Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AB

Ódagfest skriv frá Løgmansskrivstovuni viðv. § 2 og 10. Latið nevndini 30.11.1999

Niðanfyri eru broytingar okkara til fl 2000.

Har tað á síðu 19 í starvsfólkayvirlitinum stendur 30,3 fulltíðarstørv, skal standa 28,0 (fyri 2000-2002)

Har tað á síðu 20 undir konto 2.11.1.21. Stendur ein tekstur, sum byrjar við: Á fíggjarlógini fyri .....  Tá eingin játtan verður skal teksturin strikast.

Á síðu 24 undir virksemisyvirlitinum skulu hesi tøl broytast:

  2000 2001 2002
Høvuðsendamál (1.000 kr.) 4.487 4.187 4.187
Annað 387 587 587

Á síðu 307 undir 10.14.1.01. Ymsar útreiðslur eru ymiskar samanteljingar skeivar. Rættingar eru hesar (røttu tølini standa niðanfyri):

  2000 2001 2002
Nettoútreiðslujáttan 1.130 950 950
Útreiðslur 1.210 1.030 1.030
Undirkonto 21      
Nettoútreiðslur 490    
Útreiðslur   320 320

Har tað á síðu 309 í starvsfólkayvirlitinum stendur 2,25 fulltíðarstørv: skal standa 1,5 (fyri 2000-2002).