Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal AA

 

 Vinnumálastýrið

Tórshavn, tann 12-11-99
J.Nr.
:1105-69/99
(at tilskila i svart)
Viðgjørt:
BAB/-
Tygara skriv

Figgjarnevndin
Stílað: Marius Rein
Løgtingið

Sambært avtalu við teg, sendi eg tær skjøl okkara í samband við viðgerð í fíggjarnevndini.  Fylgjandi skjøl eru hjáløgd.

Innanhýsis upprit 12. november 1999 Vinnumálastýrið
Skógrøkt landsins - 11. november 1999
Pf. Fiskaaling - 12. november 1999
TK-stovan - Ársfrágreiðing 1998
Menningarstovan - Ársfrágreiðing 1998
Uppgerð yvir stuðul til ídnaðarfremjandi endamál - Minst til at talan er um játtan úr grunninum, og sostatt er talið ikki eins og tað, sum verður játtað í grunnin á hvørjum ári.
Strandfaraskip Landsins - bræv til Vinnumálastýrið 28. oktober 1999
Postverk Føroya - bræv til Vinnumálastýrið 12. november 1999
Yvirlit yvir stuðul til vinnu á grein 6 fyri ár 2000

Annars eri er burturstaddur næstu viiku. Um tú ynskir at spyrja um nakað, kanst tú leggja boð á skrivstovu okkara

Bestu heilsanir
Bjarni Askham Bjarnason

 

 

Vinnumálastýrið
INNANHÝSIS UPPRIT

Fyrispurningar til Finnboga Arge, landsstýrismann

Í samband við fundin í fíggjarnevndini fríggjadagin, kl. 13.30 viðvíkjandi § 6 Vinnumál.

6.11.1.06. Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan)

1) Generelt um viðmerkingarnar. Víst verður á lógir og reglur, hví verður einki upplýst í viðmerkingum um broytingar sum verða gjørdar í játtanum?
Smb. játtanarskipanini - so skulu viðmerkingarnar verða soleiðis greiddar at tað framgongur hvat játtanin verður nýtt til. Í summum førum er lógarheimild fyri játtanum.
Á konti Vinnumálastýrisins er t.d fylgjandi har ein hevur hildið tað verið neyðugt at geva eina frágreiðing í broyting til játtanina.

6.11.1.0.6 Vinnumálastýrið - eitt starv verður flutt til Vinnumálastýrið frá Menningarstovuni.
6.37.1.01. Menningarstovan - Greitt verður frá at kontoin til Útflutningsráð er løgd saman við Menningarstovuni.
6.37.2.10. Nýggjar vinnur - lógin fer úr gildi, og sostatt var 1999 síðsta árið goldið varð. Hetta stóð eisini at lesa í galdandi fíggjarlóg 1999 og fíggjarlógum frammanundan.
6.37.2.13. Kappingartillagandi tiltøk - sagt verður frá at játtanin minkar uttan at hetta rakar vinnufyritøkurnar.
6.38.2.01. Strandferðslan - í viðmerkingunum verður fráboðað at útreiðslurnar hækka við 14 mió.kr., og hvørji tiltøk verða sett í verk.

2) Játtanin til stýrið hækkar úr 5,6 mió.kr. í 1999 til 6,15 mió.kr. í 2000. Talið av fulltíðarstørvum hækkar til 14, harav eru 4 í lønarflokki 36 ella hægri. Frágreiðing.!
Játtanin hækkar úr 5,6 mió.kr uppí 6,15 mió.kr. ella ein hækking uppá 550 tús.kr. svarandi til góð 10%. Fyrst og fremst hækkar játtanin samsvarandi loyvdum lønarhækkingum stavandi frá síðstu lønarsamráðingum, tvs. 6 % (av lønarkarminum) ella uml. 250 tús.kr.

Harumframt verður skotið upp at hækka játtanina svarandi til eina hækking í lønarkarminum uppá 350.000 kr. Hendan hækkingin stavar frá, at ætlanin er at leggja ymiska stuðulsumsiting á eitt stað og fíggjað á hendan hátt. Her verður hugsað um umsitingina av Menningargrunninum, Ídnaðargrunninum, Ábyrgdargrunninum og Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál. Landsstýrismaðurin hevur í hyggju at leggja uppskot fyri løgtingið um at avtaka nevndu grunnar og savna eginognina hjá grunnunum í ein grunn, sum kemur at virka á líknandi hátt sum Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál. Hetta skuldi givið eina bíligari og smidligari umsiting, umframt at Menningarstovan ikki bæði kemur at veita ráðgeving um Grunnin til ídnaðarfremjandi endamál, samstundis sum hon ger tilmæli um umsóknir til sama grunn.

