Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AD

 

 

Fíggjarmálastýrið

Argir 24-11-1999
J.nr. 2500-30/99
(At tilskila í svari)

 

 Svar uppá fyrispurningar frá fíggjarnevndini til uppskot til FL 2000.

§3 Fíggjarmál o.a.

Meirvirðisgjald
Spurningur: Í almennu viðmerkingunum verður m.a. sagt, at ein teknisk broyting er gjørd í hesum fíggjarlógaruppskotinum, soleiðis at meirvirðisgjaldið er tikið út úr øllum høvuðskonti fyri teir einstøku stovnarnar og sett á serliga konto §20. Fyri at tryggja sambærligheit er tað sama gjørt við roknskapartølini á fíggjarlógaruppskotunum fyri 1997 og 1998 og játtanina fyri 1999. Er henda broyting gjørd á øllum rakstrarstøðum?

Svar: Broytingin viðv. MVG er framd á øllum høvuðskonti á fíggjarlógini fyri 2000, og fyri sambærligheit eisini framd fyri undanfarin ár.
Men møguliga er onkur villa, soleiðis at skilja, at av misgáum eru ikki øll onnur tøl rættaði til, tá MVG varð tikið burturúr.

Lønir
Spurningur: Viðvíkjandi lønum: Nærri frágreiðing um lønir sum heild. Hvussu stórur partur av lønarhækkingini er tikin við í uppskotinum?

Svar: Tað verður ikki beinleiðis sagt í fíggjarlógaruppskotinum, men í frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið stendur á síðu 15, at lønarkarmurin tilsamans veksur 4,6%. Sostatt verður ikki full lønarhækking fíggjað av útreiðslum landskassans, men stovnar verða noyddir at spara 1,5% á lønarútreiðslum sínum. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at lønarkarmurin hjá hvørjum einstøkum stovni veksur nágreiniliga 4,6%. Aðalstýrini hava frælsi til at flyta størv millum stovnar, spara á onkrum stovnum og nýta meiri á onkrum stovnum.

Undirkonti 71 og 76
Spurningur:
Undirkonto 71: Innanhýsis flytingar millum almennar stovnar, útreiðslur.
Undirkonto 76. Innanhýsis flytingar millum almennar stovnar, inntøkur.
Frágreiðing sum heild um hesar konti.

Svar: Í Kontoskipan Landsins stendur:

71 Innanhýsis flytingar millum almennar stovnar, útreiðslur

Undir hesa standardkonto verða bókaðar útreiðslur fyri uppgávur, sum verða loystar av einum øðrum almennum stovni, t.v.s. talan er um flytingar millum høvuðskonti. Bókingin av útreiðsluni skal altíð hava eitt mótsvar á standardkonto 76, soleiðis at gjørligt verður at javna hesar flytingar.

Verður flutt millum undirkonti, kann henda konto eisini nýtast. Er talan um avrokningar undir somu undirkonto, so má hesin spurningur loysast í innanvirkisroknskapinum.

Skráseting undir 71 og 76 skal í hvørjum einstøkum føri avtalast millum partarnar, so at vissa kann fáast fyri, at skrásetingarnar undir 71 og 76 verða eins stórar. Mannagongdin skal avtalast við Gjaldstovuna.

Undir hesa konto verður bókað t.d.:

Sama stendur fyri standardkonto 76.

3.11.1.13. Viðlíkahald (Rakstrarjáttan)
Spurningur: Í viðmerkingunum verður sagt, at játtanin er til viðlíkahald av bygningum og ognum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varðar av. Hvørjir eru hesir bygningar og hesar ognir?

Svar:

3.15.1.04. Toll- og Skattstova Føroya
Spurningur: Í viðmerkingunum á bls. 33 verða tær lógir nevndar, sum geva Toll- og Skattstovu Føroya sjálvstøðugar heimildir. Eru allar hesar lógir í gildi?
Er allur teksturin í viðmerkingunum í uppskotinum til løgtings-fíggjarlóg fyri 2000 sum heild dagførdir?

