Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AE

Undirvísingar- og Mentamálastýrið
INNANHÝSIS

Dagur: 16.11.1999
Skrátal: 02101
Máltal: 9900457/3/BW

Harra Signar á Brúnni, landsstýrismaður, verður biðin um at koma á fund í fíggjarnevndini týsdagin 16. november 1999, kl. 9.30 í samband við § 7 Útbúgving og gransking.

Spurningar, ið fíggjarnevndin vil hava nærri lýstar:

7.11.1.14. Viðlíkahald - Mentan (Rakstrarjáttan).
Lækkar úr 1,44 mió kr. í 1999 til 800.000 kr. í 2000.
Frágreiðing.

Konto’in svarar til tey viðlíkahaldsarbeiði, ætlanin er at gera í ár 2000. Henda konto fer ivaleyst at hækka aftur í ár 2001 og fylgjandi árini.

7.11.1.17. Viðlíkahald - Undirvísing (Rakstrarjáttan).
Hví er Tekniski skúlin í Tórshavn ikki tikin við í A. Høvuðsendamál?

Tórshavnar Kommuna eigur bygningarnar.

7.23.1.04. Stuðulsstovnurin (Rakstrarjáttan).
11. Lønir v.m. hækkar úr 972.000 kr. í 1999 til 1,847 mió. kr. í 2000,
talið av fulltíðarstørvum hækkar úr 5,3 í 1999 til 6,0 í 2000.
Frágreiðing.

Hetta skyldast, at tveir skrivstovunæmingar eru útlærdir og at stuðulsstovnurin fær ein 1/1 tíðarleiðara í mun til, at ein ¼ tíðarleiðari var áður. Eisini er útreiðslan til starvsfólk til altjóða skrivstovuna tikin við her.

Altjóðagerðin á útbúgvingarøkinum ger, at størri tørvur er á vitan um útbúgvingar, stuðulsmøguleikar og liviumstøður í øðrum londum, soleiðis at vit eru før fyri at geva lesandi nøktandi leiðbeining. Tørvur er eisini á øktum samskifti við útlendskar lærustovnar, og á at vit kunnu fylgja við í og umsita millumlanda avtalur og skipanir.

Soleiðis orðar útbúgvingarnevndin seg, tá tey lýsa tørvin á einari altjóða skrivstovu í Føroyum. Menningin innan útbúgvingarøkið og serliga altjóðagerðin hevur við sær, at tað her á landi verður sett ein skrivstova á stovn, sum burturav tekur sær av hesum uppgávum.

Endamálið hjá einari altjóða skrivstovu eigur fyrst og fremst at vera, at hon er savningarstað fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Tá ið skrivstovan er sett á stovn, og hevur savnað sær vitan og serkunnleika innan hetta øki, eigur skrivstovan harumframt at verða sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og verður savningarstað fyri vitan um útbúgving og gransking, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan eigur at hava ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og –ráðgeving, umsiting av millumlanda avtalum og skipanum, umframt samskipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar.

Uppgávurnar hjá einari altjóða skrivstovu eru at:

Tá ið løgtingsfíggjarlógin er samtykt, verður farið undir fyrireikingarnar av at seta á stovn skrivstovuna.

Høvuðsorsøkin til vøksturin í stuðlinum ár 2000 er, at í nýggju lógini frá 23. apríl 1999 hækkaðu fleiri stuðulsupphæddir munandi.

Í álitinum um nýggja útbúgvingarskipan frá desember 1997, verður kostnaðurin av broytingunum mettur til umleið 9 mió. kr. árliga.

Vøksturin stendst serliga av, at tey, ið eru 18 ár ella eldri fáa munandi størri upphæddir í stuðli. Hesi eru eisini uml. 80 % av samlaða næmingatalinum.

