Fólkaatkvøða - stjórnarskipan

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  9/1999


Skjal D

 

 GRUNDLÓGARNEVNDIN FORMAÐURIN

 

Tórshavn, tann 09.11.99
J.Nr.: 101-3/98
(at tilskila í svari)
Viðgjørt: KáR/JPJ

 

 NOTAT
gjørt til fund í uttanlandsnevndini 9. november 1999. 

Formæli

Umvegis løgmansskrivstovuna  hava formaðurin og skrivarin í Grundlógarnevndini fingið henda spurning: 

"Hvussu mann vildi gjørt í okkara parti av heiminum, tá ið slíkar stórar broytingar skulu gerast, t.d. grundlógarbroytingar ella sum í hesum førum at avtaka heimastýrislógina, fyri at tryggja tað mest demokratisku mannagongdina."

Formaðurin og skrivarin í grundlógarnevndini hava skrivað hetta notatið til tess at vera uttanlandsnevndini til hjálpar. Uppgávan fellur tó innihaldsliga nakað uttanfyri arbeiðið hjá grundlógarnevndini annars, og ynskir uttanlandsnevndin gjøllari frágreiðing, krevst tessvegna longri fyrireikingartíð.  

Avgerðir, ið eru so víðfevndar, at tær kunnu sigast vera av stjórnarskipanarligum slagi, krevja vanliga bæði politiskt og stjórnarrættarliga serliga framferð. 

Vísast skal á, at talan er um eitt fyribils notat, og nágreiniligari rannsóknir helst kunnu fremjast. Vit ivast tó í, um vit í starvi okkara eiga at fremja slíkar.  

Stjórnarskipanarligar broytingar - mannagongd 

Niðanfyri eru tær vanligu mannagongdirnar til stjórnarskipanarligar broytingar lýstar. Aðrar finnast tó til fremjan av serligum broytingum, eitt nú til flytan av suvereniteti (fullveldi). 

Tað samanberandi yvirlitið er einans tekstbaserað, tvs. fyrilit er ikki tikið fyri siðvenju. Hugsast kann, at eitt nú fólkaatkvøðu er kravd sambært rættarsiðvenju ella politiska siðvenju. Dømi um hetta er, at í Danmark  hevur verið hildin vegleiðandi fólkaatkvøða í 1986 (um innara marknaðin hjá EF) [1] og í 1993 (um Edinburgh avtaluna) [2], hóast hetta ikki kravdist. 

 

land / framferð

tvey ting

meiriluti á tingi

fólkaatkvøða

meiriluti á f.atkv.

Føroyar

ja

vanligur

nei

Danmark

ja

vanligur

ja

40 % av øllum ja [2]

Norra

ja

2/3

nei

Svøríki

ja

vanligur

kann krevjast

50 % á vali nei [4]

Ísland

ja

vanligur

nei

Estland

ja/

3/5 aðru ferð

nei

 

nei

3/5

ja

vanligur

 Stjórnarskipanarligar broytingar - innihaldsliga 

Nær ein áseting er so víðfevnd, at hon stjórnarrættarliga krevur framferð eftir mannagongdini um stjórnarskipanarligar broytingar, er ein trupul spurningur. Greitt er, at tá ásetingar í Stýrisskipanarlógini skulu broytast, so má farast fram eftir § 57, tvs. tvey ting á rað skulu samtykkja uppskotið. Meiri ógreitt er, tá tey viðurskiftini, ætlanin er at broyta, ikki eru umrødd í Stýrisskipanarlógini. Her má tulking gera av, um viðurskiftini eru av slíkum slag, at tey kunnu fremjast við aðrari mannagongd – løgtingssamtykt, løgtingslógarsamtykt, samtykt av millumtjóða sáttmála – ella krevja framferð sum stýrisskipanarlógarbroyting.


Nevnast kann, at Danmark fekk sína GL § 20 í 1953 til tess at skapa heimild at lata frá sær suverenitet (fullveldi). Í § 20 er serlig framferð ásett, har fólkaatkvøða krevst, um ikki 5/6 av fólkatinginum taka undir. 

At Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt og kunnu taka seg úr danska ríkinum er lítil ivi um.  

