Vinnunevndin - Grein 24, stk. 3-skjøl 1999

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Skjal A.c.

Ummæli frá vinnunevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Við skrivi, dagfest 21. oktober 1999, hevur fíggjarnevndin biðið vinnunevndina um at ummæla § 5 Fiskivinna, § 6 Vinnumál og § 9 Oljumál o.a. í fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25., 28. og 29. oktober og 4. november 1999.

Nevndin hevur gjøgnumgingið tær omanfyrinevndu greinarnar og hevur hesar viðmerkingar:

Til § 5 Fiskivinna hevur nevndin hesar viðmerkingar:

5.11.1.05. Fiskimálastýrið. Samlaðu útreiðslurnar gera eitt lop frá 7.685 til 10.296 tús. kr. Vinnunevndin setir spurnartekin við hetta.

5.34.2.05. Fiskiveiðieftirlitið. Vinnunevndin setir spurnartekin við, um tær 8. mió. eru nøktandi í sambandi við sáttmálan við Atlantic Airways um tyrlutænastu.

Henrik Old og Dan R. Petersen mæla til at strika játtanina upp á tær 8 mió. og viðmerkja, at ætlanin hjá landsstýrismanninum um at gera sáttmála við Atlantic Airways um 24 tíma vaktarskipan við tveimum tyrlum til bjarging og vaktarhald fyri 8-10 mió.kr. um árið líkist mest dreingjalótum. Hendan ætlan er hvat trygd viðvíkir so langt úti, at tað finnast ikki orð fyri tí. Vit kunnu undir ongum umstøðum standa "model" til slíkt.

Henrik Old og Dan R. Petersen vísa á, at sum øllum kunnugt, so hava vit 200 fjórðinga fiskimark, harumframt royna fiskiskip eisini uttan fyri 200 sm. Tað, sum landsstýrismaðurin og stjórin á Atlantic Airways fáast við, virkar amatørkent og boðar frá vantandi kunnleika til, hvat skal til fyri at fremja eina bjarging langt til havs, tá umstøðurnar eru av tí ringasta við stormi, myrkri, regni og sjóroki samanblandað.

Henrik Old og Dan R. Petersen nevna eisini, at harumframt er vakthavandi lækni als ikki nevndur í hesi amatørætlan. Vónandi sær fíggjarnevndin álvaran í hesum.

Henrik Old og Dan Petersen viðmerkja, at skal talan verða um eina føroyska bjargingarskipan, sum politiski myndugleikin skal standa "model" til, verður talan um heilt aðrar peningaupphæddir, og eisini neyðugt við fólki, sum skilir álvaran í hesum.

5.35.1.04. Bjargingarfeløg. Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen vísa á, at tey tíggju bjargingarfeløgini gera eitt stórt ókeypis arbeiði, og at greitt er, at kr. 18.000 pr. felag røkka ikki langt. Tí skjóta teir upp at hækka hesa játtan við kr. 100.000, so hvørt felag fær 10.000 í meirjáttan.

5.35.1.10. Trygdarmiðstøð. Vinnunevndin setir spurning við, um ikki konto 7.23.3.25 Føroya Brandskúli átti at verið undir sama stýri sum Trygdarmiðstøðin. Fyri vinnunevndina er tað óskiljandi, at Føroya Brandskúli skal steingjast, og mælir tí fíggjarnevndini til at hækka játtanina soleiðis, at skúlin kann virka smb. galdandi krøvum.

Til § 6 vinnumál hevur nevndin hesar viðmerkingar:

6.11.1. Fyrisiting. Vinnunevndin heldur, at bygnaðarbroytingar, har funktiónir verða fluttar t.d. til Vinnumálastýrið, eiga at hava sparingar sum úrslit aðrastaðni, um flytingarnar yvirhøvur skulu verða. Funktiónir viðvíkjandi havnum og vegum eiga t.d. ikki at verða fluttar frá Landsverkfrøðinginum til Vinnumálastýrið. Vinnunevndin ger fíggjarnevndina varuga við ta dupultfunksjón, sum er við at taka seg upp, síðani skipanin við aðalstýrum var sett á stovn. Tað, sum vinnunevndin serliga vil gera vart við, er, at Vinnumálastýrið er farið at umsita tey mál, sum Landsverkfrøðingurin hevur umsitið seinastu 50 árini. Sjálvandi so hvørt hesi mál eru komin fram. Nevndin vil hava fíggjarnevndina at kanna ta stóru øking í starvfólkatalinum í Vinnumálastýrinum.

Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen viðmerkja eisini, at sum dømi kann nevnast, at í lønarflokki 36 ella hægri eru 4 størv, og onnur eru 10 í tali. Tað vil siga 14 størv í mun til 1997, tá vóru 7,3 størv í Vinnumálastýrinum. Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen hava varhugan av, at hetta kemst av, at Vinnumálstýrið er farið at umsita ein stóran part av tí, sum Landsverkfrøðingsstovnurin hevur umsitið og eisini umsitur í dag. Játtanin er eisini hækkað frá 3,1 millión í 1997 til 6,1 millión ár 2000. Ætlanin er, at játtanin skal hækka til 6,5 milliónir ár 2002. Tað vil siga, at Vinnumálastýrið longu nú kostar tað sama sum Lansverkfrøðingsstovnurin. Hóast har eru 21 fulltíðarstørv. Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen átala tann ruðuleika, sum er uppstaðin av hesum dupultfunksjónum. Fyri tað fyrsta so kostar hetta nógvan pening, harafturat kemur, at hetta skapar ótryggleika á Landsverkfrøðingsstovninum. Tað kann eisini tykjast løgið, at roynt verður at niðurbróta tann einasta almenna stovn, sum situr inni við allari tekniskari vitan um tunnil og vegagerð, herundir havnaútbygging. Harafturat kemur, at stovnurin hevur drúgvar royndir av tunnilbygging og er í høgum metum í grannalondum okkara. Teir standa í hvussu er spyrjandi, hvat tað er, sum gongur fyri seg í Føroyum, nú farast skal undir tað størsta prosjekti nakrantíð, er Landsverkfrøðingurin uppsagdur, og stovnurin settur í skammikrók.