Svar: Viðvíkjandi spurninginum um allar lógirnar eru í gildi har Toll- og skattstovan hevur sjálvstøðugar heimildir, so er svarið ja. Lógin um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum eigur ikki at standa har, tí hon verður umsitin av lønjavningargrunninum.

Viðvíkjandi spurninginum um teksturin er dagførdur, so er svarið ja, men ein viðmerking til játtanina kann skoytast uppí:

"Lønarkarmurin átti at hækka við 2.456.675 kr., men er bert hækkaður við 1.084.000 kr., ið kemur fram soleiðis:

6,5% hækking av lønunum 2.456.675 kr.
- játtað 1.738.000 kr.
ein lækking uppá 718.675.kr.
+ kravdar sparingar av FMS 654.000 kr.
T&S hevur sostatt ein trengri lønarkarm uppá 1.372.675 kr.
Hækking av lønum sambært sáttmálar 2.456.675 kr.
- Sparingar 1.372.675 kr.
Rest 1.084.000 kr."

Spurningur: Á bls. 34 verður "stjórnin" nevnd. Hvør er "stjórnin" á Toll- og Skattstovu Føroya?

Svar: Tá Tollstovan og Líkningarráð Føroya vóru løgd saman í ein stovn í 1993 varð bygnaðurin settur saman soleiðis:
Eitt stýri og 6 økisskrivstovur (nú 7 økisskrivstovur). Bygnaðurin fyri stýrið gjørdist ein stjórn og 4 deildir nevniliga Lógar- Menningar- Eftirlits og Umsitingardeild.

Í stjórnini var Petur Alberg Lamhauge, forstjóri og Tórbjørn Mikkelsen, stjóri. Í dag er Tórbjørn Mikkelsen, settur forstjóri og Óli Heinesen, settur stjóri.

Hjáløgd er ískoytisfrágreiðing.

3.18.3.04. Lønarforskot
Spurningur: Hvat er hetta? Frágreiðing um hesa konto?

Svar: Lærarar hava altíð fingið lønarforskot, heilt frá skúlastjórnartíðini av. Við heimild í § 38 í Lóg nr. 65 frá 8. mars 1972 høvdu tænastumannasettu lærararnir"…under ganske særliga og påtrængende omstændigheder…" rætt til lønarforskot. Í greini verður eisini nevnt Regler herom fastsættes af undervisningsministeren efter forhandling med Færøernes landsstyre. Hesar reglur eru mær kunnugt ongantíð gjørdar, men í Danmark eru ásettar reglur í rundskrivi, nær tænastumaður kann fáa lønarforskot. Hesar reglur hava ikki verið nýttar í Føroyum.

Sum kunnugt, so var Lóg nr. 65 frá 8. mars 1972 avtikin við danskari fólkatingslóg nr. 474 frá 10. juni sí Kunngerðarblaðið B hefti 5 1997 og sambært § 2 í hesi lóg vóru allir tænastumannasetti lærararnir yvirtiknir og settir efter lovgivningen om landets tjenestemænd.

Í § 41 í Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 stendur: Tænastumaður kann í heilt serligum førum, tá ið á stendur, fáa lønarforskot uttan trygd. Landsstýrið ásetir reglur um hetta. Ongar reglur eru gjørdar um hetta.

Trygdin fyri at peningurin fæst aftur er tann, at doyr tænastumaður, so verður restin av lønarforskotinum afturgoldin við eftirsitilønini, og lønarforskotið hevur sambært avtalu við Føroya Lærarafelag ongantíð verið hægri enn 12000 kr uttan rentur, rentan hevur verið 6 % p.a., so tað hevur altíð verið trygd fyri láninum. Sigur tænastumaður seg úr starvið er uppsagnartíðin vanliga 3 mðr., so her er eisini møguleiki at fáa pengarnar aftur.

Í Protokollati millum Tænastumannafelag Landsins og Føroya Landsstýri frá 23. oktober 1987 stendur undir pkt. 6. Broyting av reglum um lønarforskot og lønarskuldbinding, at partarnir skulu taka upp samráðingar um hetta.