Vinnumálastýrið varð stovnað í 1997 og er bygt upp til verandi støði. Vinnumálastýrið umsitur hesi málsøkir:

Samskiftis-, Post-, Fjarskiftis-, Kunningartøkni-, Samferðslu-,Vega-, Havna-, Brunaumsjónar-, Tilbúgvingar-, Ferðavinnu-, Ferðslu-, Flog-, Landbúnaðar-, Jarðar-, Skógrøktar-, Matrikulerings-, Útskiftingar-, Ali-, Handils-, Vinnu-, Ídnaðar-, Menningar-, Kappingar-,Orku-, Rúsdrekka, Matvøru-, Veteriner- og Arbeiðsmarknaðarmál.

Umsitingarøkið hjá Vinnumálastýrinum er fjølbroytt og stórt, og havandi hetta í huga verður ikki hildið, at umsitingin í Vinnumálastýrinum er ov stór. Tvørtur ímóti eru stórar avbjóðingar fyri framman við at ajourføra og bøta um verandi lóggávu umframt stóru uppgávuna at skapa neyðugu karmarnar fyri at fjølbroyta føroysku vinnuna. Vinnumálastýrið er skipað við trimum deildum – Samskiftisdeildin, Vinnumáladeildin og Aðalskrivstovan – við hvør sínum deildarleiðara.

Heldur ikki fara fram óneyðugar dupultumsitingar, men verður tó alla tíðina hildið eyga við hesum fyribrygdinum. Teir trupulleikar, sum hava verið millum Landverkfrøðingsstovnin eru ella eru við at verða beindir av vegnum, soleiðis at tann førleiki og orka, sum har er, kann koma til sín fulla rætt.

3) Eru starvsfólk flutt úr Vinnumálastýrinum til Oljumálastýrið?
Olju- og umhvørvismál lógu til fyri kortum í Vinnumálastýrinum. Umsitingin á oljumáladeildini var tá ein partur av umsitingini í Vinnumálastýrinum. Tá Oljumálastýrið varð skipað, misti Vinnumálastýrið hesa umsitingarligu orkuna, men var tá ikki starvsfólk flutt frá Oljumálastýrinum til Vinnumálastýrið.

Í ár varð gjørd tann avtalan, at umhvørvisdeildin í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skuldi taka sær av umhvørvismálum vegna landsstýrismannin, men skuldi tó fulltrúin í Vinnumálastýrinum, sum m.a. hevði við umhvørvismál at gera, brúka tveir dagar um vikuna til umhvørvismál.

6.11.1.16. Viðlíkahald (Rakstrarjáttan)
1) Hækkar úr 0,-kr. í 1999 til 1,5 mió.kr. í 2000. Frágreiðing.
Játtanin er ætlað til tvey tiltøk í 2000. Nýggja tekju á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum kemur at kosta uml. 1 mió.kr. Harumframt er neyðugt at gera ávísar aðrar ábøtir á HS, ventilatión o.l.

200 tús.kr. eru ætlaðar til at viðlíkahalda bygningin á Bryggjubakka. Hetta er t.d. máling uttanveggja og umvæling av tekju, umframt møguligar aðrar smávegis umvælingar. Talan er í báðum førum um vanligt viðlíkahaldsarbeiði, sum smb. siðvenju skal samskipast á felags játtan undir stýrinum. Viðlíkahaldið á Bryggjubakka hevur onkið við umbyggingina, sum var ætlað í 1998, at gera.

6.33.2.04. Skógrøkt landsins (Rakstrarjáttan)
1) Hvussu við "Ung í Arbeiði"?
skjal frá Skógrøkt landsins.

6.33.2.07. Føroya Jarðarráð
1) Hvussu er við uppskotinum um at eftirgeva skuld til jarðargunnin?
Við endan av síðstu tingsetu legði Landsstýrið tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, har annað skuldi heimila landsstýrismanninum at eftirgeva skuld hjá festarum til Jarðargrunnin eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.

Hitt uppskotið var, at stýrið fyri Jarðarráðið, sum umsitur Jarðargrunnin, skuldi verða mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild.

Fyrra lógaruppskotið varð eftir áheitan frá meirilutanum í Fíggjarnevndini afturtikið, meðan hitt seinna varð samtykt.

