Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

50  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Skjal B

 

Løgmansskrivstovan Løgdeildin

 

Tórshavn 21.02.00
j. nr. 627-1

Løgtingið
att. Rættarnevndin
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn

 

Viðv. løgtingsmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartil-mæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

Í skrivi, dagfest tann 17. februar 2000, hevur rættarnevndin biðið landsstýrismannin um skrivliga at greiða frá, á hvønn hátt ætlanin er at orða uppskotið til fjølmiðlaábyrgdarløgtingslóg og nær hetta uppskot er klárt at leggja fyri Løgtingið.

Eisini biður rættarnevndin landsstýrismannin um at útvega rættarnevndini ríkismyndugleikanna áskoðan á, at gjørd verður løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

Við hesum verður sagt frá, at ætlanin er at orða eitt uppskot til fjølmiðlaløgtingslóg, ið fylgir norðurlendskari lóggávu á hesum øki.

Ítøkiliga skal uppskotið áseta redaktionella ábyrgd og revsiábyrgd fyri fjølmiðlavirksemi. Tað skal tryggja keldufrælsi og kelduverju fjølmiðlanna saman við broyting í revsilógini. Tað skal áseta reglur fyri fjølmiðlavirksemi á alnótini. Lógin skal áseta virkisøkið hjá eini fjølmiðlanevnd eins og í danska uppskotinum, sum skal verða sett saman av javnbjóðis umboðum fyri almenning og fjølmiðlar. Lógin skal forða fyri sensuri móti fjølmiðlum, men eggja til sjálvsensur.

Uppskotið kann verða klárt at leggja fyri Løgtingið síðst í hesum ári.

Vísandi til at ríkisrættarliga støða Føroya væntandi tá er avgreidd, ætlar landsstýrismaðurin ikki at spyrja ríkisumboðið um hennara áskoðan á, at gjørd verður løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd. Tann politiski og løgfrøðiligi spurningurin kann takast upp, tá lóggávan er klár.

 

Høgni Hoydal
Landsstýrismaður

/Rúni Joensen
deildarstjóri