Føroya Lærarafelag og Føroya Landsstýri hava í viðlagdu avtalu frá 3. februar 1988 avtalað, at lønarforskotið verður hækkað til 12000 kr og avdráttartíðin er 6 ár og rentan 8 % p.a.

Tað eru 50 lærarar, sum í dag hava tikið lønarforskot. Í ár er bert ein tænastumaður landsins, sum hevur fingið lønarforskot.

§20 Inntøkur

20.52.1.01. Vanligur landsskattur
Spurningur: Avlopsskattur og írestandi skattur. Frágreiðing ynskist.

Svar: Umlegging til øktan bruttoskatt og økta automatisering av sjálvuppgávuni frá inntøkuárinum 1997 hava havt við sær eina neyvari skatting. Neyvt á tann hátt, at man í fyrstu roynd/tann leypandi skattgjaldingin kemur nærri tí endaliga og rætta skattinum. Hetta er eitt úrslit sum í stórstan mun skyldast, at tað ikki longur eru so nógvir frádráttir í skattaskipanini. Harafturat er A-skattaskipanin leypandi gjørd betri, so hon t.d. betri tekur hædd fyri broytingum í lønargjaldingum í árinum.

Tann besta myndin yvir positivu gongdina fæst við at hyggja nærri at teim veruligu tølunum. Ein uppgerð yvir avlopsskatt, írestandi skatt og ov nógv innkravdan skatt fyri inntøkuárini 1994-1998 er hjáløgd.

Tað framgongur av hjáløgdu uppgerð, at frá 1996 til 1997 er avlopsskatturin næstan komin niður í helvt. Nú var avlopsskatturin óvanliga høgur í 1996, men sjálvt um hetta árið ikki verður talt við, so var í 1998 talan um eina munandi minking í avlopsskatti í mun til undanfarin ár. Man skal tó neyvan vænta enn eina minking komandi ár. Teir frádráttir, sum enn eru í skattaskipanini, verða ikki allir automatiskt fluttir frá einum ári til tað næsta - skattgjaldarin má sjálvur á hvørjum ári fráboða hesar frádráttir. Av tí sama eru tað nógv sum ikki fráboða inngjaldingar til kapitalpensjón fyrr enn árið er úti, og sjálvuppgávan skal latast inn. Tað eru nógv sum nýta frádráttin fyri eftirlønargjald, sum eitt slag av uppsparing. Henda praksis verður ofta tikin fram eina automatiska flyting av øllum frádráttum frá ári til ár, tí ein automatisk flyting oftani hevur við sær ein ov lítlan kravdan skatt og afturgjalding av skatti, um frádrátturin fellur burtur ella verður minkaður í mun til undanfarin ár.

Írestandi skattur hevur víst eitt javnt fall yvir árini. Frágreiðingin her er eisini ein betri skattaskipan við færri frádráttum.

20.52.1.02. Avseting móti tapi av eftirstøðum í skatti o.t.
Spurningur: Í viðmerking verður m.a. sagt, at eingin upphædd verður sett á hesa høvuðskonto framyvir. Frágreiðing ynskist.

Svar: Henda høvuðskonto var upprunaliga bert ætlað til gamlan skatt/avskrivaðan skatt frá frammanundan 1. apríl 1984 – tvs. skatt frá tíðini innan "samtíðarskatturin" varð innførdur. Tann avskrivaði skatturin varð koyrdur á undirkonto 02. Sum tað framgongur av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000 er tað talan um lutfallsliga lítla upphædd, sum við tíðini verður enn minni. Enn er einki avskrivað í 1999, og tað verður talan sera lítlar upphæddir framyvir, um yvirhøvur nakar gamal skattur verður avskrivaður.