Eftir gomlu lógini fingu heimabúgvandi yvir 18 ár kr. 17.343 um árið, í dag fáa hesi kr. 22.000, ein vøkstur uppá 27%. Tey útibúgvandi fingu eftir gomlu lógini kr. 26.471, í dag fáa hesi kr. 33.000, ein vøkstur uppá 25%. Verður hetta umroknað til verulig tøl, sær myndin soleiðis út:

Heimabúgvandi > 18 ár

Útibúgvandi> 18 ár

Nýggj lóg

22.000,00

Nýggj lóg

33.000,00

Gomul lóg

17.343,00

Gomul lóg

26.471,00

Munur

4.657

Munur

6.529

Næmingar

720

Næmingar

900

Broyting

3.353.040

Broyting

5.876.100

Samlaði vøksturin til tey, ið eru 18 ára gomul ella eldri er uppá kr. 9.229.140.

Vøksturin í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri ár 2000, er av okkum mettur at verða 10,2 mill kr. t.v.s umleið 1,2 mill. hægri enn nevndin metti í 1997. Høvuðsorsøkin til henda mun er, at vit í stuðulsárinum 1999/2000 hava eina skiftisskipan fyri næmingar undir 18 ár. Tey fáa fram til skúlaárslok 1999/2000 tann gamla mánaðarliga stuðulin, sum fyrst tá verður avloystur av eini minni útreiðslukrevjandi skipan við bókastuðli, ferðastuðli og vistarhaldsstuðli. Í útrokningunum í álitinum, verður sjálvandi ikki roknað við mánaðarligum stuðli til tey, ið eru undir 18 ár, í eitt ½ ár.

7.23.1.07. Ymsar felagsútreiðslur (Rakstrarjáttan).
Hækkar úr 1,096 mió. kr. í 1999 til 1,884 mió. kr. í 2000.
11. Lønir v.m. hækka úr 819.000 kr. í 1999 til 1,35 mió. kr í 2000.
Einki starvsfólkayvirlit. Frágreiðing.

Trupult er at gera eitt starvsfólkayvirlit, tá ið ætlanin verður gjørd. Í fleiri førum ber ikki til frammanundan at siga neyvt, hvussu og av hvørjum uppgávan verður loyst. Tí vil eitt starvsfólkayvirlit verða misvísandi.

Av nýggjum tiltøkum kann nevnast: Oljuútbúgvingartiltøk, fyrisitingarforrit til skúlar og skúlaverkið og EBG (European Business Game)endakapping í Føroyum.

7.23.1.13. Skúlabókagerð (Rakstrarjáttan).
Frágreiðing um stuðul til privat forløg.

Í játtanini fyri 1999 eru kr. 451.000,- avsettar til løn til lærarar, sum skriva skúlabøkur og at fyrireika undirvísingarmiðlar. Ætlanin er at brúka part av játtanini í 2000 sum stuðul til forløg, men tá tað ikki ber til at siga, hvussu stórur hesin partur er, er alt sett upp sum løn.

7.23.2.01 Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan).
Fer fíggjarkarmurin at halda?

Hóast umbønir og frágreiðingar í sambandi við økt virksemi á fólkaskúlaøkinum við nýggjari løgtingslóg um fólkaskúlan umframt lønarvøkstur, so fekk landsstýrismaðurin ikki lagað fíggjarkarmin fyri ár 2000 til økta virksemið í nóg stóran mun, sum ætlað í fólkaskúlanum. Tí er fólkaskúlin noyddur at seta sítt virksemi hareftir.

Við teimum fortreytum sum liggja til grund fyri fíggjarætlanini, fer játtanin ætlandi at halda.

Frágreiðing um forskúlar, skúlavegleiðaraskipan og læraraeftirlønir.

Forskúlar:
Sambært § 4, stk. 2 í løgtingslógini um fólkaskúlan, so kann kommunum verða loyvt at seta 1 árs forskúlaflokk/-ar á stovn eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin setur. Álit er skrivað um forskúlaflokkaskipan, men enn eru gjøllari reglur um forskúlaflokk/-flokkar ikk gjørdar. Forskúlaflokkar eru einans í Sankta Frans Skúla, sum hevur havt forskúlaflokk frá teirri tíðini, hann var privatskúli, og forskúlaflokkarnir í nevnda skúla hava hildið fram sum privatskúli, hóast Sankta Frans Skúli nú er kommunuskúli.