Stýrið fyri Jarðarráðið er valt, og fer nú Vinnumálastýrið saman við nýggja stýrinum at arbeiða við at fyrireika uppskot um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi lánum úr Jarðargrunninum, sum ikki verða afturgoldin á vanligan hátt.

6.33.2.10. Landbúnaðarstuðul
1) Hvussu nógvur stuðul verður latin pr. litur mjólk?
Stuðulin til – fyrsta floks – mjólk er 90 oyru/l + flutningsstuðul 46 oyru/l.

2) Útgreinað hvussu nógvur stuðul verður latin til neytahald
Stuðulin til neytakjøt er 9 kr/kg í meginøkinum og annars 25 kr/kg.

6.36.1.04. Havbúnaðarroyndir
1) Frágreiðing um kalvaalistøðina
skjal frá Fiskaaling um kalvaalistøðina.

2) Hvussu nógvan stuðul letur Vinnumálastýrið til vinnuna sum heild?
Býtið í 1999 er millum endamálini eru hesi:

Kynbøtur 5,4 mió. kr.
Royndir við nýggjum fiskasløgum 4,2 mió. kr.
Aliráðgeving 0,4 mió. kr.
Royndir við nýggjum aliøkjum 1,0 mió. kr.
Sjúkufyribyrging: 3,6 mió. kr
Fiskasjúkutænasta: 1,1 mió. kr.

Vinnumálastýrið metir, at omanfyri nevndi stuðul í høvuðsheitinum er mennandi fyri vinnuna og sjúkufyribyrgjandi.

3) Hvussu nógv kann hesin stuðul lækka sambært vinnuna sjálva?
Uppá fyrispurning í Vinnuhúsinum verður sagt hagani, at stuðul, sum ikki er í tráð við almenna vinnupolitikkin, tekur vinnan ikki undir við.

6.37.1.01. Menningarstovan
1) Frágreiðing um virksemi hjá Menningarstovuni og TK-stovuni.
skjøl frá TK-stovuni og Menningarstovuni.

Umboðsmannaráð TK Stovunar hevur heitt á Vinnumálastýrið um at endurnýggja núverandi samstarvsavtalu við Erhvervsfremmestyrelsen/TIC Danmark um TK Stovuna í eitt 3 ára skeið. Í hesum sambandi verður víst á, at neyðugt er at broyta fíggjarligu skyldurnar hjá samstarvspørtunum, soleiðis at TK Stovan verður fíggjað 50% av Vinnumálastýrinum og 50% av Erhvervsfremmestyrelsen. Ætlanin er samstundis at víðka um virksemið hjá TK Stovuni.

Umboðsmannaráðið hevur eisini samtykt at miðjast skal í móti, at TK Stovan flytir í somu hølir, sum Menningarstovan heldur til í, tó treytað av at hølisviðurskiftini ikki versna í mun til tey núverandi.

Mælt verður til at leingja verandi avtalu við Erhvervsfremmestyrelsen, meðan kannað verður um virksemið hjá TK Stovuni kann leggjast til Menningarstovuna.

Landsstýrismaðurin hevur í hyggju at leggja fyri løgtingið uppskot um broyting í løgtingslóg fyri Menningarstovuna, soleiðis at størri dentur verður lagdur á útflutningsarbeiðið hjá Menningarstovuni. Lógaruppskotið er gjørt við støði í arbeiði, sum arbeiðsbólkur við umboðum frá vinnuni, Løgmansskrivstovuni, Fiskimálastýrinum og Vinnumálastýrinum hevur gjørt, hvussu arbeiði hjá einum útflutningsráði skal skipast. Til løgtingið møguliga samtykkir umrødda uppskot, verður arbeitt eftir reglugerð fyri Útflutningsstovuna (Útflutningsráðið).

6.37.2.01. Stuðul til ídnaðarfremjandi endamál
1) Biðið verður um útgreining av stuðuli, latin í 1999.
skjal frá Menningarstovuni

6.37.2.07. Framtak fyri útlendskar íløgur (Rakstrarjáttan)
1) Einki verður játtað í 2000. Er eftirmeting gjørd?
skjal "Eftirmetingin hjá Menningarstovuni" og Caragata frágreiðingin.

6.37.5.04. Heilsufrøðiliga Starvsstovan (Rakstrarjáttan)
1) Einki starvsfólkayvirlit fyri 2001 og 2002. Frágreiðing um virksemi.
Talan er um eitt mistak. Tølini eru óbroytt frá 2000 til 2001 og 2002.

