Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AG

 

Klaksvík, 22.11.1999

Løgtingsins Fíggjarnevnd
Att: Marius Rein, Skrivari
Gamla Apotek
100 Tórshavn

Viðv. vitjan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Mikudagin 17. November 1999, vitjaði Løgtingsins Fíggjarnevnd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á fundinum heitti Bjarni Djurholm, formaður, á okkum, um at senda tilfar, ið varð umrøtt á fundinum.

Jona Nielsen, fyristøðukvinna og undirritaði, løgdu tilfar fram á fundinum.

Vikarierandi kir. yvirlækni, Henrik Grønborg, greiddi frá arbeiðnum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og gjørdi onkrar samanberingar við Ríkissjúkrahúsið, har hann starvast til dagligt.

Viðmerkingar til hjáløgdu skjøl:

Jona Nielsen vísti við lyklaorðum á gongdina á sjúkrahúsinum upp gjøgnum 60’ini, 70’ini, 80’ini og 90’ini og hvat sermerkti hesi tíðarskeið. Endamálið við hesum, var at útgreina søguligu samansetingina av virkseminum, at vísa á, at virksemið er økt og at virksemið, sum heild, er vorðið meira fjøltáttað sum árini eru liðin. Í hjálagda tilfari frá fyristøðukvinnuni, er eisini yvirlit yvir ymisk ynskir um útskiftingar og íløgur á deildunum. (samanheft tilfar – Klaksvíkar Sjúkrahús – Søguligt yvirlit).

Undirritaði vísti hagtøl fyri tilvildarlig ár frá somu tíðarskeiðum. Hesi vísa, at talið av innleggingum økist og at miðal liggitíðin lækkar. (skjal 1)

Roknskaparhagtøl fyri øll trý sjúkrahúsini fyri árini 1989 og 1997 vórðu víst. Hesi vísa, at KS í 1997 fekk líknandi játtan sum eftir niðurskurðin í 1990. Hini bæði sjúkrahúsini eru í 1997 við at koma aftur á somu játtan sum tey høvdu í 1989, árið fyri tann stóra niðurskurðin! (skjal 1)

Eisini vórðu víst hagtøl, ið vísa, at virksemið ikki er lækkað eftir niðurskurðin í 1990. Hetta merkir stutt sagt, at effektiviteturin er øktur! (skjal 2)

Fyri at vísa hvussu peningur til "sjúklinga-relateraðar" útreiðslur er varðveittur, vóru hagtøl framløgd fyri 1989 og 1998. Hesi vísa, at tað serliga er spart í lønarbólkinum og í umsiting av húsum v.m. Soleiðis hevur borið til at hildi virkseminum ígongd og enntá byrja nýggjar viðgerðir. (skjal 3)

Viðv. medico tekniskum tólum, fekk fíggjarnevndin at vita, at Torbein Rein, teknikari á Landssjúkrahúsinum, førir yvirlit fyri øll trý sjúkrahúsini. Yvirlitið vísur slag av tóli, merki, innkeypsár og nær ráðiligt er at skifta út!

Burtursæð frá hesum tólum, er tørvurin stórur. Í hjálagda hefti (søguligt yvirlit) er listi, ið vísur til neyðugar íløgur á deildunum. Fyri sjúkrahúsið sum heild, meta vit tað vera átroðkandi, at aðrar útskiftingar og nýíløgur verða framdar. Hesar eru:

Sjúkrabilar, edv-tól, edv-kervi, størri viðlíkahald av 3 sethúsum og útskiftan av taki á sjálvum sjúkrahúsinum. Kostnaðurin av hesum er umleið 4 mió. kr.

Vit loyva okkum eisini at viðleggja bóklingin Klaksvíkar Sjúkrahús 1999, ið inniheldur frágreiðingar frá øllum deildum sjúkrahúsins.

Vit takka fyri at fíggjarnevndin gjørdi túrin til Klaksvíkar og vóna at okkurt fer at spyrjast burturúr.