Avgjørt er, at eingin nýggjur forskúlaflokkur verður settur á stovn, fyrr enn gjørdar eru gjøllari reglur um forskúlaflokk/-ar. Í løtuni verður í landsstýrinum røtt um í hvønn mun hetta eigur at verða eitt komunalt mál burturav ella ikki.

Skúlavegleiðaraskipan:
Av tí at samráðingar millum Lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum og Føroya Lærarafelag um tímaniðurskurð fyri skúlavegleiðarauppgávur í fólkaskúlanum ikki eru loknar á økinum, er ilt at siga um útreiðslurnar til endamálið, men skúlavegleiðarar eru lidnir við sína útbúgving, og farið kann verða undir skúlavegleiðaraskipanina í august ár 2000. Meðan Lønardeildin hevur roknað við einari upphædd, ið svarar til uml. kr. 600.000,- um árið, hevur Føroya Lærarafelag kravt eina upphædd, ið svarar til uml. kr. 1.000.000,-.

Læraraeftirlønir:
Lærarar verða ikki settir longur sum tænastumenn. Hetta var broytt 1. august 1998, so fyri lærar, settir eftir henda dag, rindar arbeiðsgevarin eftirlønargjaldið, 13,75%.

7.23.2.02. Sernámsdepilin (Rakstrarjáttan).

Serlig frágreiðing verður handað nevndini.

7.23.2.03 Stuðul til fólkaskúlar.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at ætlanin er at seta á stovn  eftirskúla í Føroyum. Er nøkur játtan til endamálið?

Sum er, er eingin serlig játtan til endamálið, annað enn tann upphædd, sum hevur verið nýtt til hetta endamál í Danmark (Norrøni eftirskúlin í Hygum).

Annars er nevnd sett at gera lógaruppskot um eftirskúlar og, hvussu teir skulu stovnsetast.

7.23.3.01 Studentaskúlar og hf-skeið (Rakstrarjáttan).
Í viðmerkingunum verður greitt frá lógargrundarlagnum undir greinini.
Hetta er gjørt sum heild í øllum viðmerkingum. Hví verður einki upplýst um   hvørjar broytingar eru gjørdar í mun til verandi fíggjarár?

Viðmerkingarnar eru bert ætlaðar at virka sum kunning um, hvørja lóg viðkomandi skúli virkar undir. Mett verður, at tað ikki er rætt at lýsa allar lógarbroytingar her.

20. Eysturoyar Studentakskúli og HF-skeið, lønarparturin lækkar, 22.
Klaksvíkar HF-skeið, lønarparturin hækkar. Frágreiðing.

Tað eru broytingar, ið stava frá einum nýggjum flokki í Klaksvík. Lærararnir flyta ímillum og eru lønarútreiðslurnar tí í ein vissan mun fluttar úr Eysturoy til Klaksvíkar. Lærararnir eru settir í Eysturoynni, men arbeiða í báðum støðum.

Eindarkostnaðurin verður roknaður sum (beinleiðis løn/ tal av næmingum). Viðurskifti so sum tal av næmingum í hvørjum flokki og lønarstøði hjá lærarunum slær sostatt út í eindarkostnaðinum.

Rættast hevði verið eisini at rokna kostnað pr. næming á hvørjum skúla. Útreiðslur so sum rakstrarútreiðlsur og ikki floksbýtt virksemi er torført at býta út á tær ymisku útbúgvingarnar.

7.23.3.14. Studningur til lærupláss (Lógarbundin játtan).
Sundurgreiðað ætlan:
53. Stuðul til vinnu í 1999 er sett til 6.00. Frágreiðing.