6.38.1.01. Landsverkfrøðingsstovnurin (Rakstrarjáttan)
1) 11. Lønir o.a. hækkar úr 4,6 mió.kr í 1999 til 5,4 mió.kr. í 2000. Starvsfólkatalið óbroytt. Frágreiðing.
Orsøkin til at lønir hækka við 800 tús.kr. í mun til 1999 er, at nýtt er roknskapartølini fyri 1998 sum grundarlag, t.e. 5,246 mió.kr. + 3 %.

6.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)
1) A. Høvuðsendamál. 15. Ábøtir/ at taka til lækkar úr 2,4 mió.kr í 1999 til 300.000,-kr. í 2000. Frágreiðing:
At játtanin til "størri ábøtur" næstan er burtur er sjálvandi óheppi, tí talan er í stóran mun um trygdartiltøk. Peningurin skuldi nýtast til:

keyp og uppseting av vegastokki uml. 800.000,-kr.
ábøtir á vegin Skála - Strendur uml. 800.000,-kr.
trygging av loftinum í Norðskálatunlinum uml. 800.000,-kr.
Trygging av vegnum fram til Brunaenda í Fuglafirði uml. 800.000,-kr.
Buss-stegðipláss o.a. við Gøtugjógv uml. 650.000,-kr.
2 buss-stegðipláss í Kollafirði, uml. 600.000,-kr.
Gongutunnil á Hvítanes, uml. 800.000,-kr.
Samanlagt: 5.250.000,-kr.

Hetta var uppskot Vinnumálastýrisins. Í sambandi við semju um íløgukarmin varð játtanin munandi skerd. Samanlagt var ætlanin at nýta góðar 24 mió.kr. til nýggjar landsvegir komandi ár. Hetta varð til 13 mió.kr. tá landsstýrið var liðugt at viðgera løgukarmin. Tí kunnu ikki nógvar "ábøtir" gerast komandi ár, tí til endamálið eru bert 300 tús.kr.

6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan)
1) Frágreiðing um játtanina til Skopun, Gomlu Rætt og Hest, samanborið við eykajáttanina, latin í eykajáttanarlógini í oktober 1999.
Talan verður um at breiðka legurnar í Skopun og á Gomlu Rætt, umframt at útskifta rampan í Skopun. Mett verður at tað kostar 4 mió.kr. á Gomlu Rætt og 6 mió.kr. í Skopun. Uttan MVG eru hesir kostnaðir ávíkavíst 3,2 mió.kr. og 4,8 mió.kr. Talan er um mett tøl.

Í Hesti er stórur ivi um, hvat skal gerast, og har er kommunan byggimyndugleiki. Tríggir møguleikar verða nevndir, og mett verður at hetta kostar millum 6 til 10 mió.kr. við MVG ella millum 4,8 og 8 mió.kr. uttan MVG.

Nýggjastu metingarnar eru, at kostnaðurin verður nærri teim 10 mió. kr. Samlaði kostnaðurin væntast sostatt at verða umleið 16 mió.kr. uttan MVG.

Verður samanborið við fíggjarlógaruppskotið, so sæst at samlaða játtanin er ætlað at verða 4,8 + 6,4 mió.kr. ella 11,2 mió.kr. Sostatt mangla millum 1,6 og 4,8 mió.kr. Her hevur FMS gjørt ein feil í sínum uppskoti, soleiðis at talið í uppruna uppskotinum var 8 mió.kr. fyri 2000. Hetta tal var u/ MVG. Fíggjarmálastýrið hevur drigið MVG frá hesum talið, og givið Vinnumálastýrinum einans 6,4 mió.kr. í 2000. Hetta eigur at verða rætta í broytingaruppskotinum til fíggjarlógina fyri 2000. Annað er so tað, at orsaka av at komið er longt út á árið, verða ætlandi bert brúktar umleið 1,8 mió. kr til umrøddu ætlanir í ár. Neyðugt verður tí at biðja um eykajáttan í ár 2000 til tað arbeiðið, sum ikki verður gjørt í 1999.

6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)
1) Frágreiðing um virksemi sum heild.
Í samband við fíggjarætlanararbeiðið ger SL á hvørjum árið eina frágreiðing um virksemið hjá fyritøkuni sum heild. Í løtuni verður síðsta hond løgd á frágreiðingina fyri 2000, og vænar VMS at fáa hana týsdagin ella mikudagin í komandi viku.

