Mentanarnevndin - Grein 24, stk. 3-skjøl 1999

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Skjal C.k

 

FØROYAHÚSIÐ
Vesterbrogade 17A, 1620 København V
Tlf. 33 23 15 87, Info. 33 23 15 86, Fax 33 23 15 88, Mobiltlf. 28 11 85 95

 

Keypmannahavn, tann 09.nov. 1999

Mentanarnevnd Føroya Løgtings
Løgtingið
FO-100 Tórshavn

 

Viðv. játtanini til Føroyahúsið í Keypmannahavn ár 2000

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er hvørki hækkan ella framskriving gjørd í ætlaðu játtanini til Føroyahúsið í Keypmannahavn. Verður játtanin fyri ár 2000 ikki hækkað, er hetta at skilja sum eitt afturstig við út við kr. 50.000. Hetta er sera óheppið í so lítlum stovni, har nakar túsund kr. meira ella minni gera stóran mun.

Føroya Landsstýri góðkendi í 1993 sáttmálan, sum tá varð gjørdur. Og var kunnugt við tann innbygda húsaleiguvøksturin ár av ári.

Húsaleigan fyri 1999 er kr. 562.852. Men 1. januar 2000 verður lagt kr. 8.800 afturat, tí umhvørvið uttan um okkum verður sett í stand undir "Byfornylesen". Sostatt verður húsaleigan kr. 571.655 frá 1. januar 2000. Harafturat skal hon hækkast eftir sáttmálanum frá 1993 við 4%, sum svarar til kr. 22.866. Húsaleigan fyri 2000 kr. verður tí 594.520.

Einki gerst við húsaleiguna, og vit eru sáttmálabundin fram til 2004. Afturat húsaleiguni kemur so varmi, ljós, viðlíkahald og lønir o. a.

Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur nógv ár á baki. So við og við er hetta vorðin ein stovnur, sum útisetar og føroyingar á ferð hava í huganum og vitja.

Føroyahúsið er okkara mentanarpallur niðri. Mong ung og tilkomin fáa høvi á fyrsta sinni at royna seg innan tónleik, list, sjónleik, fjølmiðlar o. a. í hesum húsi. Húsið er sambindingarlið millum føroyingar niðri. Her hittast fólk til gamans og álvara. Um dagarnar nøkur til ein kaffimunn og at lesa bløðini. Um kvøldarnar til talv, kórsang, føroyskan dans, fyrilestur, orðaskifti, matborð, veitslur o. m. a.

 

Føroyahúsið er ein stovnur, sum er við til at stimbra meðvitið um, hvørji vit eru. Her hava føroyingar høvi at hittast í hugnaligum hølum við føroyskum bókasavni, bløðum, tíðarritum, tónleiki og list.

Húsið er eisini eitt føroyskt andlit herniðri. Donsku fjølmiðlar sum útvarp, sjónvarp og bløðini vita um okkum, ringja okkum upp, koma inn á gólvið og biðja um upplýsingar um føroysk viðurskifti frá okkum, biðja um vegleiðing og ráð í ymsum. Einstaklingar, feløg og skúlar biðja somuleiðis um kunningartilfar, vegleiðing og stundum undirvísing um føroysk viðurskifti.

Føroyahúsið hevur tí ein virknan leiklut til frama fyri Føroyar, okkara umdømi millum dana og okkara samstarv við teir. Eru umstøður til tess, kann leiðslan saman við sjálvbodnum náa rættiliga fitt av slíkum, sum er til frama fyri Føroyar.

Heitt verður tí við hesum skrivi á Mentanarnevnd Løgtingsins um at taka játtanina til Føroyahúsið upp til viðgerðar við tí í hyggju at meta um møguleikarnar fyri at hækka játtanina fyri ár 2000 við kr. 150.000 – 200.000. 

Við hávirðing 

Martin Fjallstein