Sambært viðmerking í fíggjarlógini fyri 1999:

Viðmerkingar: Lærlingatilgongdin er í menning, skúlagongdin verður sum oftast longd, hvørja ferð útbúgvingarnar verða dagførdar. Lærlingalønirnar eru farnar upp pr. 1. apríl 1998. Størsta økingin kemur tó av, at løgtingið við lóg nr. 25 frá 6. mars 1998 ásetti, at lønarendurgjaldið til lærupláss frá 1. januar 1998 er hækkað úr 75% til 100% av minstulønini hjá handverkslærlingum. Hesi viðurskifti gera, at neyðugt verður at leggja upp fyri, so lógarfestu skyldur landskassans mótvegis læruplássunum kunnu haldast.
"6.00" eigur at verða "6.000"

7.23.3.25. Føroya brandskúli
Frágreiðing um viðurskifti skúlans.

Føroya Brandskúli hevur søkt um kr. 600.000 í stuðul til keyp av gassanleggi og kr. 300.000 til setan av einum instruktøri afturat. Eisini hevur Føroya Brandskúli gjørt vart við, at inntøkugrundarlagið hjá skúlanum lækkar komandi ár, tí Trygdarmiðstøðin framyvir ikki ætlar at lata sjómenninar, sum taka trygdarskeið í Klaksvík, taka eldsløkkingarpartin á Føroya Brandskúla. Í fíggjarkarminum hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum fyri ár 2000 er ikki rúm fyri at hækka stuðulin.

Arbeiðsbólkur við umboðum úr Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, Fiskimálastýrinum og Vinnumálastýrinum er settur at gera tilmæli um, hvussu útbúgving og eftirútbúgving við atliti at eldsløkking best kann fremjast. Viðurskiftini hjá Føroya Brandskúla verða eisini viðgjørd í hesum sambandi, og verður arbeiðsbólkurin liðugur við arbeiði sítt fyrst í desember.

7.23.6.01. Føroya sjómansskúli (Rakstrarjáttan).
Frágreiðing um eindarkostnaðin og munin í eindarkostnaðinum millum Føroya
sjómansskúla og Klaksvíkar sjómansskúla.

Munurin á eindarkostnaðinum fyri heimaskiparar er kr. 4.200 og orsøkin er, at tað eru hægri tímasatsir fyri lærarar í Tórshavn.

7.23.6.07. Maskinmeistaraskúlin (Rakstrarjáttan).
Frágreiðing um starvsfólkayvirlitið, í 1999 er talið onnur starvsfólk 20,í 2000 14,9.

Talið fyri 2000 er fulltíðarstørv, meðan talið fyri 1999 er tal av starvsfólkum.

7.23.6.11. Almanna- og heilsuskúli Føroya (Rakstrarjáttan).

Í samband við at uppskotið til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar var lagt fram í februar í ár, var eisini ein kostnaðarmeting gjørd fyri skúlan, har roknað var við, at skúlin kostaði kr.1.825.000,- at reka, íroknað mvg. Uttan mvg verður tað til kr. 1.750.000,-

7.23.6.13. Læraraskúlin (Rakstrarjáttan).
Í samband við viðgerð um eykajáttan til Læraraskúlan upplýsti landsstýrismaðurin, at ein kanning varð gjørd um virksemi skúlans, og at fíggjarnevndin skuldi fáa úrslitið av kanningini. Landsstýrismaðurin hevur síðani upplýst í nevndini, at kanningin er liðug, og biður nevndin um at fáa úrslitið av kanningini.

Talan er um ein samandrátt í notatformi av fýra ymiskum kanningum. Notatið verður handað figgjarnevndini 16.11.99.

7.23.6.19. Granskingarætlanir.
Frágreiðing um granskingarverkætlanina fyri økismenning ynskist.

Talan er um eitt projekt fíggjað av konto 7.23.6.19 nevnd "Granskingarætlanir". "Granskingarverkætlanini fyri Økismenning" er óheft samfelagsfrøðilig verkætlan innan økismenningargransking við arbeiðsstaði í Klaksvík. Endamálið við "Granskingarverkætlanin fyri Økismenning" er: at fremja og menna samfelagsvísindaliga gransking við serligum atliti at økismenning og at menna vitan og førleika í Føroyum innan økismenning. ".

Í seinasta lagið í 2002 verður eftirmeting gjørd av verkætlanini, sum skal mynda støðið undir avgerð um møguliga stovnseting av depli.