Síðani er undirkonto 10 komin. Henda undirkonto inniheldur avskrivaðan skatt frá 1. apríl 1984 og framyvir, og harumframt avskriving av avgjøldum. Her verður mett um avskrivingarnar fyri hvørt árið, men sum tað eisini stendur í viðmerkingunum til høvuðskonto, so er vandi fyri, at metingarnar ikki eru eftirfarandi. Harafturat er spurningurin, um avskrivaður skattur frá undanfarnum árum yvirhøvur skal takast við í ein landskassaroknskap, sum tað eisini er nevnt í viðmerkingunum til hesa høvuðskonto. Tað er eisini ein grund til, at eingin upphædd er sett til hesa konto framyvir.

Tað er eisini ein onnur grund til, at eingin upphædd verður sett á hesa høvuðskonto framyvir. Tað er nú soleiðis, at avskrivingar og eftirgivin skattur (skattur eftir 1. apríl 1984) – og tað sama er galdandi fyri avgjøld – í landskassaroknskapinum verða koyrd undir viðkomandi slag: avskrivaður landsskattur undir landsskatt, avskrivaður felagsskattur undir felagsskatt, avskrivað MVG undir MVG o.s.v. Tað skal viðmerkjast, at tað oftast er talan um roknskaparligar avskrivingar. Persónurin heftir enn fyri skattinum (uttan so hann er eftirgivin) og um skatturin verður goldin í einum komandi ári, verður hann inntøkuførdur tað árið.

Avskrivingarnar av skatti og avgjøldum hava verið rættiliga stórar tey seinnu árini. Tað er fyrst og fremst tí, at Gjaldstovan hevur gjørt nógv fyri at rudda upp í gomlum árum. Tað hevur so havt við sær, at avskrivingar av skatti og avgjøldum, sum í veruleikanum hoyra til eldri ár, hava ávirkað úrslit landskassans munandi tey seinnu árini. Tað er sera óheppi, at farin ár á henda hátt hava ávirkan á úrslit fyri eitt seinni ár. Toll- og Skattstovan hevur nú yvirtikið innkrevjingina frá Gjaldstovuni. Betri møguleikar fyri samskipan og eftirliti skuldi í framtíðini minka um skattaeftirstøðurnar og harvið avskrivingunum.

20.52.1.07. Felagsskattur
Spurningur: Nevndin ynskir eina útgreining av hvussu felagsskatturin er býttur á tær ymsu vinnugreinirnar.

Svar: Niðanfyri er uppsett ein talva við útgreining av, hvussu felagsskatturin er býttur á tær ymsu vinnugreinirnar fyri tíðarskeiðið 1993 - 1998 (inntøkuár). Talan er um álíknaðan skatt - ikki um goldnan skatt.

Talva 1: P/F-skattur býttur á vinnugreinir og í alt 1993-1998
Vinnugrein

1993

1994

1995

1996

1997

1998

1

Landbúnaður

0

34

13

36

43

22

2

Fiskiskapur

3.726

2.164

3.864

4.900

8.583

21.428

3

Ali- og kryvjivirki

2.435

5.720

5.690

4.611

4.852

6.616

5

Ráevnisvinna

0

0

114

5

0

82

6

Fiskavøruídnaður

143

192

1.734

884

436

2.665

7

Skipasmiðjur, smiðjur

4.003

3.843

4.653

6.879

4.975

10.080

8

Annar ídnaður

3.112

3.147

3.800

6.122

5.900

6.782

9

Bygging

3.325

2.506

2.546

2.151

2.626

3.069

10

Orku- og vatnveiting

0

0

0

115

151

185

11

Handil og umvæling

16.672

18.548

23.820

22.306

27.344

37.752

12

Gistihús og matstovuvirki

149

231

192

193

180

320

13

Sjóflutningur

377

1.664

803

646

339

4.478

14

Flutningur annars

1.059

1.230

1.002

1.384

1.479

1.406

15

Postur og fjarskifti

0

0

0

0

0

0

16

Fígging og trygging

3.323

1.951

16.859

63.809

85.115

103.051

17

Vinnuligar tænastur

4.000

3.666

4.147

4.474

4.408

6.569

18

Húshaldstænastur

403

311

267

407

198

198

19

Almenn fyrisiting v.m.

