Ár 1997, týsdagin 16. september legði løgtingsformaðurin fram soljóðandi
:
F R Á G R E I Ð I N G
frá
Dánjal Magnussen, advokati
sum kanningarstjóra sambært § 38 stk. 2.
í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1995
Um stýrisskipan Føroya, í spurninginum um Føroya Landsstýri hevur framt brot á § 8
í javnstøðulógini í samband við val av limum í nevndir og ráð, v.m. á heysti
1995
I. Inngangur
Í skrivi dagfest tann 4. oktober 1996 útnevnir løgtingsformaðurin sambært § 38 stk. 2 í Løgtingslóg nr. 103 frá 26/7-1994 um Stýrisskipan Føroya advokat Dánjal Magnussen til sum kanningarstjóra "... at fáa greiðu á, um landsstýrið hevur framt brot á § 8 stk. 1 í Løgtingslóg nr. 52 frá 3. oktober 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn, tá val av nevndum og ráðum fór fram í oktober 1995."
Javnstøðunevndin hevur í skrivi dagfest 7. februar 1996 kært landsstýrið inn fyri Landsstýrismálanevndina fyri brot á § 8 stk. 1 í javnstøðulógini (sí s. 15 og 16), tá landsstýrið valdi nærri í kæruni tilskilaðar nevndir og ráð (sí s. 3 til 9). Í hesum sambandi heitti Landsstýrismálanevndin í skrivi dagfest 10. juli 1996 á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra til at greiða málið, og geva løgtinginum ta í lógini ásettu frágreiðing hesum viðvíkjandi.
Kanningarstjórin hevur kannað gongdina í samband við, at Føroya Landsstýrið setti nevndir og ráð í oktober 1995. Harumframt hevur kanningarstjórin kannað gongdina í samband við, at landsstýrið tann 28. september 1995 setti tær nevndir og tey ráð, ið Javnstøðu-nevndin nevnir í kæru síni. Løgtingsformaðurin tilnevnir kanningarstjóran júst vegna kæru frá Javnstøðunevndini um nevndar- og ráðsval, farin eru fram 28. september 1995, og varð makaskjal av hesi kæru lagt við tilnevningarskrivinum. Kanningarstjórin hevur tí mett valini 28. september 1995 sum part av kanningararbeiðinum, hóast tilnevningarskrivið bert nevnir val farin fram í oktober 1995.
Kanningarstjórin hevur gjøgnumgingið skjalatilfar útflýggjað frá løgtingsskrivstovuni, landsstýrismálanevnd løgtingsins og landsstýrinum. Harumframt hevur kanningarstjórin sett, fyri kanningina viðkomandi fólki, ymsar skrivligar spurningar at svara. Løgmaður Edmund Joensen, landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen, fyrrverandi landsstýrismenninir Andrias Petersen, Óli Jacobsen og Axel H. Nolsøe og fulltrúi Súsanna Nolsøe, hava soleiðis fingið fyrispurningar og hava hesi valt at svara skrivligu spurningum munnliga á fundum við kanningarstjóran. Kanningarstjórin hevur í frágreiðing síni drigið fram og endurgivið "essensin" í hesum samrøðum. Javnstøðunevndin hevur eisini fingið spurningar at svara og hevur hon valt at svara spurningunum skrivliga, og er hetta svar endurgivið í frágreiðingini.
II. Nevndarval fevnd av kanningini
Sambært gerðabókini hjá landsstýrinum, so hevur landsstýrið tann 28. september 1995 og í oktober 1995 valt hesar limir í nevndir og ráð v.m.:
Tann 28. september 1995 hevur landsstýrið samtykt at velja hesar limir í niðanfyri tilskilaðu nevndir, ráð, v.m. (sitat úr gerðabók landsstýrsins):
"Umboðsráð í Tryggingarsambandið:
1. Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur
2. Gudmund Mortensen, Tvøroyri
3. Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði
4. Peturbjørg Jensen, Tórshavn
5. Demmus Hentze, Tórshavn
6. Knút Nygaard, Tvøroyri
7. Hildur Patursson, Tórshavn
Nevnd í Tryggingarsambandið:
1. Sólgerð Joensen, Klaksvík
2. Hilmar Kass, Tórshavn
3. Tórolvur Mohr Olsen, Sandi
4. Jógvan Durhuus, Vestmanna
5. Umboðsráðið velur
Umsjón við Tryggingarsambandinum:
1. Jutta Midjord, Tórshavn
2. Ernst Hansen, Tórshavn
Umsjón við Føroya Lívstrygging:
1. Ingibjørg Berg, Tórshavn
2. Eyðun Viderø, Sandi
Yvirprísráð:
1. Birita Weihe, Tórshavn
2. Sigrid Dalsgaard, Hoyvík
3. Dánjal Magnussen, Tórshavn
Menningargrunnurin:
1. Niclas Foldbo, Toftir
2. Sverri Hansen, Leirvík
3. Julius Poulsen, Klaksvík
4. Ólavur Samson, Klaksvík
5. Terji Vestergaard, Saltangará
Varalimir:
1. Súsanna Olsen, Klaksvík
2. Helena Eliasen, Toftir
3. Schuman Hansen, Klaksvík
4. Martin Nielsen, Vatnsoyrar
5. Hans P. Højgaard, Rituvík
Sjónvarpsnevnd:
1. Johan Petersen, Glyvrar, formaður
2. Lutjen Apol, Tórshavn
3. Hans Jørgensen, Miðvágur
4. Dánjal P. Danielsen, Velbastaður
5. Kristianna Rein, Tórshavn
Varalimir:
1. Beata L. Jensen, Tórshavn
2. Sheila Arnskov, Tórshavn
3. Elin Jacobsen, Vági
4. Levi Niclasen, Hvalba
Útvarpsnevnd:
