Trivnaðarnevndin - Grein 24, stk. 3-skjøl 1999

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Skjal B.q.

Ummæli frá trivnaðarnevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Við skrivi, dagfest 21. oktober 1999, hevur fíggjarnevndin biðið trivnaðarnevndina um at ummæla § 8 í fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 22., 25., 26. og 29. oktober og 1. og 2 november 1999.

Nevndin hevur gjøgnumgingið omanfyrinevndu grein og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) hevur hesar viðmerkingar.

Eftir at hava viðgjørt § 8, sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini, metir meirilutin, at avsetingarnar á fleiri økjum eru ógreiðar, og at ógvusligar rættingar og dagføringar eru neyðugar á økinum. Meirilutin mælir tí fíggjarnevndini til at hyggja nærri at § 8 í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2000.

Vísandi til spurningar trivnaðarnevndarinnar og svar uppá hesar frá Almanna- og Heilsumálastýrinum fær fíggjarnevndin vónandi fatan av niðurstøðu okkara.

Hjálagt er avrit av samskifti millum trivnaðarnevndina og Almanna- og Heilsumálastýrið.

Somuleiðis eru hjáløgd avrit av skjølum, send trivnaðarnevndini undir viðgerðini.

Meirilutin nýtir eisini her høvi at viðmerkja, at arbeiðslagið hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum í sambandi við avgreiðsluna av hesum máli ikki hevur verið nøktandi.

Rúna Sivertsen hevur hesar viðmerkingar til svarini upp á fyrispurningar viðvíkjandi kt. 8.20.3.10, Klaksvíkar Sjúkrahús:

Sjúkrahúsráðið hevur í skrivi, dagfest 2. nov. 99, upplýst fyri trivnaðarnevndini, at tey ikki hava fingið fíggjarætlanina fyri ár 2000 til viðgerðar.

Tá tað frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, Helenu Dam á Neystabø og Høgna Joensen, verður upplýst, at orsøkin til ógvusliga niðurskurðin í játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús er, at fólkagrundarlagið er á leið tað sama, sum fyri Suðuroyðar Sjúkrahús, so er hetta ikki rætt: Tað búgva gott 800 fólk fleiri í Norðuroyggjum enn í Suðuroy. Hartil kemur, at KS í fleiri ár hevur verið upptøkuøki fyri alt landið á einum serøki, nevniliga innan ortopædkirurgi. Tá mett verður um virksemi á teimun trimun sjúkrahúsunum, mugu øll tøl nýtast, t.d. slag av viðgerðum, hvussu nógvar viðgerðir o.s.fr.v.

Víðari verður sagt, at um KS ikki megnar at taka ímóti øllum teimum sjúklingum, ið vístir verða til KS, mugu hesir sjúklingar fara til onnur sjúkrahús í Føroyum: Helena Dam á Neystabø tosar móti betri vitan, tá hon sigur slíkt, tí í árunum frá 1988 - 1997, bæði ár íroknað, vórðu gjørdar 296 aloplastikkir á KS, í 1998 55 og í 1999 58.

Eisini verður sagt, at eitt árið vórðu ongar aloplastikkir gjørdar á KS, og at tær ístaðin vórðu gjørdar í Havn: Síðani í 1988 hava alloplastikkir verið gjørdar á KS hvørt ár. Fæst vórðu gjørdar í 1992 og 1993 og flest í 1999, tó ongantíð færri enn 15. Hvørki av hinum báðum sjúkrahúsunum hava umstøður til at gera hesar skurðviðgerðir.

Landstýrismaðurin vísir á, at aktiviteturin á KS, í høvuðsheitum stendst av arbeiði, ið yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum gera á KS: Grundin til hetta er, at fysisku karmarnir á LS ikki eru til staðar, tá tað kemur til knø- og mjadnaútskiftingar, og at tað eftir øllum at døma ikki er arbeiðsfriður á LS. At eingin ortopædiskur yvirlækni í løtuni er á KS kemst av tí ótryggleika, ið starvsfólkið har kennir, orsakað av hvørt einasta ár at fáa boð um stórar skerjingar í játtani. Grundgevingarnar hjá landstýrismanninum fyri at gera hesa skerjing er púra burturvið og eigur at verða gjøllað kannað av fíggjarnevdini.