Tað er tó neyvan rætt, at formaðurin og skrivarin í grundlógarnevndini gera av, hvør mannagongd skal til sambært Føroysku Stýrisskipanina at fremja eina fullveldisætlan.

Fólkaatkvøður - ásetingar

Nógv er sagt og skrivað um fólkaatkvøður. Ein góð lýsing av evninum fæst í Grundloven med kommentarer s. 212-227 (viðmerkingar til GL § 42).

 Tosað verður í løgfrøðini um (í øllum førum) trý sløg av fólkaatkvøðum. 

Tann kravda bindandi fólkaatkvøðan er ikki at finna í føroysku Stýrisskipanarlógini. (Men í grundlógini §§ 20, 42, 89) Hetta merkir, at ongin áseting krevur at løgtingið skal spyrja fólkið eftir á eini fólkaatkvøðu. Til ber tó at hugsa sær, at fólkaatkvøða er kravd eftir eini tulking av føroyska stjórnarrættinum, eitt nú sum ein analogi av § 88 í (galdandi, donsku) Grundlógini.  Undir øllum umstøðum er politiska kravið um fólkaatkvøðu helst eisini stórt, um talan er um avgerðir við umfatandi avleiðingum. 

Tann sjálvkravda bindandi fólkaatkvøðan er hvørki umrødd í Stýrisskipanarlógini ella í Grundlógini. Røddir hava verið frammi um, at løgtingið ikki kann avgerða at leggja ein spurning út til avgerðandi fólkaatkvøðu. Men fólkatingið nýtti hesa framferð á fólkaatkvøðuni um Vesturindisku Oyggjarnar. [5] Nýggjari fatan (bæði Ross, Zahle, Koch) [6] er, at fólkatingið kann avgerða at lata ein spurning fara til bindandi fólkaatkvøðu, um bert onki í Grundlógini forðar hesum. Henda tulking merkir, at løgtingið, so leingi Stýrisskipanarlógin ikki í einstøkum forðar tí, kann avgerða, at bindandi fólkaatkvøða skal haldast. 

Tann sjálvkravda vegleiðandi fólkaatkvøðan er ikki ásett í Stýrisskipanarlóg ella Grundlóg, men hildið verður, at tingið kann halda eina slíka. Tann vegleiðandi fólkaatkvøðan bindur ikki løgfrøðiliga, men politiskt er neyvan hugsandi, at tingið gongur ímóti eini fólkaatkvøðu. 

Fólkaatkvøða krevur altíð heimild í lóg ella stjórnarskipan.

Fólkaatkvøða – framferð

Vanliga verður fólkaatkvøða nýtt at góðkenna eitt samtykt uppskot.  

Á okkara leiðum er ikki kent tað fyribrygdi, sum eitt í Schweitz ella California verður nýtt at lóggeva ella broyta stjórnarskipanina beinleiðis við fólkaatkvøðu. 

Góðkenningin nýtist ikki at vera síðsta liðið í eini viðtøku. Framferðin, tá Norra og Svøríki (saman við øðrum) søktu um ES limaskap, lýsir hetta. Fyrst samráddust stjórnirnar. Síðani varð sáttmálin samtyktur á tingi. Síðani var hann lagdur fyri fólkið. Tá sviar høvdu sagt ja, meðan norðmenn søgdu nei, var sáttmálin lagdur fyri ES-tingið, sum sostatt var síðsti liður. 

Vit hava tó onki dømi funnið um, at byrja er við eini fólkaatkvøðu, soleiðis at vegleiðandi fólkaatkvøða verður hildin undan samráðingunum um ein sáttmála.

Vanlig donsk fatan er, at ein fólkaatkvøða bert kann fremjast sum ein ja/nei atkvøða ikki sum ein alternativ atkvøða at taka dagar ímillum tvey ymisk uppskot. 

Eftirmæli

Neyðugt er altíð at skilja ímillum rættarlig og politisk krøv. Politiskt ber til at fremja tað, sum ikki rættarlig forðing er fyri, um politisk undirtøka er. Rættarlig krøv seta mark fyri politiskari framferð, sjálvt um undirtøka er. Ein fatan av, hvat føroyskur stjórnarrættur sigur, er tó tórfør at dána sær, tí nærum ongir dómar eru um júst tulkingina av føroysku stjórnarskipanini.