1. Johan Petersen, Glyvrar, formaður
2. Hans Jacob Lamhauge, Lamba
3. Dan Petersen, Fuglafirði
4. Steingrim Niclasen, Tórshavn
5. Osla Sevdal, Streymnesi.
Varalimir:
1. Beata L. Jensen, Tórshavn
2. Selinda í Heiðunum, Runavík
3. Elsa Birgitta Egholm, Glyvrar
4. Guðrun Øregaard, Kollafirði
5. Heini Lützen, Tórshavn
Sjúkrahússtýri:
Landssjúkrahúsið:
1. Niels Joensen, Kvívík
2. Lilian Isaksen, Kvívík
3. Karolina Petersen, Tórshavn
4. Birgir Waag Høgnesen, Vestmanna
5. Kristianna Rein, Tórshavn
Varalimir:
1. Lis Guttesen, Tórshavn
2. Eyðun Ellendersen, Tórshavn
3. Ernst Kass, Tórshavn
4. Bergur Dam, Tórshavn
Klaksvíkar sjúkrahús:
1. Poul Martin Rasmussen, Klaksvík
2. Dora Joensen, Húsar
3. Karl Heri Joensen, Klaksvík
4. Símun Petur Hjelm, Klaksvík
5. Rúna Sivertsen, Klaksvík
Varalimir:
1. Eyðfinn Hansen, Klaksvík
2. Anna Berjastein, Fuglafirði
3. Jákup Pauli Sundskarð, Klaksvík
4. Noomi Nielsen, Klaksvík
5. Kristian Fr. Olsen, Klaksvík
Suðuroyðar sjúkrahús:
1. Flemming Mikkelsen, Vági
2. Jóhan í Smiðjuni, Fámjin
3. Kai Ljósstein, Porkeri
4. Jónhild Kjærbo, Vági
5. Hergeir Nielsen, Leiti
Varalimir:
1. Kirsten Petersen, Porkeri
2. Kári Jacobsen, Vági
3. John Berg, í Nesi
4. Jákup Jensen, Tvøroyri
Ráðleggingarnevnd fyri Sjúkrahusverkið:
1. Flemming Mikkelsen, Vági
2. Símun Petur Hjelm, Klaksvík
3. Kristian Fr. Olsen, Klaksvík
4. Hanna Joensen, Tórshavn
5. Aibritt á Plógv, Sandavági
Vanlukkutryggingarráðið:
1. Terji Davidsen, Kollafirði
2. Hanna Lisberg, Tórshavn
3. Helena Samuelsen, Hoyvík
4. Sorinskrivarin
5. Landslæknin
Varalimir:
1. Lydia Laksafoss, Miðvágur
2. Johann Samuelsen, Tórshavn
3. Karsten Hansen, Klaksvík
Húsalánsgrunnurin:
1. Gunri Ellendersen, Tórshavn
2. Johan Mortensen, Tórshavn
3. Hans Trygvi Henriksen, Tórshavn
Varalimir:
1. Vagn Erik Michelsen, Tórshavn
2. Niclas Mikkelsen, Syðrugøta
3. Martin Simonsen, Fuglafirði
Landsskúlaráðið:
1. Niels Nattestad, Tórshavn, formaður
2. Edvard Olsen, Tórshavn
3. Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík
4. Jógvan á Lakjuni, Fuglafirði
5. Reinhold Nielsen, Tvøroyri
Varalimir:
1. Turid Olsen, Sandavágur
2. Alis Jacobsen, Haldarsvík
3. Finn Thomsen, Tvøroyri
4. Jákup Mikkelsen, Klaksvík
5. Niels Petur Nolsøe, Vági
Skógfriðingarnevndin:
1. Ejler Djurhuus, Trongisvágur
2. Johann Mortensen, Tórshavn
3. ñrni Olsen, Tórshavn
4. Birgit Arge, Tórshavn
5. Sigga Rasmussen, Tórshavn
Varalimur:
2. Einar Waag, Klaksvík
Jarðarráðið:
1. Annfinn Brekkstein, Velbastað
2. David Hansen, Kvívík
3. Dánjal Joensen, Kollafirði
4. Jákup Petersen, Viðareiði
5. Petur Karl á Rana, Tvøroyri
Varalimir:
1. Zacharias Bech, Porkeri
2. Dánjal J. í Brekkunum, Hósvík
3. Jákup Ejdesgaard, Eiði
4. Óla Kr. Debes, Oyrareingir
5. Petur Jacobsen, Søldarfirði
Landbúnaðarstevna:
Norðoya sýsla:
1. Jústines Poulsen, Hvannasund
2. Arnold Højgaard, Klaksvík
3. Michael Matras, Klaksvík
4. Jákup Monrad Joensen, Húsar
5. Páll Østerø, Trøllanesi
6. Samson Samson, Viðareiði
Eysturoyar sýsla:
1. Kirstin Olsen, Toftir
2. Jákup Lamhauge, havnarmeistari, Saltangará
3. ñslakkur Hansen, Norðagøta
4. Arnold Olsen, Rituvík
5. Líggjas Hansen, Norðagøta
6. Petur Skeel Skarðsá, Funningi
Streymoyar sýsla:
1. Adrian í Homrum, Kollafirði
2. Súsanna Joensen, Kvívík
3. Andreas Højgaard, Vestmanna
4. Símun P. Jacobsen, Vestmanna
5. Tummas Eikholm, Hvalvík
6. Vilhjálmur Patursson, Tórshavn
Vága sýsla:
1. Sólrun í Eyðansstovu, Sandavágur
2. Osmund Joensen, Sandavági
3. Gudmund Niclasen, Miðvági
4. Kári á Lofti, Sandavágur
5. Karlo Joensen, Miðvági
6. Andreas Berglíð, Sørvágur
Sandoyar sýsla:
1. Edmund Nielsen, Skopun
2. Birgir Mohr, Sandi
3. Annfinnur Johannensen, Dali
4. Regin Sørensen, Húsavík
5. Karlon R. Winther, Skopun
6. Jonna Eystbú, Sandi
Suðuroyar sýsla:
1. Niels Pauli Olsen, Hvalba
2. Kirstin Petersen, Porkeri
3. Hans Olaf Andersen, Lopra
4. Leif Lisberg, Vági
5. Hermund Michelsen, Øravík
6. Johannes Enni, Tvøroyri
Landsbankin:
1. Kristina Jensen, Tórshavn
2. J. H. Svabo Samuelsen, Klaksvík
3. Regin Olsen, Tórshavn
4. Annfinn Hansen, Kaldbak
5. John Danielsen, Argir
Býarskipanarnevndin:
1. Jóannes Madsen, Tórshavn, formaður
2. Jóannes Dalsgarð, Velbastað
3. Ólavur Clementsen, Tórshavn
4. Arnstein Niclasen, Hoyvík
5. Trygvi Guttesen, Tórshavn
6. Pætur Joensen, Fuglafirði
7. Jens M. Dalsgaard, Glyvrar
Tann 3. oktober 1995 hevur landsstýrið samtykt at velja Emil Olsen, Eiði, sum lim og Berg í Garði, Tórshavn, sum varðalim í Sjónvarpsnevndina eftir tilráðing frá lurtarafeløgunum. Harumframt samtykti landsstýrið á hesum fundi at velja Jógvan Fríðriksson, Innan Glyvur, sum lim og Heina F. Petersen, Sandavági, sum varalim í Útvarpsnevndina eftir tilráðing frá lurtarafeløgunum.
Tann 10. oktober 1995 hevur landsstýrið samtykt at velja Símun W. Arge og Dorete Bloch sum varalimir í Nátúrfriðingarnevndina og at velja Jógvan Lü tzen sum lim í nevndina hjá Tryggingarsambandinum Føroyar í staðin fyri Jógvan Durhuus.
Tann 17. oktober 1995 hevur landsstýrið samtykt at velja Birgir Høgnesen sum lim og Óla Simonsen sum varalim í Skrásetingareftirlitið.
Tann 24. oktober 1995 hevur landsstýrið samtykt at velja Niclas Foldbo sum formann og Súsonnu Olsen sum varalim í Menningargrunnin, at velja Bjarna Vilhelm sum formann og Petur Alberg Lamhauge sum varaformann í Fiskivinnustarvsnevndina, at velja Jens Norðberg, Hvalba og Lisu við Reiðlið, Tvøroyri sum varalimir í stýrið fyri Suðuroyar Sjúkrahús. Samtykt varð samstundis at velja Karolinu Petersen sum lim í Ráðleggingarnevndina fyri sjúkrahúsverkið, umframt Hergeir Nielsen sum varalim í Sjónvarpsnevndina.
Tann 31. oktober 1995 hevur Føroya landsstýri samtykt at velja Torbjørn Poulsen, Karin Kjølbro og Óla Mittún Petersen sum umboð í stýrið fyri Norðurlandahúsið í Føroyum.
III. Skjalatilfar í málinum annars.
Úr kannaða skjalatilfarinum vil kanningarstjórin taka fram hesi skjøl:
Í skrivi dagfest 27. september 1995 frá Javnstøðunevndini til Føroya Landsstýri, innstemplað í journaldeildini hjá Føroya Landsstýri 11. oktober 1995, heitir Turið Debes Hentze, forkona í Javn-støðunevndini á Føroya Landsstýri um, nú nýggjar nevndir og ráð skulu veljast, at senda Javnstøðunevndini eitt yvirlit, sum sýnir, hvussu hesi verða mannað, og annars so hvørt sum landsstýrið tilnevnir fólk sum alment umboð í nevndir, ráð, stýri og grunnar og tílíkt, samstundis at kunna Javnstøðunevndina.