7.23.6.22. Stovnarnir á Debesartrøð (Rakstrarjáttan).
Frágreiðing um starvsfólkatal og lønarútreiðslur.

Manningin er tveir húsavørðar fyri allar stovnarnar á Debesartrøð. Harumframt er ein netumsitari. Ynski hevur verið at víðka um netumsitingina, men higartil hevur tað ikki verið møguligt.

7.24.1.10. Orðabókagerð
Hvussu verður játtanin umsitin?

Stuðul verður latin eftir umsókn stílað til Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Mentamáladeildin viðger umsóknina og ger tilmæli til landsstýrismannin, sum tekur avgerð, um verkætlanin eigur at verða stuðla.

7.24.2.10. Norðurlandahúsið.
Er upphæddin fyri játtanina til 2000 røtt? Í eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999 varð givin eykajáttan uppá kr. 105.000,- sum restaði í av landskassans parti av rakstrinum, men talið fyri 2000 er tað sama sum fyri 1999. Frágreiðing.

Av misgávum er játtanin sett til kr. 776.000,- skal vera 876.000,-.

7.24.3.01. Bókasøvn (Rakstrarjáttan).
21. Fólkabókasøvn.
72. Flyting til kommunur.
Hækkar kr. 500.000. Frágreiðing.

Hetta er ein dagføring av studninginum til fólkabókasøvnini sambært Ll 9/6 1988. 400.000 kr. eru ætlaðar til beinleiðis studning, og 100.000 eru ætlaðar til framleiðslu av føroyskum ljóðbókum at lána út til blind og sjónveik í kommununum kring landið. Stórur tørvur er á ljóðbókum, og arbeitt hevur verið leingi við málinum.

7.24.3.10. Føroya fornminnisavn (Rakstrarjáttan).
11. Lønir v.m. Hækkar úr 4,183 mió. kr. í 1999 til 4,907 mió. kr. í 2000.
Starvsfólkatalið óbroytt. Frágreiðing.

7.24.3.13. Føroya náttúrugripasavn (Rakstrarjáttan).
Frágreiðing um 20. vanligt virksemi og 21. Verkætlan, vanligt virksemi.

Í 1997 var alt virksemið hjá Føroya náttúrugripasavni(Rakstrarjáttan)skrásett undir 20, tó var ein verkætlan skrásett undir 21. Seinri verður virksemið býtt upp í 23 Náttúrugripasavnið og 24 Jarðfrøðissavnið.

Ongar útgreiningar eru, hví?

Talan er um eina misskiljing, sum verður rættað í næstum. Fíggjarnevndin kann vænta sær svar í hesu vikuni.

7.24.4.01. Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka)
Roknað verður við, at inntøkurnar hækka 5,5 mió. kr. í mun til roknskapin 1998. Frágreiðing.
Henda nakrar broytingar í sjónvarpinum? Frágreiðing.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið bíðjar endurskoðaða fíggjarætlan fyri 2000 frá SvF.

7.24.6.04. ÍSF
Frágreiðing um játtanina til ÍSF. Hví stendur ÍSF ikki fremst av rakstrarstøðunum undir 7.24.6. Ítróttur?

7.24.6.11. Graslíkisvøllir og grasvallir.
Hvussu við játtanini til "Tórsvøll"?

Grunnurin fyri Tórsvøll hevur fingið tilsøgn um stuðul til byggingina, sum er 30% av metta byggikostaðan, ella 7.650.000 yvir trý ár, ávíkavist 1999, 2000 og 2001, við tí fyrivarni, at peningur verður játtaður á fíggjarløgtingslógini, og at hann likur tey krøv, ið sett eru.

 

Undirvísingar- og mentamálastýrið
Rættingar til FL 2000 - skjal 3

Blaðsíða 159 og 160:

Rætting, skúlin í Hygum er hildin uppat.

7.23.2.03. Stuðul til fólkaskúlar

Játtanin fer til at stuðla umbygging á skúlum til rørslutarnaðar næmingar, til skúlabarnaflutning, privatar skúlar og føroyskar skúlar uttanlands.

