Uttanlandsnevndin - Grein 24, stk. 3-skjøl 1999

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Skjal E.a.

Ummæli frá uttanlandsnevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Við skrivi, dagfest 21. oktober 1999, hevur fíggjarnevndin biðið uttanlandsnevndina um at ummæla § 2 Løgmansfyrisitingin v.m., Uttanlandsmál og § 10 Sjálvstýrismál o.a., Felagsútreiðslur og uttanlandsmál í fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. oktober og 2. november 1999.

Uppá fyrispurning frá uttanlandsnevndini hevur formaðurin í fíggjarnevndini upplýst, at eisini § 2 Fyrisiting, Løgmansskrivstovan, Hernaðarkanning átti at verða ummæld av uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur gjøgnumgingið tær omanfyrinevndu greinarnar og hevur hesar viðmerkingar:

Í sambandi við gjøgnumgongdina av § 2.13.1. hevur nevndin sett løgmanni ávísar spurningar viðvíkjandi verkætlanini "Nord Atlantisk Brygge", og hevur løgmaður eisini svarað hesum spurningunum.

Nevndin tekur undir við, at kr. 500.000,- verða settar av sum føroyski parturin av fíggjarligu trygdini í fyrireikingartíðarskeiðnum í sambandi við hesa verkætlan. Løgmaður upplýsir, at um farið verður undir ætlanina, skal Føroyar eftir núverandi ætlan nýta 4,0 mió. kr. umframt omanfyri nevndu kr. 500.000 til ábøtur og nýinnrætting. Afturat hesum kemur so eisini rakstrarpeningur. Nevndin gongur út frá, at áðrenn endalig avgerð verður tikin, um farast skal undir tiltakið, verður spurningurin lagdur fyri Løgtingið til støðutakan.

Nevndin ynskir harumframt at gera fíggjarnevndina varuga við, at upphæddirnar, sum settar eru av til viðskiftastovur § 2.13.1., ikki eru reguleraðar fyri lønar- og prísvøkstur.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum til fíggjarlóg fyri ár 2000, hvat viðvíkur teimum greinunum, sum sendar eru uttanlandsnevndini til ummælis.

Viðlagt ummælinum eru hesi nevndarskjøl:

  1. Statusuppgerð yvir nýtsluna pr. 30. september 1999 á teimum høvuðskonti á fíggjarlógini, sum eru til ummælis í uttanlandsnevndini.
  2. E-postur, dagfestur 26. oktober 1999, við spurningum, sum nevndin hevur sett løgmanni viðvíkjandi verkætlanini "Nord Atlantisk Brygge".
  3. E-postur, dagfestur 27. oktober 1999, við upplýsingum frá løgmansskrivstovuni um verkætlanina "Nord Atlantisk Brygge".
  4. Skriv, dagfest 20. oktober 1999, við upplýsingum frá løgmanni um verkætlanina "Nord Atlantisk Brygge".

Uttanlandsnevndin, 2. november 1999

sign. Hergeir Nielsen, formaður
sign. Heðin Mortensen, næstformaður
sign. Jógvan við Keldu
sign. Edmund Joensen
sign. Jóannes Eidesgaard
sign. Sámal Petur í Grund
sign. Jenis av Rana