Vinarliga,

Heri Ellingsgaard
Umsjónarmaður

 

Klaksvíkar Sjúkrahús - søguligt yvirlit 

1960

Klaksvíkar Sjúkrahús

Lokalsjúkrahús 48 sengur
Upptøkuøkið: Norðuroyggjar + Norðureystursíðan av Eysturoy
Innleggingartal: 800 - 900 pr. ár
Ongin bíðilisti

1970 - 80

Byrjað við ortopædi.
Landsdekkandi funktión í hesi sergrein .
Kirurgiskt ambulatorium.
Fáa nakað av bíðilista.

1980 - 90

Beredskab verður útbygt.
Ortopædiin økist.
Byrjað at senda sjúklingar til Ríkissjúkrahúsið.
Jarðamøðurskipan inn á sjúkrahúsið.
Rannsóknarstovan útbygd.
Røktardeildin flytir út, Norðoya Røktarheim verður tikið í brúk.
Medicinsk deild.
Móttøku
Nýggja goymslu, servicerar aðrar stovnar í Norðoyggjum, so sum Vistarheimið - Røktarheimið - Heimarøkt - Serstovnar.
Nýggja skurðstovu.
Byrjað við arthroscopi + liðútskiftingum.
Fysiurgisk deild útbygd.
Bíðilistin økist (200 - 250)
Innleggingartalið veksur.
Umleið 14 - 1500 innleggingar pr. ár seinast í 80unum.

1990

Medicinsk deild útbygd, intensiv pláss v/viðrakning.
Deild A kirurgisk deild útbygd við viðrakning
Medicinsk ambulatorium.

Vaksandi innleggingartal eftir kreppuna.
Yvirlit yvir innl. í 90 hjálagt.
Tal av alloplastikkum (liðútskiftingum)

1998 45 herav vóru 3 úr Norðoyggjum og 42 uttanfyri Norðoyggjar
1999 55 herav vóru 6 úr Norðoyggjum og 49 uttanfyri Norðoyggjar

Meðalaldur á sjúklingum, ið fingu liðútskifting var í 1999 70 ár.
Bíðilistin var pr. 15.11.99 202 sjúklingar.
Vit móttaka umleið 20 nýggjar innleggingarseðlar pr. viku.

Tá vit hava fullan aktivitet, hava vit umleið 10 - 15 skurðviðgerðir um vikuna.

Konsulenttænasta á KS:
1980 - 90 Bandagistar - Oyrnalækni - Eygnalækni
1990 - 99 Urologur - Ráðgeving av Krabbameinssjúklingum

 

 

Innlagdir sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 

1993 1237
1995 1294
1996 1194
1997 1394
1998 1452
Higartil í ár: + 50 í mun til 1998

 

Tól og annað, ið K.S. hevur fyri neyðini komandi fíggjarár.

 (Okkurt av hesum kann møguliga bíða til ár 2001)
Ætlanin var at keypa nakað av hesum í 1999, men hevur tað ikki verið peningur til tess.

 

Deild A skurðdeild
Bekkenskolari 35.000
Vaskimaskina 12.000
Køliskáp 25.000
Slúsa til alloplastiksjúklingar 180.000
Nýggir koyristólar 100.000
Súrevni og súgv til allar stovur 140.000
Standilyft 25.000
Útsúgv í medicinrúmi 35.000

 

Deild M medicinsk deild
2 stk. monitorar til teleútgerð 100.000
Defibrilator við externum pacemakera 80.000
Propac til transport av sjúklingum 40.000
Cardiocap 80.000
Útsúgv l medicinrúmið 35.000
Istat kapilærmátari 100.000
24 tímar BT mátari 30.000
Pulsoksymetur til børn 22.000
Lyft 25.000
Koyristólur 20.000
Bekkenskolari 35.000

 

Skurðgongin
Uppvaskimaskina 70.000
Hitaskáp 15.000
Turkiskáp 17.000
Koplingsskipan 40.000
Endoscopi (rest) 200.000
Gipssag við súgv 70.000
Borimaskina 70.000
Nýggja A.O skipan 120.000
Minisag 50.000
Trepanatiónstól 40.000
El. koag. tól 45.000
Leguborð til skurðstovu 450.000
Optikkar til systoskop 80.000