Niðurstøða

Onki dømi er um, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða verður hildin, áðrenn samráðingarnar um ein sáttmála verða framdar. Men fólkaatkvøðan nýtist ikki vera síðsti liður í viðtøkuni. 

Jóan Pauli Joensen

Kári á Rógvi

[1] Grundloven med kommentarer s. 225
[2] Grundloven med kommentarer s. 130
[3] Meiriluti á fólkaatkvøðuni skal vera fyri uppskotinum, og hesi skulu vera í minsta lagi 40% av veljarafjøldini
[4] Fólkaatkvøðan verður hildin samstundis sum ríkisdagsval. Fleiri enn 50% av teimum á vali henda dag skulu vera ímóti, um uppskotið skal fella. Blankar atkvøður á fólkaatkvøðuni eru sostatt til fyrimuns fyri uppskotið
[5] Sí um hesa Grundloven med kommentarer s. 225
[6] Grundloven med kommentarer s. 224

 

GRUNDLÓGARNEVNDIN FORMAÐURIN

Skjal 1 – Ymsar stjórnarskipanarligar ásetingar 

Føroyska Stýrisskipanarlógin § 57.

(1)   Um so er, at løgtingið samtykkir uppskot til broytingar av hesi løgtingslóg, kann samtykta løgtingslógaruppskotið ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Hitt soleiðis samtykta løgtingslógaruppskotið skal eftir næsta val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins, og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.


Danska Grundlógin § 20.

(1)   Beføjelser, som efter denne grundlov tilkommer rigets myndigheder, kan ved lov i nærmere bestemt omfang overlades til mellemfolkelige myndigheder, der er oprettet ved gensidig overenskomst med andre stater til fremme af mellemfolkelig retsorden og samarbejde.

(2)   Til vedtagelse af lovforslag herom kræves et flertal på fem sjettedele af folketingets medlemmer. Opnås et sådant flertal ikke, men dog det til vedtagelse af almindelige lovforslag nødvendige flertal, og opretholder regeringen forslaget, forelægges det folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse efter de for folkeafstemninger i § 42 fastsatte regler.

Danska Grundlógin §88.

(1)   Vedtager folketinget et forslag til en ny grundlovsbestemmelse, og regeringen vil fremme sagen, udskrives nyvalg til folketinget. Vedtages forslaget i uændret skikkelse af det efter valget følgende folketing, bliver det inden en halvt år efter den endelige vedtagelse at forelægge folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse ved direkte afstemning. De nærmere regler for denne afstemning fastsættes ved lov. Har et flertal af de i afstemningen deltagende og mindst 40 procent af samtlige stemmeberettigede afgivet deres stemme for folketingets beslutning, og stadfæstes denne af kongen, er den grundlov.

Norska Grundlógin § 112.

(1)   Viser Erfaring, at nogen Del af denne Kongeriget Norges Grundlov bør forandres, skal Forslaget derom fremsættes paa første, andet eller tredie Storthing efter et nyt Valg og kundgjøres ved Trykken. Men det tilkommer først det første, andet eller tredie Storthing efter næste Valg at bestemme, om den foreslaaede Forandring bør finde Sted eller ei. Dog maa saadan Forandring aldrig modsige denne Grundlovs Principer, men alene angaa Modifikationer i enkelte Bestemmelser, der ikke forandre denne Konstitutions Aand, og bør to Trediedele af Storthinget være enige i saadan Forandring.

Svenska stjórnaskipanin Kap 8, 15 §

(1)   Grundlag stiftas genom två likalydande beslut. Det andra beslutet får ej fattas, förrän det efter det första beslutethar hållits val till riksdagen i hela riket och den nyvalda riksdagen har samlats. Vidare skall minst nio månader förflyta mellan den tidpunkt då ärendet första gången anmäldes i riksdagens kammare och valet, såvida icke konstitutionsutskottet genom beslut, som fattas senast vid ärendets beredning och varom minst fem sjättedelar avledamöterna förenar sig, medgiver undantag härifrån.

(2)   Riksdagen får icke såsom vilande antaga ett förslag omstiftande av grundlag, som är oförenligt med annat vilande grundlagsförslag, utan att samtidigt förkasta det först antagna förslaget.

