Rættarnevndin - Grein 24, stk. 3-skjøl 1999

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Skjal D.d.

Ummæli frá rættarnevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Við skrivi, dagfest 21. oktober 1999, hevur fíggjarnevndin biðið rættarnevndina um at ummæla § 2. Løgmansfyrisiting v.m. 2.11.1. Kommunal viðurskifti og § 10. Sjálvstýrismál o.a. og Lógarmál í fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 28. oktober og 4. november 1999.

Nevndin hevur gjøgnumgingið tær omanfyrinevndu greinarnar og hevur hesar viðmerkingar:

Á konto 10.14.1.01.23, útreiðslur av vali, eru settar av kr. 50.000 fyri 2000. Hetta er ov lítið um landsstýrið skal skipa fyri eini (kannska tveimum) fólkaatkvøðum í 2000.

Aðrar viðmerkingar hevur nevndin ikki.

Rættarnevndin, 4. november 1999

Sámal P. í Grund     
formaður
Finnur Helmsdal
Annita á Fríðriksmørk
Rúna Sivertsen
Eyðun Viderø
Lisbeth L. Petersen
Hans Pauli Strøm

SKJØL:

Skjaladagf. Til/Frá Viðvíkjandi
28.10.1999 Frá nevndini
til Løgmansskrivstovuna
§ 2 og § 10
Apríl 1999 Happadrátturin Ársroknskapurin 1998
03.11.1999 Løgmansskrivstovuni Fólkatkvøðum
04.11.1999 Ummæli frá nevndini til fíggjarnevndina § 2 og § 10