Mentanarnevndin - Grein 24, stk. 3-skjøl 1999

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg 2000

Skjal C.j

Ummæli frá mentanarnevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Við skrivi, dagfest 21. oktober 1999, hevur fíggjarnevndin biðið mentanarnevndina um at ummæla § 7 í fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 27. og 29. oktober og 1. og 3. november 1999.

Nevndin hevur gjøgnumgingið tær omanfyrinevndu greinarnar og hevur hesar viðmerkingar:

Nevndin heldur ikki, at uppsetti fíggjarkarmurin fyri fólkaskúlan fer at halda, eisini um sæð verður burtur frá møguligari hækking, sum stavar frá samráðingum við Føroya Lærarafelag í mars 2000. Her verður eitt nú hugsað um forskúlaflokkar, skúlavegleiðaraskipan og læraraeftirlønir.

Sjónvarp Føroya roknar í fíggjarætlan síni við, at inntøkurnar fara at hækka við góðum 5,5 mió kr. í mun til roknskapin 1998. Hetta er ein hækking uppá góð 25 %, og ger nevndin vart við, at henda metta hækking kemur ikki at halda, og henda uppseting fer at hava við sær, at Sjónvarpið í komandi ári skal fremja munandi skerjingar, ella at landskassin má veita studningsupphædd við eykajáttan, fyri at virksemi sjónvarpsins kann halda á óbroytt.

Nevndin mælir fíggjarnevndini til at strika C átekningar til § 7 nr. 1, 3, 5, 6 og 7. Fíggjarlógin skal vísa eina sanna mynd av øllum inntøkum og útreiðslum landsins í 2000. Spurningurin um at nýta avlop/hall komandi árið er spurnignur um at seta meiri/minni á fíggjarlógina ár 2001.

Nevndin vísir á, at frítíðarfeløg og onnur feløg, sum fáa ávísar studningsupphæddir, eru fyri reellari lækking ígjøgnum fleiri ár, av tí at upphæddirnar ikki eru dagførdar samsvarandi príshækkingum, og mælir til, at upphæddirnar verða dagførdar.

Ein óheppin gongd er í útreiðslubýtinum millum skúlamáls- og mentamálsøkið. Mentanarøkið fer niður við 3,3 mió. kr., meðan skúlamálsøkið hækkar við 33,8 mió. kr. Her átti betri javnvág at verið. Harumframt er ein umfordeiling farin fram innan mentanarøkið, sum nevndin als ikki kann ganga undir, har serliga ÍSF hevur verið fyri vanbýti.

Heðin Mortensen vísir á, at sera hugstoytt og ørkymlandi kennist tað, at stuðulin til Ítróttarsambandið Føroya minkar við heili 75% - úr 2,0 milliónum niður í kr. 560.000,-. Konstanterast kann, at stuðulin, sum her verður tikin frá Ítróttarsambandinum, verður nýttur til at hækka aðrar konti til mentan og útbúgving og gransking.

Fyri at gera greitt fyri fíggjarnevndini, er niðanfyri er sett upp í konti, sum kunnu javnast, soleiðis at hetta vanbýtið kann rættast, áðrenn ov seint er:

7.23.1. Útbúgving og gransking hækkað við 2.264.000 kr.
7.23.2. Fólkaskúlin - - 16.370.000 kr.
7.23.3. Miðnámsútnúgving - - 1.434.000 kr.
7.23.5. Fólkaupplýsing - - 710.000 kr.
7.23.6. Hægri útbúgving og gransking - - 2.430.000 kr.
7.23.7. Lestrarstuðul - - 10.200.000 kr
7.24.1. Ymiskar útreiðslur - - 522.000 kr.
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi - - 300.000 kr.
7.24.3. Mentanaravrik - - 1.033.000 kr.
7.24.6.11. Graslíkivøllir og grasvøllir - - 302.000 kr.
7.11.1. Fyrisiting - - 1.213.000 kr.

Mentanarnevndin, 3. november 1999 

Katrin Dahl Jakobsen
næstformaður
Kjartan I. Joensen
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Jóanis Nielsen
Heðin Mortensen
Jenis av Rana.

 

Skjaladagf. Til/Frá Viðvíkjandi
30.06.1999 Frá Tekniska Skúla í Tórshavn
Til mentanarnevndina, Jógvan á Lakjuni
Fíggjarviðurskiftum skúlans
19.07.1999 Føroya Handverksmeistarafelag
Til UMMS
Teknisku skúlunum
13.10.1999 Til mentanarnevndina
frá Nevndini fyri Norrøna Eftirskúlan
Fíggjarviðurskiftum skúlans
22.10.1999 Frá Sprotanum
til mentanarnevndina
Uppskot um stuðul til undirvísingartilfar, sum privat forløg geva út
27.10.1999 Spurningar frá 1. nevndarfundi § 7
01.11.1999 Svar frá UMMS uppá spurningar frá 1. nevndarfundi § 7
29.10.1999 Spurningar frá 2. nevndarfundi § 7
01.11.1999 Svar frá UMMS uppá spurningar frá 2. nevndarfundi § 7
03.11.1999 Svar frá UMMS uppá spurningar frá 3. nevndarfundi § 7
03.11.1999 Frá Føroya lærarafelag til nevndina Fíggjarlóg - lønarkarmi
03.11.1999 Rætting og fyrivarni frá UMMS Svf og Skjalasavninum