um at okkara skuld. til landskassan (sí viðl. skriv), skuldi verða "niðurfryst", til einaferð lóheimildir vórðu givnar til at viðgera skuldarspurningar. Henda avtalan varð uttan ávarðing sett úr gildi á sumri 99. Í farna 5-ára skeiði hava vit ikki hoyrt nakað frá landsins myndugleikum, ikki ein áminning ella nakað kontoavrit.

So f ingu vit skriv f rá sakførara um møguliga úttøku í fall skuldin ikki varð fingin av vegnum innan ávísa tíðarfreist.

Vit tóku tingingar upp við sakføraran. Somuleiðis luttók umboð fyri Føroya Gjaldstovu. Vit komu til eina fyribils loysn. Føroya Landsstýri fær dagført eitt tinglisið pant í sluppini Johannu. Samtíðis var heitt á okkum um at taka upp samband við avvarðandi myndugleika at fáa greiði á skuldarspurninginum yvirhøvur.

Felagið sluppin TG 326 "Johanna" megnar als ikki at afturgjalda hesa skuld til landskassan.

Vit hava nú í skjótt 12 ár eftir førimuni roynt at havt sluppina siglandi. Hetta hevur eydnast, meta vit. Men nú er raksturin vorðin ov tungur. Vit megna ikki at seta í verk øll tey viðlíkahaldsarbeiðir, ið teir serkønu hava álagt okkum, og sum hava bráðskund. Havandi í huga at sluppin nú hevur verið á floti og lutvíst í vinnu. øll hesi árini, var væntandi og eisini nú staðfest, at heldur stórar og ógvusligar ábøtur og annað viðlíkahaldsarbeiði var á veg ella rættari longu eru átrokandi. At so er, hava vit fingið váttan fyri frá Vágs Skipasmiðju. (sí skriv). Niðurstøðan má verða, at sluppin Johanna nú er við at vera heldur niðurslitin. Tí hesar ábøtur.

Somuleiðis hevur Skipaeftirlitið gjørt okkum varugan við, at krøvini framyvir fara at gerast alt meir víttfevnandi, og at vit til eina og hvørja tíð skulu lúka tey ásettu altjóða krøv, sum eru galdandi fyri slík skip (ferðavinnu) fyri at kunna fáa endurnýggja siglingsloyvið. Inntøkumøguleikar okkara verða soleiðis skerdir og kanska heilt burtur. Tann hugsjónarrørsla og tann mikli lutur av sjálvbodnari arbeiðsmegi, sum gjørdi tai møguligt, at sluppin Johanna aftur fór á flot, siglingsfør, og sýnd fram sum eitt virðiligt minni um farna tíð, er tíverri við at fjara burtur. Nú er nærum alt kostnaðarkrevjandi. Hetta, samtíðis sum tann fyrr so stóri áhugi fyri sluppini, er við at verða burtur, ger støðu okkara heldur dapra. Hóast døpru framtíarútlitini, eru vit tó fleiri, sum ætla at halda áfram, og vón okkara skal vera, at tað hóast alt fer at eydnast at varðveita hetta stásiliga fornminni á f jørðinum, til gagn og gleði fyri framtíðina. Ein av komandi døgunum verður sluppin løgd fyri teym. Har verður hon so liggjandi fyribils. Um ella tá ein glotti hómast við tí fíggjarliga, verður farið til verka við umvælingum og viðlíikahaldi. Í skrivum og samrøðum við ymiskar politikkarar yvir eitt longri tíðarskeið, hava vit fingið ta fatan, at nærum allir fegnir vilja og eru sinnaðir at veita felagnum tað neyðuga hjálp, men tørvandi lógarheimildir hava forða hesum. Vit. 1oyva okkum tí á henda hátt at heita á Fíggjarnevnd Løgtingsins um fíggjarliga hjálp ella stuðul. møguliga ein stuðul so lánið til landskassan kam fáast av vegnum.

Við vánaligu fíggjarstøðu og ivasomu fíggjarvónum okkara í huga síggja vit okkum noyddar at taka hetta stig.

Vinarliga, við vón um vælvild
v/ Felagið sluppin TG 326 "Johanna"

Viðlagt seinasta rokniskap (97), Skriv frá sakføra viðv. skuldini og tilboðsyvirlit frá Vágs Skipasmiðju.

Avrit av hesum skrivi sent til teir politisku flokkarnir og K. Hansen, fíggjarmálaráðharra.