Javnstøðunevndin sendir til Føroya Landsstýri skriv dagfest hin 2. november 1995, í journaldeild landsstýrisins innstemplað tann 3. november 1995, ið er soljóðandi:
"Við skrivi til Føroya Landsstýri tann 27. september 1995 heitti javnstøðunevndin á Føroya Landsstýri um at kunna javnstøðunevndina um, hvørjir nevndarlimir vóru valdir í tey ymisku ráð og stýri, sum landsstýrið velur, eins og eisini verður heitt á landsstýrið um at kunna nevndina um, tá grunnar og tílíkt, sum landsstýrið hevur umboðan í, verða vald.
Frá landsstýrinum hevur Javnstøðunevndin fingið sendandi yvirlit yvir val av nevndum. Einki skriv fylgdi við, sum greiddi frá, hvussu og nær valið fór fram, men má roknast við, at hetta hevur verið síðst í september ella fyrst í oktober mánaða.
Av yvirlitinum yvir nevndirnar, sum eg loyvi mær at hjáleggja í avriti við átekning um býti millum kvinnur og menn skilst, at tað er uttanfyri einhvønn iva, at grein 8, stk. 1, í javnstøðulógini, harav framgongur, at "allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi... skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir....." er brotin.
Við gjøgnumgongd av yvirlitinum yvir nevndirnar er serliga at viðmerkja, umframt at yvirvág av mannfólki er í øllum nevndum/ráðum, at :
- Yvirvágin er størri, enn lógin heimilar
- Í onkrum nevndum eru eingi konufólk, heldur ikki sum eykalimir, sí t.d. Jarðarráðið og Býarskipanarnevndina.
- Í ørðum nevndum eru eingi konufólk sum nevndarlimir, men tó sum eykalimir.
- Aftur í øðrum nevndum er yvirvág av mannfólki í sjálvari nevndini, meðan konufólkini hava yvirvág sum eyka nevndarlimir, sí t.d. Sjónvarps-/útvarpsnevnd.
Omanfyri nevnda man vera nóg mikið til tess at gera landsstýrinum greitt, at nevndarvalið illa kann sigast at vera í tráð við javnstøðulógina, og loyvir javnstøðunevndin sær at vísa á, at nevndin onga áheitan hevur fingið frá landsstýrinum um møguligt undantaksloyvi, jbr. grein 8, stk. 2.
Føroya Landsstýri hevur eftir nevndarinnar áskoðan brotið lógina um javnstøðu millum kvinnur og menn, og verður tí við hesum heitt á Føroya Landsstýri um at fáa lógarbrotið rættað inn 2 vikur, jbr. grein 11, stk. 2 í somu lóg.
Víst verður samstundis longu nú á § 12 stk. 1 og pkt. 4, har víst verður á, at um ein stovnur ella myndugleiki brýtir lógina, verður álagt viðkomandi yvirskipaða stovni at fáa viðurskiftini í rættlag.
Í hesum føri er tað landsins hægsti myndugleiki, sum brýtir lógina, og átti at verið óneyðugt, at javnstøðunevndin skal átala slíkum."
Tá Javnstøðunevndin einki svar fær, sendir hon skriv aftur til Føroya Landsstýrið dagfest hin 20. november 1995, í journaldeild landsstýrisins innstemplað tann 23. november 1995, ið er soljóðandi:
" Javnstøðunevndin loyvir sær við hesum at minna á skriv nevndarinnar til Føroya Landsstýri dagfest 2. november 1995 hjálagt yvirliti yvir val av nevndum og ráðum við viðmerkingum.
Vísandi til grein 11, stk. 5 og grein 12, 4. pkt. í lógini um javnstøðu varð heitt á Føroya Landsstýri um at fáa greitt viðurskiftini viðvíkjandi vali av nevndum og ráðum, soleiðis at hesi vóru í tráð við lógina.
Javnstøðunevndin loyvir sær tí við hesum enn einaferð at heita á landsstýrið um at fáa rættlag á hesum viðurskiftum og vísir á, at landstýrið sum hægsti útinnandi myndugleiki í landinum eisini skal fylgja lógum landsins, og verður samstundis víst á løgtingslóg um stýriskipan Føroya grein 37 og 38 um eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.
Javnstøðunevdin væntar at frætta innan eina viku frá Føroya Landsstýri, hvørji stig nú verða tikin til at fáa rættlag á hesum viðurskiftum.
Samstundis loyvir nevndin sær at minna á sama skriv, har verður heitt á Føroya Landsstýri um at kunna javnstøðunevndina um, hvørjar nevndir, ráð og grunnar annars eru, sum landsstýrið ella tað almenna á einhvønn hátt hevur umboðan í."
Í skrivi dagfest tann 22. november 1995 til løgmann og landsstýrismenn greiðir fulltrúi á Almenna- og Heilsudeild landsstýrisins soleiðis frá:
"Til løgmann og landstýrismenn.
Viðvíkjandi skrivi frá Javnstøðunevndini dagfest 2. november 1995.
Í skrivi frá javnstøðunevndini, sum verður lagt við, ger javnstøðunevndin vart við, at eingin ivi er um, at Føroya landstýri hevur brotið javnstøðulógina grein 8, stk. 1, tá val av nevndarlimum í tey ymisku ráð og stýrir er farin fram.
Harafturat vísir javnstøðunevndin á, at javnstøðunevndin onga áheitan hevur fingið frá lansstýrinum um møguligt undantaksloyvi.
Til síðst verður víst til grein 12, stk. 1 og pkt. 4 í javnstøðulógini, har sagt verður, at um stovnur ella myndugleiki brýtur lógina, verður álagt viðkomandi yvirskipaða stovni at fáa viðurskiftini í rættlag.
Sagt verður frá hesum."
Í skrivi dagfest hin 7. desember 1995 setir Almanna- og Heilsudeildin í Landsstýrinum upp hesa frágreiðing til landsstýrisfund viðvíkjandi skrivi frá Javnstøðunevndini:
"Viðvíkjandi skrivi frá javnstøðunevndini
Javnstøðunevndin ger vart við, at eingin ivi er um, at Føroya Landsstýri hevur brotið javnstøðulógina grein 8, stk. 1, tá val av nevndarlimum er fari fram.
Javnstøðunevndin vísir til grein 11, stk. 5 og grein 12, 4. pkt. í lógini um javnstøðu (sum verður løgd við) og heitir við hesum á landsstýrið, um at fáa greiðu á viðurskiftum viðvíkjandi vali av nevndum og ráðum soleiðis, at hesi eru í tráð við lógina.
Sambært § 8, stk. 2 kann javnstøðunevndin, tá ið serligar grundir eru fyri tí, geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.
Tilmæli:
Almanna- og heilsudeildin mælir tí landsstýrinum til at søkja javnstøðunevndina um undantak sambært grein 8, stk. 2 í javnstøðulógini fyri tað val av nevndarlimum, ið longu er fari fram, og sum ikki eru í tráð við lógina."
Nevnda skriv dagfest 7. december 1995, ber hetta árit:
"Viðgjørt á landsstýrisfundi tann 9/1 - 1996 nr. 0
Deild: útsett til gjøllari frágreiðing"
Einki framgongur tó av gerðabók landsstýrsins fyri fund 9. januar 1996 um hetta mál.
Í innanhýsisskrivi frá Axel H. Nolsøe, landsstýrismanni til Eilif Samuelsen og Andrias Petersen, landsstýrismenn dagfest 18. januar 1996, verður sagt soleiðis frá:
"Viðv. átalu frá javnstøðunevndini um val til nevndir og ráð.
Tá hetta mál var fyri á landsstýrisfundi var avgjørt, at landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Andrias Petersen skuldu finna eina loysn, sum kundi nøkta javnstøðunevndina. Antin at finna fram til eitt javnari kynsbýti, og/ella koma við einari frágreiðing um hví hetta ikki kann lata seg gera sum grundarlag fyri at biðja javnstøðunevndina um undantaksloyvi.
Sóknast verður eftir svarinum."