6.11.1.16. Viðlíkahald. Í sambandi við ta játtan, sum er sett av til Bryggjubakka (A3), vísir nevndin á, at játtanaráheitan til tað sama áður er feld í tinginum. Vinnunevndin heldur, at tað eigur at verða kannað, hvør munur er á hesi játtanini í mun til ta feldu játtanaráheitanina.

6.33.2.04. Skógrøkt landsins. Vinnunevndin vísir á, at kontoin til Ung í arbeiðið er strikað. Hetta harmast nevndin um.

6.36.1.04. Havbúnaðarroyndir. Vinnunevndin vísir á, at játtanin her er á kr. 14,6 mió.kr. Fyri nøkrum árum síðan varð bygd lívfiskastøð í Skopun, tí neyðugt var at fara úr Sundalagnum orsakað av smittuvanda. Nú byggir Fiskaaling nýggja kalvaroyndarstøð so at siga á sama øki. Hetta er óskiljandi og krevur eina nærri frágreiðing.

6.37.1.13. TK-Stovan. Vinnunevndin ger vart við, at hækkingin her er meira enn úr 1/3 til ½, og setir spurnartekin við, um tað er neyðugt at hava bæði TK-Stovuna og Menningarstovuna. Eisini heitir vinnunevndin á fíggjarnevndina um at kanna, hvat er hent við útflutningsráðnum.

6.37.2.13. Kappingartillagandi tiltøk. Vinnunevndin mælir til, at játtanin verður strikað.

6.38.1.07. Nýggir landsvegir. Vinnunevndin heitir á fíggjarnevndina um at hækka játtanina til nýggjar vegir. Vinnunevndin dugir m.a. ikki at skilja talið 0,3 mió. kr., sum eru settar av til ábøtur. Vinnunevndin mælir til, at játtanin til ábøtur verður tann sama sum í ár. Ein hækkað játtan til nýggjar vegir kundi t.d. verið tikin frá konto 6.37.2.13.

6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins. Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen taka ikki undir við, at ferðaseðlaprísirnir hækka, sum upplýst av landsstýrismanninum í skrivi til nevndina (viðlagt). Hesir mæla til, at játtanin á fíggjarlógini til Strandfaraskip Landsins verður hækkað samsvarandi. Teir vísa á, at ein hækking í ferðaseðlaprísunum kemur at raka útjaðaran.

6.38.5.01. Ferðaráð Føroya. Vinnunevndin vísir á, at henda konto er hækkað við 300 túsund og setir spurnartekin við, um pengarnir, sum vera játtaðir á hesi konto, eru rætt býttir, javnt yvir alt landið.

Til § 9 Oljumál o.a. hevur nevndin hesar viðmerkingar:

Hóast Oljumálastýrið er vorðið sjálvstøðugt stýri, so er umsiting ikki flutt við Oljumálastýrinum frá Vinnumálastýrinum, við tað at játtanin til bæði hesi stýrini er hækkað.

Sum eina almenna viðmerking vil vinnunevndin eisini vísa á, at sambært statusuppgerð, sum nevndin hevur fingið yvir nýtsluna pr. 30. september 1999 á teimum høvuðskonti á fíggjarlógini, sum eru til ummælis í vinnunevndini (viðløgd), so er ein røð av játtanum yvirtrektar munandi. Vinnunevndin heitir á fíggjarnevndina um at kanna hesi yvirtrek og í hesum sambandi eisini at fáa upplýst, um talan er um, at undirbudgetteringar verða gjørdar, har tað ikki er neyðugt við eykajáttan.

Viðlagt ummælinum eru hesi nevndarskjøl:

  1. Statusuppgerð yvir nýtsluna pr. 30. september 1999 á teimum høvuðskonti á fíggjarlógini, sum eru til ummælis í uttanlandsnevndini.
  2. Uppskot til eykajáttan fyri oktober 1998, konto nr. 6.11.1.08 Flyting av Vinnumálastýrinum.
  3. Fyrispurningur frá vinnunevndini til Vinnumálastýrið, dagfestur 26. oktober 1999, viðvíkjandi hækkingum í ferðaseðlaprísunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
  4. Svar frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, upp á fyrispurning viðvíkjandi hækkingum í ferðaseðlaprísunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
  5. Fyrispurningur frá Vinnunevndini til Fiskimálastýri, dagfestur 2. november 1999, viðvíkjandi játtanini til fiskivinnuroyndir.
  6. Svar frá Fiskimálastýrinum, dagfest 3. november 1999, upp á fyrispurning viðvíkjandi játtanini til fiskivinnuroyndir.
  7. Telefonnotat frá samrøðu við Fiskimálastýrið tann 3. november 1999 í sambandi við fyrispurning viðvíkjandi játtanini til fiskivinnuroyndir.

Vinnunevndin, 4. november 1999

 

Heini O. Heinesen
formaður
Alfred Olsen
næstformaður
Kjartan I. Joensen
Jákup Suni Joensen
Henrik Old
Dan R. Petersen
Ronald Poulsen