Undirkonto 7.23.2.03.01 Stuðul til fólkaskúlar. Játtaðar verða kr. 150.000 í studningi til kommunur, ið skulu gera neyðugar umbyggingar, soleiðis at rørslutarnaðir næmingar kunnu vera í skúlunum.

Undirkonto 7.23.2.03.02. Skúlabarnaflutningur. Sambært § 34 í Ll. nr. 121 frá 21. mai 1993 um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, hava kommunur rætt til at fáa endurgjald fyri helvtina av útreiðslunum av góðkendum skúlabarnaflutningi uttan fyri kommunumark.

Undirkonto 7.23.2.03.03. Privatir skúlar. Sambært §27 í Ll. nr. 58 frá 2.10.78 um skúlafyrisiting kunnu privatir skúlar, sum undirvísa í samsvari við undirvísingina í fólkaskúlanum, verða góðkendir til at fáa stuðul, um rímiligur tørvur er á hesum undirvísingartilboðnum. Bert Adventistaskúlin fær stuðul eftir hesi skipan. Stuðul verður veittur til 85% av góðkendum læraralønunum.

Undirkonto 7.23.2.03.04. Føroyskir skúlar uttanlands. Endamálið er at geva eitt ískoyti til at reka føroyskar skúlar uttanlands. Føroysku skúlarnir í Danmark fáa tilsamans 60 tús. kr. Hesir skúlar eru, fyri at læra føroysk børn móðurmálið og um føroysku mentanina. Skúlar eru í løtuni í Keypmannahavn og Århus. Harumframt verða 40 tús. kr. játtaðar til føroyingar, sum taka lut í ymiskari frítíðarundirvísing í Danmark.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

R

J

F

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

3.696

3.040

3.423

3.423

3.423

3.423

Inntøkujáttan

1

-

-

-

-

-

01. Stuðul

           
             

Útreiðslur

100

0

150

150

150

150

54. Stuðul til annað virksemi

100

0

150

150

150

150

             
02. Skúlabarnaflutningur            
             

Útreiðslur

1.858

1.324

1.400

1.400

1.400

1.400

14. Keyp av vørum og tænastum

183

183

-

-

-

-

72. Flyting til kommunur

1.675

1.141

1.400

1.400

1.400

1.400

Inntøkujáttan

1

-

-

-

-

-

77. Flyting frá kommunum

1

-

-

-

-

-

             
03. Privatir skúlar            
             

Útreiðslur

1.484

1.464

1.573

1.773

1.773

1.773

11. Lønir v.m

-

-

1.573

1.773

1.773

1.773

54. Stuðul til annað virksemi

1.484

1.464

-

-

-

-

             
04. Føroyskir skúlar uttanlands            
             

Útreiðslur

253

252

300

100

100

100

11. Lønir v.m

51

52

-

-

-

-

14. Keyp av vørum og tænastum

3

-

-

-

-

-

54. Stuðul til annað virksemi

200

200

300

100

100

100

             

 Blaðsíða 199:

Játtanin fyri 2000 er hækkað við kr. 100.000,-:

7.24.2.10. Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið í Føroyum er mentanarstovnur, sum virkar fyri norðurlendskari mentan í Føroyum, fremur føroysk mentanartiltøk í Norðurlondum og stuðlar og fremur føroysk tiltøk í Føroyum. Raksturin verður fíggjaður samb. avtalu millum Nordisk Ministerråd og Føroya Landsstýri. Avtalan kom í gildi 1. mai 1983, og eftir henni letur NMR 92 % og FL 8 %.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

R

J

F

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

756

796

776

876

876

876

01. Norðurlandahúsið

           
             

Útreiðslur

756

796

776

876

876

876

54. Stuðul til annað virksemi

756

796

776

876

876

876

             

 

Blað síða 197:

Játtanin fyri 2000 er lækkað við kr. 100.000,-:

7.24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús

Studningur verður í flestu førum veittur til áður játtaðar umsóknir. Studningurin svarar til í mesta lagi 30% av kostnaðinum. Fleiri av umsóknunum eru játtaðar fyri nøkrum árum síðani, men eru byggiætlanirnar útsettar, m.a. vegna broytt fíggjarviðurskifti.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

R

J

F

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

215

-

600

500

500

500

01. Stuðul

           
             

Útreiðslur

215

-

600

500

500

500

54. Stuðul til annað virksemi

215

-

600

500

500

500

             

 

Blað síða 213:

Teksturin fyri 2000 er broyttur:

7.24.4.01. Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka)

Sjónvarp Føroya varð sett á stovn við løgtingslóg frá 21. mai 1982, men virkar í dag sambært løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m. og kunngerð frá 17. juni 1998 um reglur fyri Sjónvarp Føroya. Sambært lógini er Sjónvarp Føroya "ein sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgarunum hevur skyldu til at útvarpa sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Sjónvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsið, sakliga og óhefta upplýsing og veita eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga." Sum almennur tænastustovnur hevur SvF serligar skyldur at røkja áhugamál hjá øllum borgarum landsins.

Sjónvarp Føroya er ein landsfyritøka, og sambært játtanarreglunum kann fyritøkan í einum fíggjarári hava størri inntøkur og útreiðslur, enn mettar eru frammanundan. Stovnurin kann flyta eitt møguligt yvirskot til árið eftir.

Mettu inntøkurnar í 2000 fevna um hyggjaragjald og gjald fyri sjónvarpslýsingar, umframt um inntøkur av eydnuspølum og øðrum tiltøkum. Mestu útreiðslurnar eru av at gera føroyskt sjónvarpstilfar. Harumframt standast útreiðslur av at keypa útlendskt tilfar og nakað av fyrisiting og at røkja tøkni. Eisini hevur Sjónvarp Føroya fyri neyðini støðugt at skifta út nógva tøkni. Allar íløgur í tøkni av fíggjarætlanini verða avskrivaðar alt fyri eitt.

Nettotølini niðanfyri vísa gjaldsførisstreymin hjá Sjónvarpinum.

Uppgerð av nettotølum

tús. kr.

1998

1999

2000

2001

2002

2003

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Rakstrarætlan

           
             

Rakstrarútreiðslur

23.571

24.732

22.300

24.400

24.750

25.100

Avskrivingar (tøkniíløgur)

1.396

1.700

2.700

1.500

1.500

1.500

Nettorentur

45

40

50

50

50

50

Inntøkur

22.518

25.660

25.000

25.900

26.250

26.600

             

Nettotøl

-2.404

-732*)

50

50

50

50

Rakstrarnettotølini vísa fyritøkuna frá einum rakstrarsjónarmiði.
*) Hallið fyri 1999 stavar frá einum restgjaldi upp á kr. 1.232.000 fyri íløgu í bygning, sum stovninum er álagt at taka yvir raksturin.

Sundurgreining av rakstrarnettotølum

tús. kr.

1998

1999

2000

2001

2002

2003

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkur

           

Sjónvarpsgjald

13.335

14.800

16.100

16.200

16.300

16.400

Lýsingar

3.720

4.300

4.500

5.000

5.000

5.000

Spøl o.a.

5.156

6.000

3.500

3.500

3.500

3.500

Margmiðlar

-

400

700

1.000

1.250

1.500

Aðrar inntøkur

307

160

200

200

200

200

Landskassastuðul

-

-

-

-

-

-

Útreiðslur

           

Leiðsla, umsit., húsaútr., EDV, tlf, markf, o.a.