Á landsstýrisfundi hin 1. februar 1996, varð samtykt uppskot til skriv til Javnstøðunevndina um val av nevndarlimum o.t. Axel H. Nolsøe tók ikki undir við samtyktini.
Skriv dagfest hin 1. februar 1996 verður sent frá Almanna- og Heilsudeild landsstýrisins, undirskrivað av Axel H. Nolsøe, landsstýrismanni, til Javnstøðunevndina, og er hetta soljóðandi:
"Javnstøðunevndin hevur við skrivið dagfest 27. september 1995 og eina áminning seinri dagfest 20. november 1995 spurt um, hvussu Føroya landsstýri velur síni almennu umboð í nevndir, ráð, stýrir og grunnar, og har átalað verður, at landsstýrið ikki yvirheldur javnstøðulógina í hesum vali av nevndarlimum o.ø.
Landsstýrið hevur í høvuðsheitum fylgt tí politiska býtinum av nevndarlimum, sum tingmanningarnar hjá teimum ymsu flokkunum í samgonguni og í andstøðuni vóru komin ásamt um fyrst eina ferð, og so enn einaferð, eftir at gjørt varð vart við, at býtislutfallið millum kvinnur og menn ikki lúkaði ásetingarnar í javnstøðulógini.
Tá landsstýrið skuldi velja nýggj umboð í nevndir, ráð o.t., lat landsstýrið sum heild sitandi nevndarlimir/ráðslimir vera tey/teir somu sum vóru, tí í fleiri førum skulu helst bæði nevndir, stýri og ráð avtakast ella nýggj lóg setast í verk á økinum áðrenn ólavsøku 1996.
Dømi um hesi eru Tryggingarsambandið, har nýggj lóg í løtuni verður tilevnað, Menningargrunnurin sum í dag bert umsitir fyrrverandi útlán og tí er neyðugt við kontinuiteti í nevndini, sjónvarp og útvarp, har nýggj lóg verður tilevnað, landsskúlaráðið og sjúkrahússtýrini, har stórar broytingar verða og møguliga verða hesi avtikin á Ólavsøku 1996.
Í valinum av limum til ráð og nevndir hevur tað ikki verið gjørligt at ganga ásetingunum í javnstøðulógini nóg mikið á møti serliga í teimum nevndunum, sum skuldu veljast fyri 1. oktober. Landsstýrið fer, tá ið limir skulu veljast í nevndir og ráð í framtíðini at syrgja fyri, at treytirnar í javn-støðulógini verða hildnar.
Í teimum førum ið ikki hevur verið møguligt at lokið ásetingarnar í lógini vil landsstýrið hervið sambært § 8, stk. 2 í javnstøðulógini søkja javnstøðunevndina um undantaksloyvi."
Hetta skriv stendur í journal landsstýrisins, skrásett soleiðis:
"Reg. dato 06-02-1996, UTGBR"
Í skrivi dagfest 7. februar 1996, í journal hjá løgtingsskrivstovuni skrásett 12. februar 1996, vendir Javnstøðunevndin sær til landsstýrismálanevndina við fylgjandi:
"Javnstøðunevndin harmast um, at landsstýrið, sum landsins hægsti myndugleiki undir løgtinginum, so grovliga hevur brotið løgtingslógina nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn, sum landsstýrið gjørdi, tá tað í oktober í fjør valdi limir í nevndir og ráð og ikki fylgdu lógini, har ásett er soleiðis í
§ 8 stk. 1:
".. allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi .... skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir ...."
Hjálagt verður avrit av skrivi til landsstýrið dagf. 2. november 1995, við hjáløgdum yvirliti yvir valdar nevndir og ráð, sum vísir, umframt at yvirvág er av mannfólkum í flestu nevndum, at:
- í onkrum nevndum eru eingi konufólk yvirhøvur, hvørki sum nevndar- ella eykanevndarlimir, sí t.d. Jarðarráðið og Býarskipanarnevndin.
- Í øðrum nevndum eru eingi konufólk sum nevndarlimir, men tó sum eykalimir, t.d. Menningargrunnurin.
- Aftur í øðrum nevndum er yvirvág av mannfólki í sjálvari nevndini, meðan konufólkini hava yvirvág sum eykanevndarlimir, sí t.d. Sjónvarps-/útvarpsnevnd.
Í sama skrivi varð eisini víst á, at javnstøðunevndin ikki hevði fingið nakra áheitan frá landsstýrinum um undantaksloyvi sambært lógini
§ 8, stk. 2:
"Tá serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær."
Javnstøðunevndin hevði roknað við, at landsstýrið sum landsins hægsti myndugleiki undir løgtinginum, og sum er tann yvirskipaði myndugleiki, sum klagast skal til, um stovnar og mynduleikar annars gera lógarbrot, skjótast gjørdi tað neyðuga til tess at rætta hetta mistak sítt.
Men landsstýrið gjørdi einki, hvørki valdi av nýggjum ella søkti um frávik vísandi til serligar grundgevingar fyri ikki at halda lógarkravið. Einki frættist úr landsstýrinum.
Tann 20. nov. 1995 sendi javnstøðunevndin tí enn eitt skriv til landsstýrið, minti á málið og vísti á, at javnstøðunevndin metti hetta brot so álvarsligt, at neyðugt var at minna landsstýrið á løgtingslógina um Stýrisskipan Føroya §§ 37 og 38 um eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt:
§ 37
"Løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Mál viðvíkjandi hesi rættarligu ábyrgd verða at áseta við løgtingslóg.
§ 38
Løgtingið setur eina tríggja manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á løgligan hátt.
Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra ...... at gera eina frágreiðing til løgtingið ......".
Støðan er framvegis tann sama. Landsstýrið letur ikki við seg koma.
Javnstøðunevndin vendir sær tí nú til løgtingsins landsstýrismálanevnd við áheitan um, at nevndin tekur hetta mál til viðgerðar og skjótast tekur tey stig sum lógin ásetir og vendir sær til løgtingsformannin til tess at seta ein kanningarstjóra, sum kann greiða hetta mál og geva løgtinginum ta í lógini ásettu frágreiðing."
Skriv dagfest hin 2. apríl 1996 sendir Landsstýrismálanevndin til Føroya Landsstýri, og er hetta soljóðandi:
"Kæra frá javnstøðunevndini
Hjálagt verður avrit av kæru, ið landsstýrismálanevndin hevur fingið frá javnstøðunevndini dagfest 7. februar 1996, viðv. § 8, stk. 1. í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994, ið ásetir, at
" Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdarráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý-/bygdarráðslimir."
ñðrenn løgtingsins landsstýrismálanevnd tekur málið til viðgerðar, verður heitt á Føroya Landsstýri at koma við eini frágreiðing innan 14 dagar viðv. omanfyrinevndu kæru."
Tá onki svar kemur frá landsstýrinum, verður rykt eftir svari í skrivi dagfest tann 29. maj 1996, ið er soljóðandi:
"Viðv. kæru frá javstøðunevndini.
Landsstýrismálanevndin hevur í skrivi dagfest 2. apríl 1996 heitt á Føroya landsstýri, um at koma við eini frágreiðing viðvíkjandi kæru frá javnstøðu-nevndini, viðvíkjandi § 8 stk. 1 í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994. (avrit hjálagt)
Freistin fyri svari er farin og neyðugt er hjá landsstýrismálanevndini at fáa eina frágreiðing um gongdina í málinum, áðrenn kæran kann viðgerast.
Heitt verður tí einaferð enn á Føroya landsstýri at koma við umrøddu frágreiðing skjótast gjørligt."
Í skrivi dagfest hin 26. juni 1996, í journal løgtingsins skrásett 5. juli 1996, sendir Axel H. Nolsøe, landsstýrismaður, Landstýrismálanevndini soljóðandi skriv:
"Niðanfyristandandi frágreiðing er send javnstøðunevndini, og hevur landsstýrið ongar aðrar viðmerkingar.