2) Hvussu við hækkanini av ferðaseðla-prísunum?
Tá arbeiðið at gera fíggjarætlanina fyri 2000 var liðugt, vísti henda, at nettojáttanin til SL skuldi verða 53,6 mió.kr., sum er munandi meiri enn játtanin fyri 1999. Orsøkin til hesa øking er m.a. lønarhækkingar á almenna arbeiðsmarknaðinum, klassaterminir, økt havnagjøld o.s.fr. Víst verður annars til frágreiðingina fyri 2000. Undir viðgerðini í Vinnumálastýrinum verður játtanin hækkað 2 mió.kr. til tess, at Smyril kann sigla 2 túrar meiri um vikuna til Suðuroyar. Um mánaðarskifti okt/nov er Strandferðslan komin eftir, at neyðugt verður at keypa nýggjar motarar til Ternuna II. Henda útreiðsla væntast at kosta 4 mió.kr bræv dagfest 28. oktober . Sostatt skal leggjast 6 mió.kr. afturat 53,6 mió.kr. og er játtanartørvurin 59,6 mió.kr. ella 14,4 mió.kr. hægri enn játtað.

Fyri at halda játtanina á einum lægri støði, var tí mett, at tað var rímuligt at hækkaferðaseðlaprísirnar hjá Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum. Ætlanin er at hækka ferðaseðlaprísirnar á Oyggjaleiðum við 10 kr. fyri persónar og við 20 kr. fyri akfør. Á Bygdaleiðum koma ferðaseðlaprísirnir at hækka við í mesta lagi 10 kr., men annars í mun til fjarstøðu/koyrilongd, soleiðis at hækkingin í meðal kanska verður einar 5 kr. Hækkingin í ferðaseðlaprísunum kemur væntandi at geva SL eina meirinntøku uppá góðar 10 mió.kr. Í metingini av meirinntøkum er hædd ikki tikin fyri m.a. príselasticiteti og broytingum í flutningsmynstrinum annars.

Sostatt vanta framvegis góðar 4,4 mió.kr. í til at nøkta játtanartørvin hjá Strandferðsluni.

6.38.3.01. Postverk Føroya (Landsfyritøka)
1) Frágreiðing um ætlanirnar við postverkinum.
2) Hvussu nógv verður goldið fyri flutning av posti til smáplássinum?
3) Talið av starvsfólkum lækkar úr 261,5 í 1999 til 236,5 í 2000.
4) 11. Lønir vm. lækkar úr 65,9 mió.kr. í 1999 til 63,68 mió.kr. í 2000. Frágreiðing.
skjal.

6.38.5.01. Ferðaráð Føroya (Rakstrarjáttan)
1) Verður peningurin býttur javnt út um alt landið?
Ferðaráðið nýtir játtanina soleiðis, at hon kemur øllum økjum í landinum til góðar við at stuðla ferðavinnuna beinleiðis ella óbeinleiðis.

Beinleiðis stuðul: Økisferðavinnufeløgini fáa 500 tús. kr., sum m.a. fer til rakstur av kunningarstovum. Harumframt verður stuðul veittur til kunningarstøð í Sandoy. Umleið 100 tús. kr. fara til lokalar verkætlanir.

Óbeinleiðis stuðul: Uml. 3,1 mió. fara til marknaðarføring av Føroyum, sum ferðamannaland, sum ein heild. Uml. 1,3 mió. kr. fara til kunning, hvørs høvuðsendamál er at spjaða ferðafólk um alt landið, við at vísa teimum á ferðamannatilboð, kunningarstovur ymsastaðni í landinum, og m.a. at senda faldarar frá lokalfeløgunum, sum lýsir allar partar av ferðavinnuni, út í heimin.

Beinleiðis stuðulin fellur rættiliga javnt um alt landið. Óbeinleiðis stuðulin – marknaðarføring og kunning – gagnar teimum vinnum, kommunum og øðrum, sum kunnu bjóða ferðafólki dygdargóðar vørur og tænastur.

Nýggjur Barnsburðargrunnur
1) Frágreiðing um ætlanina
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt av at seta nevnd at gera uppskot um, hvussu ein barnsburðargrunnur kann skipast.

Barnsburðargrunnurin hugsast at verða skipaður soleiðis, at

Nevndin er verður skipað við tveimum løntakaraumboðum – ein fyri privata arbeiðsmarknaðin og ein fyri almenna arbeiðsmarknaðin – og tveimum arbeiðsgevaraumboðum - ein fyri privata arbeiðsmarknaðin og ein fyri almenna arbeiðsmarknaðin, umframt ein formaður. Eisini verður veitt skrivara hjálp.