7.280

8.426

7.506

7.950

8.100

8.300

Føroysk framleiðsla burturav

14.608

14.620

13.182

14.700

14.850

15.000

Keypt, útlendskt tilfar

1.683

1.686

1.612

1.750

1.800

1.800

             

Rentur

45

40

50

50

50

50

             

Avskrivingar

1.396

1.700

2.700

1.500

1.500

1.500

             

Rakstrarnettotøl

-2.404

-732

50

50

50

50

             

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1998

1999

2000

2001

2002

2003

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Nettoútreiðslujáttan

-

-

-

-

-

-

Útreiðslur

24.967

26.432

25.000

25.900

26.250

26.600

Inntøkur

22.563

25.700

25.050

25.950

26.300

26.650

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

24.967

26.432

25.000

25.900

26.250

26.600

11. Lønir o.a.

15.044

15.817

15.828

16.300

16.500

16.800

14. Keyp av vørum og tænastum

7.643

8.060

5.372

7.000

7.150

7.200

15. Keyp av útbúnaði

1.396

1.700

2.700

1.500

1.500

1.500

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

884

855

1.100

1.100

1.100

1.100

Inntøkur

22.563

25.700

25.050

25.950

26.300

26.650

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

22.464

25.610

21.450

22.350

22.700

23.050

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

54

50

50

50

50

50

64. Aðrar flytingarinntøkur

3.500

3.500

3.500

3.500

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

45

40

50

50

50

50

Starvsfólkayvirlit

 

1998

1999

2000

2001

2002

2003

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Í lønarflokki 36 ella hægri

1

1

1

1

1

1

Onnur

52

55,5

55,1

55,5

55,5

55,5

Fulltíðarstørv

53

56,5

56,1

56,5

56,5

56,5

Lønarpartur (mió. kr.)

15,0

15,8

15,8

16,3

16,5

16,8

 

Undirvísingar- og mentamálastýrið
Rættingar til FL 2000 – skjal 4

Rættingar til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000.

7.23.6 Hægri útbúgving og gransking

Maskinmeistaraskúlin:
Konto 7.23.6.07.11: skal hækkast við tkr. 153 til tkr. 5.521

Hækkanin stavar frá tí nýggja sáttmálanum. Millum annað eru tímar til "ikki floksbýtt virksemi" hækkaðir sambært sáttmálanum § 25, stk. 3.

Føroya Sjómansskúli :
Konto 7.23.6.01.11: skal lækkast við tkr. 200 til tkr. 6.388

Ymiskar broytingar eru gjørdar í útrokningarháttinum. Miðaltímasatsurin var ov høgur, og tímar til "ikki floksbýtt virksemi" er sett niður.

Konto 7.23.6.01.14: skal hækkast við tkr. 47 til tkr. 980

Skúlin er útbygdur og tí eisini dýrari at reka

Sjómansskúlin í Klaksvík:
Konto 7.23.6.24.11 skal hækkast við tkr. 80 til tkr. 2.022

Klaksvíkar Sjómansskúli hevur ikki haft tímar til "ikki floksbýtt virksemi". Sambært tí nýggja sáttmálanum hava Føroy Sjómansskúli og Maskinmeistaraskúlin 25 tímar um vikuna til hetta virksemi. Sambært punkt 7 í semju, ið vísir til § 25, stk.3 í sáttmálanum skal skúlin gera avtalu við Undirvísingar- og Mentarmálastýrið viðvíkjandi tímum til "ikki floksbýtt virksemi". Miðjað verður ímóti, at fáa eina avtalu ílag, har skúlin í Klaksvík fær 5-6 tímar um vikuna.

7.23.3 Miðnámsútbúgvingar:

Miðnámsskúlin í Suðuroy:
Konto 7.12.3.01.23.11 skal hækkast við tkr. 344 til 5.540

Her var ein misskiljing komin í. Tað vórðu skornir tímar niður, ið ikki kundi skerast.

Føroya Studentaskúli:
Konto 7.12.3.01.21.11 skal lækkast við tkr. 80 til 22.954

Skúlin skal spara tkr. 80, ið skal nýtast til at dekka nakað av meirútreiðslunum í Suðuroy

7.23.1 Ymsar útreiðslur:

Eftirútbúgving og skeið:
Konto 9.23.1.34.11 skal lækkast við tkr. 327 til tkr. 1.612

Vit hava valt at raðfesta neyðugu upphæddinar til beinleiðis útbúgving fram um játtan til efturútbúgving og skeið. Nettomeirnýtslan er tí bókað á hesi konto.