"Í sambandi við skriv dagfest 27. sept. 1995 og eina áminning seinri dagfest 20. nov. 1995 frá javnstøðunevndini, har spurt verður um, hvussu Føroya landsstýri velur síni almennu umboð í nevndir, ráð, stýrir og grunnar, og har átalað verður, at landsstýrið ikki yvirheldur javnstøðulógina í hesum vali av nevndarlimum o.ø., skal landsstýrið hervið koma við eini frágreiðing.
Tá landsstýrið skuldi velja nýggj umboð í nevndir, ráð o.t., lat landsstýrið sum heild sitandi nevndarlimir/ráðslimir vera tey somu sum vóru, tí í flestu førum skulu bæði nevndir, stýrir og ráð avtakast ella nýggj lóg setast í verk á økinum áðrenn á Ólavsøku 1996.
Dømi um hesi eru Tryggingarsambandið, har nýggj lóg í løtuni verður smíðjað, Menningargrunnurin, sum verður avtikin, sjónvarp og útvarp, har nýggj lóg verður smíðjað, landsskúlaráðið og sjúkrahússtýrini, sum verða avtikin á ólavsøku 1996.
Men tá talan er um Jarðarráðið og landbúnaðarstevnurnar má landsstýrið ásanna, at tað ikki hevur verið gjørligt at ganga ásetingunum í javnstøðulógini nóg mikið á møti. Hetta harmast landsstýrið um, og ætlanin er, at javnvág skal vera næstu ferð limir skulu veljast í nevndir og ráð.
Mælt verður til, at tá val av nevndum, ráðum o.t. verður aftur, skal landsstýrið frá innstillingarmyndugleikanum hava tvey umboð at velja ímillum, eina kvinnu og ein mann. Harafturat skal skrivliga formulerast hvussu nevndirnar skulu veljast, so valið meira er eitt fakligt val."
IV. Skrivligar og munnligar frágreiðingar um málið
A. Løgmaður og landsstýrismenn
Kanningarstjórin hevur sett løgmanni Edmundi Joensen, landsstýrismonnunum Ivani Johannesen og Eilifi Samuelsen, og fyrrverandi landsstýrismonnunum Andriasi Petersen, Óla Jacobsen og Axel H. Nolsøe skrivligar spurningar at svara, og fataðu hesir spurningar um fylgjandi viðurskifti:
1. Um hædd varð tikin fyri ásetingunum í javnstøðulógini í samband við, at landsstýrið valdi limir í nevndir og ráð tann 28. september 1995, og í játtandi førum hvørji ítøkilig arbeiði vórðu gjørd fyri at fylgja ásetingunum í javnstøðulógini.
2. Um tað var uppá tal innan nevndarvalið hin 28. september 1995 at søkja Javnstøðunevndina um undantaksloyvi eftir § 8, stk. 2 í javnstøðulógini.
3. Á landsstýrisfundi tann 9. januar 1996 varð samtykt, at landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Andrias Petersen skuldu arbeiða við kæruni frá Javnstøðunevndini og royna at finna eina fyri hesa nevnd nøktandi loysn, og ynskti kanningarstjórin upplýst, um landsstýrismenn hava kunnleika til, um slíkt arbeiði varð gjørt antin av nevndu landsstýrismonnum ella øðrum embætisfólki í umsitingini.
4. Landsstýrismaðurin Axel H. Nolsøe sendir skriv dagfest 1. februar 1996 til Javnstøðunevndina, har hann søkir um undantaksloyvi fyri longu valdar nevndir og ráð, og ynskti kanningarstjórin upplýst, um landsstýrismenn hava kunnleika til, um landsstýrið á nakran hátt hevur frætt aftur frá Javnstøðunevndini hesi umsókn viðvíkjandi.
5. Kanningarstjórin ynskti at fáa upplýst, um landsstýrismenn annars høvdu viðmerkingar til málið.
Allir hava valt at svara spurningunum munnliga á fundi við kanningarstjóranum, og dregur kanningarstjórin hetta fram sum "essensin" í munnligu svarum teirra:
ad. sp. 1.
Til hetta hava landsstýrismenn greitt frá, at tær nevndir, ið valdar vórðu hin 28. september 1995, eru nevndir, ið eru settar politiskt. áður valdi løgtingið hesar nevndir, men eftir broytingum í stýrisskipanarlógini, fremur landsstýrið nú valið av nevndunum. Tá viðkomandi nevndir upprunaliga skuldu veljast, var javnstøðulógin ikki í gildi. Løgtingið skuldi tá fremja valið, og varð kannað eftir, hvussu løgtingsflokkar áttu at fáa útlutað ymisku sessirnar. Talan var um inviklað "puslispæl", har hædd skuldi takast fyri viðurskiftum ímillum samgongu og andstøðu, umframt ímillum teir ymisku flokkarnar. Høvuðsprinsippið var annars, at verandi nevndarlimir halda áfram, um teir annars lúka vanligar treytir. Tá val av nevndarlimum var farið yvir á landsstýrið, vórðu ymisku formenninir í politisku flokkunum spurdir, um teir kundu viðmæla verandi limir. Í løgtinginum var semja um nevndarbýtið, men tá tað kom upp á tal, at krøvini í javnstøðulógini skuldu lúkast, mátti arbeiðið gerast av nýggjum. Roynt varð í landsstýrinum at uppfylla treytirnar í javnstøðulógini. Har nevndir væntandi skuldu avtakast, varð verandi nevnd uttan víðari sett at halda áfram. Talan var t.d. um sjúkrahússtýrini, Menningargrunnin, Ídnaðargrunnin og Landsskúlaráðið. Har nevndarlimir fóru frá, og aðrir skulu veljast í teirra stað, varð beinleiðis roynt at seta inn konufólk fyri mannfólk, eisini sjálvt um menn ikki ætlaðu sær frá. Hóast krøvini í javnstøðulógini ikki eru uppfylt, so varð mett, at nú var komið langt áleiðis. Tá umboð fyri landsstýrið vendi sær til politisku flokkarnar um at koma við uppskoti til nevndarlimir, varð álagt viðkomandi flokkum at koma við uppskotum, ið eisini fevndu um konufólk. Landsstýrismenn settu upp uppskot um, hvussu nevndirnar skulu setast, og har tað varð gjørligt, varð tikið hædd fyri krøvunum í Javnstøðulógini. Onkustaðni máttu teir bara "geva skarvin yvir", orsakað av tíðarneyð - valini skuldu avgreiðast í seinasta lagi 1. oktober.
Eisini varð greitt frá, at ávísir landsstýrismenn vórðu útpeikaðir at fáa greiðu á nevndarvalunum. Í vikuni frammanundan seinasta degi fyri nevndarvalum, sótu landsstýrismenn og arbeiddu við nevnd-arvalsmálunum, og fingu teir útflýggjað skjøl frá óformellum løgtingsbólki, ið sitið hevði við nevndarvalunum frammanundan. Landsstýrismenn mettu annars óheppið, at ongar skiftisreglur vóru fyri nevndarvalum, bæði tá talan var um at broyta viðurskiftini frá, at løgtingið valdi nevndir, til landsstýrið velur nevndirnar, og broyting við atliti til javnstøðulógina. Eisini hava landsstýrismenn víst á, at ynski var ikki í landsstýrinum um at fremja politiskar broytingar í teimum listum, løgtingið frammanundan hevði sett upp fyri nevndarvalum. Landsstýrið var greitt yvir, at teir ikki fult út luku treytirnar, men verður hetta broytt, og má eisini hædd verða tikin fyri, at stórur partur av nevndarvalum bert vórðu fyribils. Eisini varð víst á, at summar nevndir eru "lítið í sving", og í t.d. landbúnaðarnevndunum verða bert tvey og tvey tikin út fyri at taka lut í landbúnaðarstevnu, og tá konufólk eru í at kalla øllum landbúnaðarnevndum, er møguleiki fyri at taka út konufólk hvørja ferð, landbúnaðarstevna er. Eisini hava landsstýrismenn víst á, at spurningurin viðvíkjandi val av nevndum hevur verið fyri fleiri ferðir á óformellum landsstýrisfundum, júst við tí fyri eygað at loysa trupulleikarnar við javnstøðulógini samanhildið við, at roynt varð at varðveita kontinuitetin í nevndunum.
ad. sp. 2.