(3)   Folkomröstning om vilande grundlagsförslag skall anordnas, om yrkande därom framställes av minst en tiondel av riksdagensledamöter och minst en tredjedel av ledamöterna röstar förbifall till yrkandet. Sådant yrkande skall framställas inomfemton dagar från det att riksdagen antog grundlags förslagetsom vilande. Yrkandet skall ej beredas i utskott.

(4)   Folkomröstningen skall hållas samtidigt med det val tillriksdagen som avses i första stycket. Vid omröstningen får desom har rösträtt vid valet förklara huruvida de godtar detvilande grundlagsförslaget eller ej. Förslaget är förkastat, om de flesta av dem som deltager i omröstningen röstar mot förslaget och de till antalet är fler än hälften av dem som har avgivit godkända röster vid riksdagsvalet. I annat fall upptager riksdagen förslaget till slutlig prövning. Lag(1988:1442).

Íslendska Stjórnarskráin 79. gr.

(1)   Tillögur, hvort sem eru til breytinga eða viðauka á stjórnarskrá þessari, má bera upp bæði á reglulegu Alþingi og auka-Alþingi. Nái tillagan samþykki …1) skal rjúfa Alþingi þá þegar og stofna til almennra kosninga af nýju. Samþykki [Alþingi]1) ályktunina óbreytta, skal hún staðfest af forseta lýðveldisins, og er hún þá gild stjórnskipunarlög.

Estiska Grundlógin (Ensk Umseting) 

Article 89 [Special Procedures]
(1) The initiative for amending the Constitution shall belong both to the President of the Republic on the proposal of the Prime Minister and to the members of Parliament.

(2) A Government or private member's bill for amendment must be passed by the two Assemblies in identical terms. The amendment shall become definitive after approval by referendum.
(3) Nevertheless, the proposed amendment shall not be submitted to a referendum when the President of the Republic decides to submit it to Parliament convened in Congress; in this case, the proposed amendment shall be approved only if it is accepted by a three-fifths majority of the votes cast. The Bureau of the Congress shall be that of the National Assembly.
(4) No amendment procedure may be undertaken or followed when the integrity of the territory is in jeopardy.
(5) The republican form of government shall not be subject to amendment.

Chapter XV Amendments to the Constitution

Article 161 [Initiative]
(1) The right to initiate amendments to the Constitution shall rest with at least one-fifth of the complement of the Parliament and with the President of the Republic.
(2) Amendments to the Constitution may not be initiated, nor the Constitution amended, during a state of emergency or a state of war.

Article 162 [Referendum]

Chapter I and Chapter XV may be be amended only by referendum.  

Article 163 [Proceedings]
(1) The Constitution may be amended by a law which is adopted by:
1) referendum;
2) two successive complements of the Parliament;
3) the Parliament, in matters of urgency.
(2) A draft law to amend the Constitution shall be considered during three readings in the Parliament, whereby the interval between the first and second readings shall be at least three months, and the interval between the second and third readings shall be at least one month. The manner in which the Constitution is amended shall be decided at the third reading.
 

Article 164 [Majority for Referendum]
In order to put a proposed amendment to the Constitution to referendum, the approval of a three-fifths majority of the complement of the Parliament shall be mandatory. The referendum shall not be held earlier than three months from the time that such a resolution is adopted in the Parliament.

Article 165 [Majority for Adoption by Parliament]
(1) In order to amend the Constitution by two successive complements of the Parliament, the draft law to amend the Constitution must receive the support of the majority of the complement of the Parliament.
(2) If the next complement of the Parliament adopts the draft which received the support of the majority of the previous complement, without amendment, on its first reading and with a three-fifths majority of its complement, the law to amend the Constitution shall be adopted.
 

Article 166 [Very Qualified Majority]
A proposal to consider a proposed amendment to the Constitution as a matter of urgency shall be adopted by the Parliament by a four-fifths majority. In such a case the law to amend the Constitution shall be adopted by a two-thirds majority of the complement of the Parliament.
 

Article 167 [Proclamation]
The law to amend the Constitution shall be proclaimed by the President of the Republic and it shall enter into force on the date determined by the same law, but not earlier than three months after its proclamation.
 

Article 168 [Limit to Re-Introduction]
An amendment to the Constitution dealing with the same issue may not be re-introduced within one year of the rejection of the respective draft by referendum or by the Parliament.

_____