Tað er harmiligt at staðfesta, at svarini frá Almanna- og Heilsumálastýrinum ikki eru røtt og ei heldur samsvara við tey tøl, ið fyriliggja.

Ein minniluti (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) vísir fíggjarnevndini samanfatandi á fylgjandi viðvíkjandi grein 8, Almanna- og heilsumál:

  1. Tørvandi gjøgnumskygni og vantandi upplýsingar:

    a) Uppsetingin av tølunum bæði fyri 1998 (roknskapur), 1999 (játtan) og 2000 (ætlan) er í nógvum førum villeiðandi og ger tað trupult at gera rættar samanberingar millum ymiskar konti og millum ymisk ár. Í summum førum er talan um nettotøl og í øðrum førum um bruttotøl. Í summum førum skal takast hædd fyri, at mvg er tikið úr, og í øðrum er tað ikki.

    b) Tøl á løgtingsfíggjarlógini innan somu konti sama ár verða broytt uttan frágreiðing frá eini løgtingsfíggjarlóg til aðra. Tað ger uppgávuna at samanlíkna tær ymisku kontoirnar torførar, fyri ikki at siga ómøguligar í einstøkum førum.

    c) Tá trivnaðarnevndin hevur spurt Almanna- og Heilsumálastýrið um ymisk viðurskiftir og ivaspurningar, hava vit í fleiri førum ikki fingið svar uppá spurningarnar (víst verður til skriv frá Almanna- og Heilsumálastýrinum 2. nov. 1999, t.d. svar bls. 278 viðvíkjandi 8.21.6.07).
  2. Í flestu førum er í 2000-játtanini ikki tikin hædd fyri fullu lønarhækkingini. Tvs. at tað er ein innbygdur niðurskurður ella ein skerjing av evt. hækking í játtanini. Samstundis er starvsfólkatalið ikki skert samsvarandi. Tískil verður á henda hátt við játtanini óbeinleiðis álagt stovnunum í virksemi teirra at spara eina upphædd svarandi til tann partin av øktu lønarútreiðslunum, sum ikki er dekkaðar av játtanini. Hetta kann so gerast á ymiskan hátt sum t.d.: skerja starvsfólkatalið, skerja virksemið, gjøgnumføra rationaliseringar.
    Hetta eru vit ótrygg við, tí vit ikki vita, hvussu nógv og á hvønn hátt virksemið hjá stovnunum verður ávirkað.
  3. Í nógvum førum koma játtanartølini yvirhøvur ikki at halda, tí játtanin rætt og slætt er sett ov lágt. Tað er í stóran mun talan um eina generella undirbudgettering. Í talvuyvirliti niðanfyri vísa vit á, at ein partur av hesi undirbudgettering kemur av, at ov lág játtanartøl fyri 1999 eru brúkt sum grundarlag fyri 2000-játtanini. Her vísa okkara framrokningar av rakstrartølunum fyri nøkur høvuðskonti fyri 1999, at framroknaða ársnýtslan fer langt upp um játtanina. Av hesi grund koma so 2000-játtanartølini als ikki at halda.

  4. Yvirlit yvir nakrar høvuðskonti í grein 8 (alm. og heilsumál) - tølini eru nettotøl

    Korrigerað

    játtan 1999

    Munur millum

    Munur millum

    (játtan 1999

    framroknaðan

    ætlan 2000

    pluss væntað

    Framroknað

    rakstur 1999

    og

    eykajáttan

    rakstrartøl

    og

    Fíggjar-

    framroknaðan

    vegna lønar-

    1999

    korrigerað

    ætlan

    rakstur

    Høvuðskonto

    hækking 1999)

    (út frá 09.99)

    játtan 1999

    2000

    fyri 1999

    20304 Landssjúkrahúsið

    231,6

    237,2

    -5,6

    232,2

    -5,0

    20310 Klaksv. Sjúkrah.

    41,4

    42,8

    -1,4

    38,1

    -4,7

    20315 Suðuroyar Sjúkrah.

    29,4

    30,8

    -1,4

    29,0

    -1,8

    21604 Eldrarøkt

    154,0

    171,9

    -17,9

    158,1

    -13,8

    21701 Vanlig forsorg

    82,7

    99,2

    -16,5

    83,0

    -16,2

    Tils.