Í tilgongdini í samband við nevndarvalini varð tosað um, at tá komið ikki var heilt á mál, so mátti verandi støða formaliserast, og mátti her søkjast um undantaksloyvi. Valið 28. september 1995 umfataði ikki allar tær nevndir, ið landstýrið skuldi velja, og manglaðu nakrar. Landsstýrið fekk frá umsitingini uppskot til skriv at søkja um undantaksloyvi eftir, men vóru landsstýrislimirnir ikki nøgdir við innihaldið í skrivinum. Sum heild, mintust landsstýrismenninir ikki, um tað var uppá tal frammanundan nevndarvalinum at søkja um undantaksloyvi, tó so, at ein metti seg minnast, at hetta hevði verið uppá tal á sjálvum fundinum.
ad. sp. 3.
Tað hevði verið uppá tal at hava umval, men mettu flestu landsstýrismenn ikki, at hetta kundi lata seg gera. Nógv stríð hevði verið frammanundan, og varð heldur roynt at uppfylla krøvini frameftir. Flestu nevndirnar luku lógarkrøvini, og varð langt komið ávegis hesum viðvíkjandi. Valt varð tí at royna at uppfylla lógarkrøvini við at søkja um undantak. Umsitingin setti upp skriv hesum viðvíkjandi, og framdu landsstýrismenninir broytingar í hesum uppskoti. Landsstýrið fekk einki svar, men um noktandi svar hevði komið, so mettu nakrir landsstýrismenn, at neyðugt hevði verið at valt nevndir av nýggjum. Nakrar broytingar vórðu framdar í uppskotinum til skriv, men var høvuðsprinsippið, at søkt varð um undantaksloyvi, og at nakrar nevndir verða avtiknar. Orðingin í skrivinum var ein balansugongd ímillum at gera ásannanir og at hava støðuna koyrandi. Onkur landsstýrismaður hevði nokk roknað við, at Javnstøðunevndin gav landsstýrinum ávísa freist til at fáa viðurskiftini í samsvar við javnstøðulógina. Landsstýrismaður førir annars fram, at spurningur var uppá tal, um veljast skuldi umaftur, men vildi meirilutin í landsstýrinum ikki vita av hesum. Hesin landsstýrismaður metti, at talan varð um reint politiska viðgerð, har ein loysn skuldi finnast, ið nøktaði Javnstøðunevndina, og at umsitingin sum so ikki luttók í hesum arbeiði.
ad. sp. 4.
Eingin landsstýrismaður hevði frætt nakað aftur frá Javnstøðunevndini um umsóknina um undantak. Annars viðmerkti landsstýrismaður, at tað uppskot, umsitingin upprunaliga gjørdi til skriv, nokk var rættað í tveimum umførum, og at tríggir landsstýrismenn vóru uppi í hesum arbeiði. Landsstýrismenn kundu ikki siga við vissu, hvønn dag brævið um undantaksloyvi varð sent Javnstøðunevndini, hóast summir landsstýrismenn løgdu stóran dent á, at Javnstøðunevndin skuldi fáa eitt bræv um undantaksloyvi.
ad. sp. 5.
Landsstýrismenn førdu fram, at rættast var frameftir at miða ímóti, at seta fólk eftir sakligum, objektivum kriterium, gjarna eftir tilmæli frá umsitingini. Harumframt átti at verða álagt honum, ið skuldi seta fram uppskot til nevndarlimir, at hann skal bera fram tvey nøvn - mann og kvinnu - sum ger tað lættari at seta nevndir í trá við javnstøðulógina. Eisini varð víst á, at trupult kann verða at koma aftur um aftur at fremja rættingar í nevndarvalum, hetta tí nevndarlimir eru valdir fyri longri tíðarskeið og á ongan hátt hava forbrotið seg soleiðis, at teir skulu sigast upp sum nevndarlimir.
B. Málsviðgerði
Málsviðgerða í landsstýrinum hevur kanningarstjórin eisini sett skrivligar spurningar at svara og ynskti hann hesi viðurskifti lýst:
1. Kanningarstjórin spurdi, um málsviðgerðin hevði kunnleika til, um hædd varð tikin fyri áseting í Javnstøðulógini í samband við, at landsstýrið valdi limir í nevndir og ráð tann 28. september 1995. Í játtandi føri, um hvat ítøkiligt ar-beiði varð gjørt fyri at fylgja ásetingunum í javnstøðulógini.
2. Kanningarstjórin ynskti upplýst, um málsviðgerðin hevði kunnleika til, um tað var uppá tal innan nevndarvalið tann 28. september 1995 at søkja Javnstøðunevndina um undantaksloyvi eftir § 8, stk. 2 í javnstøðulógini.
3. Á landsstýrisfundi tann 9. januar 1996 varð samtykt, at landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Andrias Petersen skuldu arbeiða við kæruni frá Javnstøðunevndini og royna at finna eina fyri hesa nevnd nøktandi loysn, og ynskti kanningarstjórin frá málsviðgerðanum upplýst, um hesin hevði kunnleika til, um slíkt arbeiði var gjørt antin av nevndu landsstýrismonnum ella av øðrum embætisfólki í umsitingini.
4. Landsstýrismaðurin Axel H. Nolsøe sendi skriv dagfest tann 1. februar 1996 til Javnstøðunevndina, har søkt varð um undantaksloyvi fyri longu valdar nevndir og ráð, og ynskti kanningarstjórin frá málsviðgerðanum upplýst, um hesin hevði kunnleika til, um landsstýrið á nakran hátt hevur frætt aftur frá Javnstøðunevndini hesi umsókn viðvíkjandi.
Málsviðgerðin hevur valt at svara spurningunum munnliga á fundi við kanningarstjóranum og dregur kanningarstjórin hetta fram sum "essensin" í samrøðuni:
ad. sp. 1.
Málsviðgerðin hevði ongan kunnleika til, um hædd varð tikin fyri áseting í javnstøðulógini í samband við, at landsstýrið valdi limir í nevndir og ráð tann 28. september 1995. Talan var um reint politisk val, og umsitingin kom ikki upp í arbeiðið.
ad. pkt. 2.
Svar málsviðgerðarans var tað sama sum til spurning 1.
ad. pkt. 3.
Í skrivi frá 7. desember 1995 kom umsitingin við tilmæli viðvíkjandi kæruni frá Javnstøðunevndini, og varð hetta viðgjørt á landsstýrisfundi tann 9. januar 1996. Frá Axel Nolsøe og Andrias Petersen fær málsviðgerðin kunnleika til, hvussu málið varð viðgjørt á landsstýrisfundi, og skilti málsviðgerðin, at Eilif Samuelsen og Andrias Petersen skuldu greiða málið. Málsviðgerðin metti sum so, at talan var um politiskt mál, sum umsitingin ikki skuldi blandast uppí, men hevur málsviðgerðin tó "í forbífartinum" nevnt fyri landsstýrismonnum, at hesi viðurskifti mugu fáast uppá pláss. Málsviðgerðin metti rættast at siga, at hetta var eitt mál fyri samlaða landsstýrið, ið soleiðis skuldi semjast um, hvørji umboð vórðu vald í einstøku nevndirnar. Málsviðgerðin kann ikki úttala seg um, hvørt spurningurin um javnstøðulógina var umhugsaður, tá nevndarvalini fóru fram. Málið kundi annars fáast uppá pláss uppá tveir mátar, antin soleiðis, at umval fór fram, ella soleiðis, at søkt varð um undantaksloyvi. Málsviðgerðin metti sjálvur, at um søkt varð um undantaksloyvi júst eftir, at valið var farið fram, so vildi neyvan verið nakar trupulleiki at fingið slíkt undantaksloyvi.
ad. pkt. 4.