0

0

0

0

0

0

20

Undirvísing

73

66

67

31

12

92

21

Heilsu- og almannaverk

641

720

785

1.038

962

1.116

22

Felagsskapir, mentan o.a.

438

358

268

195

224

167

23

Ótilskilað v.m.

194

841

712

2.806

1.079

798

24

Annað

382

184

14

0

0

0

Tilsamans

44.455

47.376

71.350

122.992

148.906

206.876

Til kunnleika verður hjáløgd ein uppgerð yvir álíknaða felagsskattin fyri inntøkuárið 1998 býtt út á kommunur. Upphæddininar fyri samlaða felagsskattin fyri 1998 í talvuni omanfyri og í uppgerðini eru ikki heilt samsvarandi. Grundin til hetta er, at tað leypandi verður rættað í skattaálíkningini og uppgerðin er ikki gjørd samstundis.

20.52.1.10. Vinningsbýtisskattur
Spurningur: Í viðmerkingunum verður m.a. sagt, at vinningsbýtisskatturin hækkar til 75 mió. kr í 1999 og í 2000 verður hann væntandi uml. 40 mió. kr. Í sundurgreinaðu ætlanini stendur játtanin fyri 1999 at vera 22,5 mió. kr. Frágreiðing ynskist.

Svar: Inntøkurnar av vinningsbýtisskattinum eru í stóran mun treytaðar av útgoldnum vinningsbýti frá Føroya Banka. Síðan 1997 er hesin vinningsbýtisskattur goldin av útgoldnum vinningsbýti frá Føroya Banka og av vinningsbýti tilsamans:

Ár Vinningsbýtisskattur Føroya Banki Vinningsbýtisskattur tils.
1997   8,750 mió.kr. 17,437 mió. kr.
1998 32,375 mió.kr. 50,643 mió. kr.
1999 61,250 (samb. roknskapi) 75,000 mió. kr. (mett)

I 1999 verða 175 mio. kr. útgoldnar í vinningsbýti av Føroya Banka. Av hesi upphædd fær landskassin 61,25 mio. kr. (35% av 175 mio. kr.) í vinningsbýtisskatti.

Metingin av vinningsbýtisskattinum uppá 22,5 mio. kr., sum víst í sundurgreinaðari ætlan fyri 1999, var grundað á væntandi vinningsbýti frá Føroya Banka uppá 50 mio. kr. Seinni hevur tað víst seg, at henda meting, sum tað sæst av omanfyristandandi, er alt ov lágt sett og viðmerkingarnar til 20.52.1.10 eru lagaðar núverandi upplýsingum.

Roknað verður við, at fyri 2000 verða 75 mio. kr. útgoldnar í vinningsbýti av Føroya Banka. Hetta gevur ein vinningsbýtisskatt uppá 26,25 mio. kr. Aftrat hesum kemur vinningsbýtisskattur frá øðrum enn Føroya Banka.

Væntandi kemur vinningsbýtisskatturin fyri 2000 at geva tilsamans 40 mio. kr.

20.52.2.13. Brennioljugjald
Spurningur: Heldur játtanin fyri 2000? Frágreiðing um brennioljugjaldið.

Svar: Í fíggjarlógini fyri 1999 er játtanin (75-10) = 65 mió. kr. á hesi konto. Seinastu metingarnar fyri 1999 vísa tó, at samlaða inntøkan verður góðar 70 mió. kr. Roknað verður við, at játtanin fyri ár 2000 (81-11) = 70 mió. kr. fer at halda, t.v.s. at inntøkan í 2000 verður tann sama sum í 1999.