    539,1

    581,9

    -42,8

    540,4

    -41,5

    21801 Fólkapensjón

    265,3

    288,4

    -23,1

    278,6

    -9,8

    21804 Avlamispensjón

    134,0

    142,8

    -8,8

    138,9

    -3,9

    21807 Einkjupensjón

    2,3

    2,5

    -0,2

    21816 Nýggjar pensjónir

    26,2

    26,2

    Tils.

    401,6

    433,7

    -32,1

    443,7

    12,5

    Sambært landsstýrismanninum eru 40 mió.kr. á løgtingsfíggjarlógini fyri ár 2000
    merktar til nýggjar veitingar, sum ikki vóru í 1999 - nevnliga til nýggja pensjónslóggávu,
    herí javning og hækking av pensjónum. Nettotali av 40 mió.kr. er 37,3 mió.kr.
    (tá inntøka frá kommunum 6,75% er frároknað)

    -37,3

    Útfrá hesum fyritreytum manglar sostatt í ætlanunum hjá landsstýrinum
    á hesum nevndu høvuðskonti fyri ár 2000:

    -66,3

    Henda talva er viðløgd meira útgreinað

    Viðvíkjandi pensjónunum:                          Sí rættleiðing

    Viðmerking viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins um at hækka fólkapensjónina komandi ár:

    Sum ávíst er í talvuni omanfyri, kunnu vit staðfesta, at ikki er pláss fyri nakrari veruligari pensjónshækking yvirhøvur, um samgongan ikki vil vera við til at hækka játtanina til pensjónsøkið munandi komandi ár.

    Umframt tað sum er nevnt omanfyri, hava vit hesar viðmerkingar til serstakar konti:

  5. Viðv. 8.21.7.08. Tiltøk fyri ung: Nógv verður gjørt burturúr, at í sambandi við nýggja forsorgarlóg er ætlanin at "menna arbeiðsmarknaðarøkið á Almannastovuni". Tað einasta ítøkiliga, vit duga at síggja, er, at høvuðskontoin "Tiltøk fyri ung", vanliga nevnd "Ung í arbeiði", verður niðurløgd, og tær umleið 5 mió.kr., sum hava verið brúktar til hesa skipan, verða spardar burtur.
    Samstundis verður sagt, at í staðin fyri hesa skipan, ið var markað til ung millum 16 og 26 ár, skal koma ein nýggj aktiveringsskipan fyri øll á arbeiðsmarknaðinum, uttan aldursmark. Hetta tykist okkum løgið, at ein økt og víðkað aktiveringsskipan skal kunna gerast samstundis sum tær 5 mió.kr. til ta meira avmarkaðu aktiveringsskipanina til ung undir 26 ár verða spardar burtur. Ella sum tað verður sagt (bls. 281): "Uppskotið fer eftir ætlan at hava við sær sparingar uppá 5 mió.kr."
    Sosialpolitiskt er tað burturvið at niðurleggja eina vælvirkandi desentrala (kommunala) skipan, ið ikki er klientskapandi í sama mun, sum tá fólk koma undir forsorg vegna arbeiðsloysi. Hetta gongur eisini beint ímóti tí fráboðaða politikkinum um at leggja fleiri uppgávur út til kommunurnar. Nevnast kann eisini, at tann ekspertisan, sum er bygd upp úti í kommununum gjøgnum árini til at umsita "Ung í arbeiði", verður blakað burtur. At enda – men ikki av minsta týdningi – er at nevna, at við hesi ætlanini verður sostatt eingin skipan fyri tey, sum eru undir 18 ár. Tey verða slept uppá fjall.

    Tí mæla vit staðiliga til, at "Ung í arbeiði" ikki verður tikið av, og at tær 5 mió.kr verða aftur settar á játtanina.
  6. Viðv. 8.21.6.04: Eldrarøkt:
    Rakstur: Til rakstur av Ellis og Røktareheimum fer játtanin ikki at røkka. Víst verður m.a. á skriv sent inn frá stýrum á Ellis- og Røktarheimum, at raksturin á LF er ov lágt settur, og at tað tørvar 70 kr / íbúgva /døgn. Hetta orsakað av at eindarkostnaðurin, sum er brúktur sum útrokningargrundarlag í fíggjarætlanini, nevnliga 976 kr/døgn, er ov lágt settur, og at heldur skuldi verið 1046 kr. Eftir okkara hugsan er vandi fyri, at peningur, ið skuldi verið nýttur til t.d. viðlíkahald, fer til raksturin, um heimini koyra við ov lítlari játtan. Og úrslitið av hesum verður, at heimini forfella uppaftur meira, enn longu nú er staðfest.