Málviðgerðanum kunnugt, hevur landsstýrið ikki frætt aftur viðvíkjandi umsókn um undantaksloyvi dagfest 1. februar 1996. Umsitingin hevði gjørt uppskot til skriv, men varð hetta skriv broytt eftir landsstýrisfundin, antin av Axel H. Nolsøe ella skrivara hansara, áðrenn tað varð sent út. Soleiðis minnist málsviðgerðin, at landsstýrismenn eftir fundin 1. februar 1996 gingu og umhugsaðu formu-lering av nýggjum avsluttandi reglubroti í skrivinum. Málsviðgerðin mintist ikki, hvønn dag brævið varð sent, men um tað framgongur av journalini hjá Føroya Landsstýri, at brævið er sent tann 6. februar 1996, so ivast málsviðgerðin ikki í, at hetta er rætt. Annars vísti málsviðgerðin á, at tá tað ikki er samsvar ímillum partar av tí brævi dagfest 1. februar 1996, ið sent varð Javnstøðunevndini, og tað avrit av brævi, ið Landsstýrismálanevndin fekk sendandi frá landsstýrinum hin 26. juni 1996, so metir málsviðgerðin avgjørt, at hetta bert stavar frá, at umsitingin av misgáum hevur sent galið avrit. Einki ítøkiligt liggur í hesum. Málsviðgerðin veit ikki, um Javnstøðunevndin hevur reglugerð fyri, hvussu umsókn um undantaksloyvi skal orðast. Heldur ikki veit málsviðgerðin, um landsstýrið hevur verið í samband við ávísar kvinnur í samband við val av nevnd.
C. Svarið frá Javnstøðunevndini
Frá Javnstøðunevndini hevur kanningarstjórin fingið hetta skrivliga svar uppá fyrispurningar:
Vísandi til j.nr. tygara 364/97: Viðv. kæru um val landsstýrisins av nevndum og ráðum.
Vísandi til fyrispurning tygara til javnstøðunevndina í skrivi dagf. 29. maj 1997 eru hesar viðmerkingar:
ad.1
um javnstøðunevndin varð tikin upp á ráð, tá landsstýrið valdi limir í nevndir og ráð, sum sambært upplýsing tygara fór fram tann 28. september 1995.
Hertil er at siga, at javnstøðunevndin varð ikki tikin uppá ráð frammanundan.
Gongdin í málinum hevur stutt verið henda:
Tíðindaskriv frá javnstøðunevndini tann 14. mars 1995
Tá javnstøðunevndin gjørdist kunnug um, at løgtingið (sum tá valdi meginpartin av hesum nevndum) skuldi velja nevndir og ráð sendi út tíðindaskriv og gjørdi vart við reglurnar í javnstøðulógini um kynsbýtið av limum í nevndum og ráðum o.t..
Hetta hevði við sær, at valini blivu úsett til um heystið vísandi til nýggju stýrisskipanarlógina sum kom í gildi á ólavsøku, og sum hevði við sær, at tað tá kom at vera landsstýrið, sum skuldi velja limirnar umframt at tosið eisini gekk um, at fleiri av hesum nevndum og ráðum tá væntandi fóru at detta burtur.
Skriv til landsstýrið tann 27. sept. 95
Í sept. 95 frættist, at landsstýrið nú fór at velja limir í nevndir og ráð. Javnstøðunevndin heitti tí á landsstýrið um at kunna javnstøðunevndina so hvørt limir í nevndir og ráð vórðu vald, so nevndin kundi fylgja við at valið fór fram samsvarandi reglunum í javnstøðulógini.
Javnstøðunevndin fekk ikki svar aftur frá landsstýrinum, men nakað seinni kom í einum brævbjálva eitt ódagfest yvirlit yvir nevndir og ráð og á hesum skiltist, at hetta vóru teir limir landsstýrið hevði samtykt at velja í tilskilaðu nevndir. Nær valið varð farið fram sást ikki av hesum.
Skriv til landsstýrið tann 2. nov. 1995
Javnstøðunevndin ger landsstýrinum greitt, at landsstýrið eftir nevndarinnar meting hevur brotið javnstøðulógina og gevur landsstýrinum eina 14 daga tíðarfreist at rætta hetta. M.a. verður víst á, at landsstýrið ikki hevur søkt undantaksloyvi. Onki hoyrist frá landsstýrinum.
Áminning til landsstýrið tann 20. nov. 1995
Javnstøðunevndin minnir landsstýrið á málið og vísir á løgtingsl. um stýrisskipan §§ 37 og 38 um eftirlit við starv landsstýrisins. Framvegis hoyrist ikki eitt orð úr landsstýrinum.
Javnstøðunevndin viðger málið á 2 fundum.
Á nevndarfundi tann 27. nov. 1995 var avgjørt at bíða enn eitt sindur eftir landsstýrinum, áðrenn endalig støðutakan varð tikin til, hvussu nú skuldi farast fram.
ñ fundi í javnstøðunevndini tann 30. jan. 1995 varð avgjørt, at nú kundi ikki bíðast meiri eftir landsstýrinum, og varð endalig avgerð tikin um at senda málið víðari til landsstýrismálanevndina til viðgerðar.
Skriv til landsstýrismálanevndina tann 7. februar 1996.
Málið verður avgreitt til landsstýrismannanevndina.
ad.2
um javnstøðunevndin hevur viðgjørt skrivið frá landsstýrinum dagfest 1. febr. 1996, har landsstýrið søkir um undantaksloyvi, og um nevndin hevur latið landsstýrið frætta aftur hesum viðvíkjandi.
Javnstøðunevndin hevur viðgjørt skrivið frá landsstýrinum á fundi í nevndini, men var tað aftaná, at málið var avgreitt til landsstýrismálanevndina.
Skrivið frá landsstýrinum gav ikki nevndini orsøk til at taka klaguna til landsstýrismálanevndina aftur. Nú mátti málið ganga sína gongd og viðgerast av landsstýrismálanevndini á verandi grundarlagi.
Javnstøðunevndin svaraði ikki landsstýrisskrivinum aftur - helst tí at mett varð, at landsstýrið visti, at málið varð lagt fyri landsstýrismálanevndina.
ad.3
um javnstøðunevndin hevur fingið skrivið frá landsstýrinum dagfest 26. juni 1996
Nei. Hetta er fyrstu ferð nevndin sær hetta skriv.
V. Viðmerkingar kanningarstjórans:
A. Løgfrøðiligar viðmerkingar til grein 8 í javnstøðulógini
Grein 8 í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn er soljóðandi:
"Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdarráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.
Stk.2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær."
Av viðmerkingum landsstýrisins til upprunaliga uppskotið til løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn (løgtingsmál nr. 131/1992) framgongur, at grein 8 skal tryggja, at bæði kynini verða umboðað so eins í tali sum gjørligt í nevndum, ráðum og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir.
Tá uppskotið til javnstøðulóg varð lagt fram í løgtinginum tann 16. mars 1993, varð hetta undir 1. viðgerð beint í rættarnevndina. Av viðmerkingum rættarnevndarinnar til grein 8, stk. 1 framgongur, at fyribrygdið "tað almenna" skal skiljast í fyrisitingarligum høpi.