Brennioljugjald er eitt avgjald til landskassan, ið verður lagt á vanliga gassolju, sambart løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992. Avgjaldið er 0,95 kr./liturin, men verður regulerað eftir um søluprísurin á gassolju er oman fyri ella niðan fyri 2,45 kr./liturin, íroknað oljuavgjald. Fyri hvørt oyra søluprísurin fer upp um 2,45 kr./liturin lækkar avgjaldið við 0,5 oyrum/liturin, og fyri hvørt oyra søluprísurin fer niður um 2,45 kr./liturin hækkar avgjaldið við 0,5 oyrum/liturin. Avgjaldið kann ikki vera negativt og lægsti og hægsti góðkendi søluprísurin á gassolju er er sambart lógini ásettur av prísráðnum.

Trupulleikin er, at prísráðið er avtikið við lóg og prísráðið, ið skal áseta lægsta og hægsta góðkenda søluprís á gassolju er tí ikki til. Hetta má fáast í rættlag beinanvegin, og neyðugt verður tí at broyta lógina. Sum støðan er í løtuni eru tað oljufeløgini (Shell og Statoil) sjálvi, ið áseta góðkenda søluprisin á gassolju og tí eisini oljuavgjaldið.

Rættast er eisini, at tað verður ásett eitt fast avgjald, ið ikki verður regulerað eftir søluprísinum á gassolju. Hetta ger lógina bæði einklari og lættari at umsita.

Oljufeløgini krevja avgjaldið inn, og avroknað við Toll- og Skattstovu Føroya eina ferð um mánaðin. Skip yvir 20 GT skulu ikki rinda avgjald, meðan skip og bátar undir 20 GT, ið eru mvg-skrásett hava rætt til at fáa avgjaldið endurrindað. Hesi meirvirðisgjaldskrásettu virki hava eisini rætt til at fáa avgjaldið endurrindað:

20.52.3.10. Aðrar inntøkur
05 Bøtur
Spurningur: Í viåmerkingunum verður sagt, at inntøkur eru m.a. parkeringsbøtur. Hvørjar inntøkur av parkeringsbótum fær landskassin? Frágreiðing um inntøkur av bótum sum heild ynskist.

Svar: Ein lítil partur av inntøkunum á hesi konto eru parkeringsbøtur, ella parkeringsgjøld sambart fútaskrivstovuni. Hetta eru gjøld fyri ólogliga parkering, sambart kunngerð nr. 83 frá 6. november 1979, á økjum uttan fyri Tórshavnar Kommunu. Gjøld fyri ólógliga parkering í Havn fara umvegis fútan í kassan hjá Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna hevur egna kommunala lóggávu á hesum øki. Føroya Landfúti umsitur parkeringslógina fyri Tórshavnar Kommunu og parkeringsvørðarnir í Havn eru settir og løntir av Føroya Landfúta. Áðrenn Føroya Landfúti avroknar parkeringsgjøldini til havnar kommunu verður lønin hjá parkeringsvørðunum drigin frá.

Í nøkrum heilt fáum førum skrivar løgreglan parkeringsgjøld uttan fyri Havnina. Um gjaldið er útskriva sum brot á kunngerð nr. 83. frá 6. november 1979 fer gjaldið í landskassan. Í 1998 vóru inngoldnar 4.000,- kr. og í 1999 eru inngoldnar 3.720,- kr. fyri brot á kunngerð nr. 83 frá 6. november 1979 um ólógliga steðg og parkering. Hvørt parkeringsgjaldið er 200,- kr., t.v.s. at í miðal parkera ella steðga 20 bilar ólógliga uttan fyri Havnina árliga.

Um ólogligi steðgurin ella parkeringin hararfturímóti er brot á ferðslulógina, fer avgjaldið í ríkiskassan. Spurningurin er so, nær er talan um brot á ferðslulógina og nær er talan um brot á kunngerð nr. 83 frá 6. november 1979 um ólógligan steðg og parkering.

Nógv tann stórsti parturin av inntøkunum í samband við bøtur eru inntøkur av fiskaríbótum. Sambart avtalu millum donsku stjørnina og landsstýri frá 1982 fáa landskassin og ríkiskassin hvør sína helvt av teimum fiskaríbótum, ið verða útskrivaðar við Føroyar. Avtalan er soljóðandi:

AFTALE
mellem
statsministeriet og Færøernes lands-
styre om fordeling af provenuet af vis-
se bøder og konfikationsindtægter.