    Viðlíkahald: Ivingarsamt er eisini, hvussu nógv í veruleikanum verður játtað til viðlíkahald. Trivnaðarnevndin hevur m.a. fingið skriv frá Ellis og Røktarheiminum í Vágum, har víst verður á, at viðlíkahaldstørvurin til bara hetta eina heimið verður mettur til 60% av øllum tí, ið verður játtað til viðlíkahaldið av øllum heimum í landinum.

    Tí mæla vit fíggjarnevndini til at tryggja sær, at neyðug játtan verður á FL til komandi ár, soleiðis at heimini kunnu verða hildin á forsvarligum støði.

    Heimarøkt: Við tí játtan, sum verður ætlað heimarøktini komandi ár, verður ikki hugsingur um at fremja ætlaðar betringar av skipanini, fyri ikki at tala um nýskipanir sum t.d. kvøld- og døgnrøkt. Tvørturímóti sær út til, at skipanin sum partur av eldrarøktini komandi ár noyðist at fremja sparingar, tí at ætlaða játtanin fyri eldrarøktina fyri ár 2000 er munandi lægri enn framroknaðu tølini fyri 1999 (sí viðløgdu talvu).
  7. Viðv. 8.21.9.01 Dagstovnar: Eftir galdandi lóg skal landsins partur av rakstrinum upp aftur á 40% frá 1.jan. ár 2000. Hetta viðførir eina útreiðsluøking hjá landskassanum uppá 10 mió.kr. Vit vísa á, at hesar 10 mió.kr. ikki eru settar á játtanina fyri 2000 (sí skjal við svari frá AHS).

    Haraftrat vísa vit á, at kommunurnar eru farnar undir fleiri nýggj tiltøk, sum landið ikki ber sín kostnað av, hóast kommunurnar hava rættarkrav mótvegis landsstýrinum sambært barnaforsorgarlógini (bæði viðv. rakstri og íløgum).
  8. Viðv. 8.20.3. Sjúkrahúsverkið:
    a) Viðlíkahald: Innan sjúkrahúsverkið er mangt, sum bendir á, at ov lítið er sett av til viðlíkahald av bygningunum. Serliga ring tykist støðan at vera á Landssjúkrahúsinum, ið fevnir um heilar 40.000 m2. Í tí sambandi verður heitt á fíggjarnevndina um at kanna, hvussu stórar upphæddir eru settar av til viðlíkahald, og um hesar upphæddir eru nøktandi ella um bygningarnir framhaldandi skulu fella í misrøkt.

    b) Rakstur: Mett eftir framroknaða rakstrinum fyri 1999 fyri øll 3 sjúkrahúsini (sí viðløgdu talvu), tykist játtanin fyri ár 2000 at vera lægri enn raksturin fyri 1999, og skulu tí enn størri sparingar fremjast í rakstrinum á øllum trimum sjúkrahúsum enn ætlað í uppskotinum fyri næsta ár.

    c) Útbygging: Vit kunnu staðfesta, at ætlaða útbyggingin av landssjúkrahúsinum í ár 2000 verður av ongum, og at allur tann játtaði peningurin fer til víðari projektering.