 

Anæstesideildin
Uppvaskimaskina 40.000
Skifta koblingar 400.000
Súlur til koblingar 300.000
Anæstesitól 400.000

 

Røntgendeildin
E.D.V 30.000
Útskiftan av rtg. útgerð 5.000.000

-------

Neyðugt verður at skifta sengur á báðum songjardeildunum.
Mælt verður til, at vit brúka pr. ár næstu árini til hettar. 500.000

 

 

KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS

Nøkur hagtøl, sum í ein mun kunnu lýsa 60'ini, 70'ini, 80'ini og 90'ini:

1968

1975

1989

1998

Tal av innleggingum

916

1105

1429

1452

Herav Norðoyggjar /

Hinar oyggjarnar (%)

70,0 / 30,0

77,9 / 22,1

79,3 / 20,7

Miðal liggitíð

20,1

12

7,71

5,84

Seingjatal

48

48

36

36

Roknskapartøl 1989 og 1997 fyri øll trý sjúkrahúsini og niðurskurður í %:

LS

KS

SS

1989

252.354

45.790

28.857

1997

241.765

39.670

28.498

fall í %

4,20%

13,40%

1,20%

 

Samanbering av roknskapartølum 1989 og 1998:

1989

%

1998

%

Munur

Lønir

43.232.070,55

70,3

40.270.829,76

70,2

2.961.240,79

Innflutningsgjald

1.953.892,20

3,2

2.578.827,17

4,5

-624.934,97

Kostarhald

1.383.423,35

2,3

1.076.340,04

1,9

307.083,31

Ljós og hiti

1.446.084,93

2,4

1.409.735,28

2,5

36.349,65

Umsiting av húsum v.m.

2.626.017,83

4,3

1.311.362,75

2,3

1.314.655,08

Tryggingar

311.052,40

0,5

432.081,65

0,8

-121.029,25

***Rest

10.518.853,12

17,1

10.287.309,28

17,9

231.543,84

61.471.394,38

100,0

57.366.485,93

100,0

4.104.908,45

4,1 mió. kr. í lækkaðum útreiðslum, eru funnar í lønum og umsiting av húsum v.m. Í tíðarskeiðnum hava eisini verið lønarhækkingar.

*** Roknskaparuppstillingin er broytt og tað bert tí ikki so væl til at samanbera. Tað mesta av tí, ið eitur "rest", er sjúklingarelaterað.

T.d. heilivágur, nýtsluvørur, tól, flutningur av sjúklingum, hotel Tórshavn v.m.

 

Viðgerðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri árini 1994 til 1998
(1989 sett inn)

1989

1994

1995

1996

1997

1998

Innlagdir sjúklingar
Skurðviðgerðir

1.060

762

879

1.082

692

851

Burðartal

106

61

60

64

53

57

Røntgenkanningar

1.364

810

745

810

892

767

Rannsóknir

14.058

20.854

20.487

20.298

21.210

20.182

Fysiurgiskar viðgerðir

6.904

7.601

8.571

10.215

9.718

9.247

Liðútskiftingar

33

29

30

24

37

55

(alloplastikkir)

1989

1994

1995

1996

1997

1998

Ambulantir sjúklingar:
Skaðastovuviðgerðir

1.043

992

1.063

1.122

1.020

1.032

Eftirviðgerðir

1.648

1.226

1.323

1.239

501

1.148

Røntgenkanningar

2.457

1.737

1.696

1.873

2.087

1.929

Rannsóknir

11.718

21.142

22.072

20.224

24.033

31.738

Fysiurgiskar viðgerðir

8.476

14.849

12.886

10.998

13.690

14.128

* Øktar rannsóknir: Gøtudalur
** Øktar fys. Viðgerðir: Upptrening og Bechterew sjúklingar