  1. Aftalen omfatter provenuet af bøder samt konfiskationsindtægter, der hidrører fra overtrædelse af gældende love og bestemmelser om fiskeri på fiskeriterritoriet ved Færøerne, eller som hidrører fra overtrædelser af bestemmelser udstedt i medfør af lagtingslov nr. 55 af 22. september 1978.
  2. Fra 1. januar 1981 at regne deles provenuet af de i pkt. 1 nævnte bøder samt kofikationsindtægter mellem statskassen og Færøernes landskasse med halvdelen ti hver.

Avtalan er undirskrivað av donsku stjórnini 17. august 1981 og av Føroya Landsstýri 10. mai 1982.

Í 1998 var inntøkan á hesi konto 656 tús. kr. Her stava 652 tús. kr. frá tveimum fiskaríbótum (500 tús. kr. frá einum fronskum trolara, M/S Bruix, ið fekk eina bót uppá 1 mió. kr.), meðan restin uppá fýra túsund krónur eru parkeringsgjøld.

Í 1999 eru 3.720,- kr. komnar inn á hesa konto fyri parkeringsgjøld fyri ólógliga parkering á økjum uttan fyri Tórshavnar Kommunu. Tað er tí sera trupult at siga nakað við vissu um inntøkuna á hesi konto. Fiskaríbøtur eru sera stórar og geva tí stórar inntøkur á hesi konto, men tað er harafturímóti heldur ikki ofta, at skip verða tikin fyri at fiska ólógliga. Inntøkur frá øðrum bótum og gjøldum á hesi konto, t.d. parkeringsgjøldum, eru sera lítlar og hava tí ongan stórvegis týdning.

Tað er tí sera trupult, at gera nakrar metingar um hvussu inntøkan (játtanin) á hesi konto verður.

20.52.5.01. Endurrindan av keyps-MVG
Spurningur: Hví lækkar upphæddin frá 1999 til 2000?

Svar: Tá avgjørt varð, at MVG skuldi takast burtur úr øllum høvuðskonti og savnast á eina ístaðin, skuldi onkur uppgerðarháttur nýtast. Avgjørt varð at nýta roknskapartøl fyri 1997 og 1998 at halda seg til, og annars viga hetta upp ímóti nýggjum og broyttum virksemi í FL 1999 og í uppskotinum til FL 2000. Av tí hetta skuldi nýtast til karmasamráðingarnar løgdu aðalstýrini seg tískil betur eftir í mun til undanfarin ár at kanna hvussu nógv fer til MVG. Eisini samansetingin av løguútreiðslunum kann elva til mun í árligu mvg-upphæddinibroytingar. Fyri 2000 fellur ein størri partur av løguútreiðslunum uttanfyri Føroyar, har einki MVG skal latast. Samanumtikið er metingin, at upphæddin til keyps-MVG er lægri í 2000 enn í 1999.

 §25 Gjaldføri

25.60.1.01. Broytingar í "virði" og "skuld v.m."
Spurningur: Frágreiðing um sundurgreinaðu ætlanina. Hví er so stórur munur millum 1999 og 2000?

Svar: Henda høvuðskonto lýsir úrslitið fyri tøka pening landskassans fyri árið. Tað sum verður tikið við afturat úrslitinum eftir rakstar, løgu- og útlánsútreiðslur (RLÚ) eru broytingar í skuld, tvs. afturgjald av skuld og nýggj lántøka. Fyri 1999 er talan um eitt trekk ella minking í tøka peningi landskassans á 176 mió. kr., meðan tað fyri 2000 verður ein vøkstur í tøka peningi landskassans á 321 mió. kr. Frægast er lýsa hesa gongdina við eini talvu, sí niðanfyri.

Tús. kr.

1999

2000

RLÚ-úrslit

245.198

449.076

Upptikin lán

270.000

0

Afturgjald av lánum

-691.682

-127.766

Broyting í tøkum peningi

-176.484

321.309