    d) Medicoteknisk tól: Hóast meting frá Medicoteknisku deildini í sjúkrahúsverkinum sigur, at tað er akuttur tørvur á íløgum til tólbúnað fyri í hvussu er 15 mió.kr., serliga til landssjúkrahúsið, og hóast landsstýrismaðurin sjálvur í fíggjarlógaruppskotinum sigur, at árligi tørvurin til tólbúnaðin hjá landssjúkrahúsinum er uml. 10 mió. kr., so verður – við orðum landsstýrismansins – "eingin serstøk játtan til endamálið". Og hon skoytir uppí: "Ei heldur eru pengar settir av til játtan til tól á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi". Tvs. hóast staðfesta tørvin er 0,0 kr settar á játtanina til komandi ár.
  9. 8.21.6.01. Serforsorg: Hóast landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur havt nógv føgur orð og lyftir um betraðar møguleikar hjá menningartarnaðum og sálarsjúkum, so kunnu vit staðfesta, at eingin króna er játtað til nýtt virksemi ella til betran av korunum hjá teimum, sum hava hesar tænastur fyri neyðini. Av teimum 4,9 mió.kr., sum játtanin til serforsorg skal hækka við, fara 2,2 mió. til virksemi, sum er flutt aðrastaðni frá, og restin, 2,7 mió., fer til lønarhækkingar.
  10. Annars er ein rúgva av smærri upphæddum, sum eru avsettar til ymisk sosialpolitisk tiltøk og feløg, harí eisini viðgerðarstøð. Øll hesi verða fyri antin eini beinleiðis ella eina lutfalsligari lækking í játtanini fyri ár 2000. Tað snýr seg t.d. um upplýsing um rúsdrekka og viðgerð, stuðul til feløg hjá brekaðum og øðrum stuðulsfeløgum sum t.d. Kreppumiðstøð, Reyði Krossur, Pro Vita o.n.a.
  11. At enda kunnu vit staðfesta, at tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verjir avgerð sína um lægri játtanir til Sjúkrahúsverkið, serliga Klaksvíkar Sjúkrahús, við tí grundgeving, at "hesa ferð verða onnur øki raðfest hægri innan almanna- og heilsuverkið", so sæst tað ikki aftur í ætlaðu játtanunum innan nakað øki í almanna- og heilsuverkinum komandi ár.

 Trivnaðarnevndin, 5 november 1999 

Páll á Reynatúgvu
formaður
Marjus Dam
næstformaður
Hans Pauli Strøm
Kristian Magnussen
Rúna Sivertsen
Finnur Helmsdal
Jóanis Nielsen

Yvirlit yvir hjáløgd skjøl:

Skjaladagf. Frá Viðvíkjandi
20.05.1999 Sjúkrahúsleiðaranum á Landssjúkrahúsinum til Almanna- og heilsumálastýrið Viðv. játtanini fyri ár 2000.
12.10.1999 Landssjúkrahúsinum, fyrisitingini, til Almanna- og heilsumálastýrið Viðvíkjandi játtanini fyri ár 2000.
19.10.1999. Frá Gjaldstovuni Roknskapar- og játtanaryvirlit viðvíkjandi Grein 8, dagført til 19.10.1999
20.10.1999 Sjúkrahúsráðnum fyri Landssjúkrahúsið til Almanna- og heilsumálastýrið Viðv. játtanini til Landssjúkrahúsið ár 2000.
21.10.1999 Ambulansutænastuni hjá Vága Bjargingarfelag til nevndina Viðvíkjandi sjúkraflutningi í Vágum
22.10.1999 Spurningar frá 6. nevndarfundi 22.10.1999 Viðvíkjandi § 8
25.10.1999 Sjúkrahúsráðnum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús til Helenu Dam á Neystbø, landsstýrismann, Viðvíkjandi fíggjarligu viðurskiftunum á sjúkrahúsinum
25.10.1999 Spurningar frá 7. nevndarfundi 25.10.1999 Viðvíkjandi § 8
26.10.1999 Ellisheiminum í Vágum til nevndina Fíggjarviðurskifti stovnsins
26.10.1999 Føroya Gjaldstovu Fsl- játtanarroknskapur – viðvíkjandi ymsum almannakonti.
26.10.1999 Spurningar frá 8. nevndarfundi 26.10.1999 Viðvíkjandi § 8
29.10.1999 Spurningar frá 9. nevndarfundi 29.10.1999 Viðvíkjandi § 8
02.11.1999 Svar frá AHS uppá spurningar frá 6., 7., 8 og 9. trivnaðarnevndarfundi Viðvíkjandi § 8
02.11.1999 Skriv frá Sjúkrahúsráðnum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús til nevndina Ummæli fíggjarlóg
02.11.1999 Skriv frá stuðulsbólkinum hjá Javna í Vágum Umsókn játtan
05.11.1999 Frá minnilutanum í trivnaðarnevndini Útgreining av tí sum restar í á fíggjarlógini