Við nevndu viðmerkingum í huga, lesur kanningarstjórin grein 8 stk. 1. í javnstøðulógini soleiðis, at tá fyrisitingarvaldið útnevnir limir í nevndir, ráð, umboð og líknandi innan almennu fyrisitingina, so skal útnevning fara fram soleiðis, at bæði kynini verða umboðað so eins í tali sum gjørligt.
Talan skal soleiðis vera um nevnd, ráð, umboð og líknandi, sum fevnd er av almennu fyrisitingini fyri at viðkomandi organ skal vera fevnt av grein 8 í javnstøðulógini. Kanningarstjórin metir her, at talan er um "almennu fyrisitingina" í breiðastu merking. Nevndir og ráð við lóggávuvaldið og/ella við dómsvaldið eru tó ikki fevnd av grein 8.
Grein 8 í javnstøðulógini ásetir, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum skulu vera umboðaðir í nevndum og ráðum. Tá tað framgongur av lógarviðmerkingunum til grein 8, at hon skal tryggja, at bæði kynini verða umboðað so eins í tali sum gjørligt, so metir kanningarstjórin, at í øllum førum har talan er um minni almenna nevnd, ið hevur ólíka tal av limum, t.d. 5 limir, so ásetir lógin, at 3 limir skulu vera av øðrum kyninum og 2 limir av hinum kyninum. Er talan um minni nevnd, ið hevur líka-tal av limum, t.d. 6 limir, so metir kanningarstjórin, at grein 8 í javnstøðulógini ásetir, at talið av nevndarlimum skal vera javnt býtt millum bæði kynini soleiðis, at 3 eru av hvørjum kyni.
Grein 8 í javnstøðulógini nevnir bert, at talið av limum í nevndum og ráðum skal vera býtt á ein ávísan hátt. Einki verður nevnt um møguligar varalimir hjá nevndarlimum, og metir kanningarstjórin ikki, at grein 8 beinleiðis er galdandi fyri val av slíkum varalimum.
Har fyrisitingarvaldið bert skal velja ein part av limunum í eini nevnd e.l., so metir kanningarstjórin, at grein 8 í javnstøðulógini bert er galdandi fyri tann part av limunum, ið fyrisitingarvaldið velur. Av hvørjum kyni aðrir limir í slíkum nevndum eru, fellur uttan fyri grein 8 í javnstøðulógini.
Eftir grein 8 stk. 2. í javnstøðulógini kann Javnstøðunevndin, tá ið serligar grundir eru fyri tí, geva undantaksloyvi frá krøvum í lógini í hvørjum einstakum føri ella fyri eina yrkisgrein sær. Ikki framgongur av lógini, hvussu umsókn um undantaksloyvi skal vera uppsett, men við orðingini í lógini í huga metir kanningarstjórin, at umsókn um undantaksloyvi sum minsta krav má vera uppsett soleiðis, at hon antin sjálv vísir til einstakt nevndarval ella einstaka vinnugrein ella soleiðis, at umsóknin, saman við brævaskifti í máli annars, kann metast at sipa til einstakt nevndarval ella einstaka vinnugrein. Harumframt má grundin fyri at søkja um undantak framganga av umsóknini.
Heldur ikki framgongur av lógini nær í tíð umsókn um undantaksloyvi eftir grein 8 stk. 2. skal sendast Javnstøðunevndini, men metir kanningarstjórin, at um fyrisitingarvaldið ynskir at fremja eitt nevndarval, har ikki umleið eins nógvir limir eru av báðum kynum, so má umsókn um undantak eftir grein 8 stk. 2 í javnstøðulógini verða sent Javnstøðunevndini frammanundan nevndarvalinum, um slíkt val skal fara fram fult í samsvar við javnstøðulógina.
Løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn er sett í gildi tann 11. mai 1994, og metir kanningarstjórin tí, at tey val av nevndum, ráðum v.m., ið landsstýrið hevur framt, og sum kanningarstjórin skal kanna nærri, í tíð liggja eftir at javnstøðulógin er kunngjørd og komin í gildi. Lógin er soleiðis í gildi tá einstøku kannaðu valini fara fram.
B. Viðmerkingar til einstøk nevndarval:
Av teimum valum, ið Føroya Landsstýri framdi á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 og í oktober 1995, hevur kanningarstjórin staðfest, at við fylgjandi val hevur Føroya Landsstýri ikki valt umleið eins nógvar limir av báðum kynum:
Við val av limum í nevndina fyri
- Tryggingarsambandinum Føroyar;
- Menningargrunnin;
- Sjónvarps- og útvarpsnevndina;
- Ráðið fyri Suðuroyar Sjúkrahús;
- Landsskúlaráðið;
- Jarðarráðið;
- Stýrið fyri Landsbanka Føroya;
- Býarskipanarnevndina;
umframt val av "landbúnaðarkommissionerum" fyri einstøku sýslurnar.
Tryggingarsambandið Føroyar er stovnað við bráðfengis kunngerð nr. 14 frá 17. juni 1940 sum eitt sínamillum tryggingarsamtak. Við heimild í Ll. nr. 24 frá 28. mars 1956, staðfestir Landsstýrið reglugerð fyri virksemi og uppbygging hjá samtakinum. Samtakið hevði, tá tey í hesum máli kannaðu nevndarval fóru fram, einarætt at røkja tryggingarvirki í Føroyum. Samtakið fær sínar inntøkur frá vanligum tryggingarvirksemi. Frásæð endurtryggingardeildini, er samtakið fyri sínamillum virkandi virksemi sínum frítt av øllum beinleiðis skatti til landskassa og kommunu. Løgtingið kann tó leggja á samtakið avgjald til landskassan fyri einarætt tess. Tryggingarvirksemið hjá samtakinum annars verður rikið á vanligum privatrættarligum grundarlagi. Av løgtingslóg nr. 56, frá 13. juni 1995 um broyting í løgtingslóg um trygging framgongur, at av teimum 5 limunum, ið sita í nevndini fyri Tryggingarsambandið Føroyar, velur landsstýrið 4 og umboðsráðið 1. Á landsstýrisfundi tann 28. september 1995 velur landsstýrið 4 limir í nevndina í Tryggingarsambandinum Føroyar, og av hesum vóru 3 menn og 1 kvinna. Á landsstýrisfundi tann 10. oktober 1995 hevur landsstýrið fyri longu valdan mann valt ein annan mann í staðin.
Sambært løgtingslóg um Menningargrunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur nr. 37 frá 26.06.1973 við broytingum, er settur á stovn grunnur nevndur Menningargrunnur Ídnaðarins, hvørs endamál er at veita hjálp til fremjan av atgerðum, ið kunnu skapa bata fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur. Landsstýrið ger reglugerð fyri grunnin, og er hesin leysur av øllum skatti til land og kommununa. Virksemi grunnsins verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini, lántøku við landskassaveðhaldi, rentuinntøkum, endurgoldin givin lán og 1 o/oo gjaldi frá virkjum í landinum. Føroya Landsstýri velur nevnd Menningargrunsins, sum telur 5 limir. Landsstýrið velur formannin og 1 tiltakslim fyri hann. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995, hevur landsstýrið valt 5 menn og onga kvinnu í nevndina fyri Menningargrunnin.
Sambært løgtingslóg nr. 11. frá 14.03.1957 um útvarpsnevnd velur landsstýrið limirnar í útvarpsnevndini, og eru hesir 5 í tali. Landsstýrið kann tó eftir tilráðing frá lurtarafeløgum, sum frammanundan hava fingið góðkenda tilráðingarheimild frá landsstýrinum, nøra um nevndina við 1 limi. Endamál útvarpsnevndarinnar er at taka avgerð um, hvussu dagsskrá útvarpsins skal skipast í høvuðsevnum og góðkennir hana, innan hon verður kunngjørd. Nevndin fyrisetir reglur, ið hon heldur vera neyðugar, við tí endamáli, at tað, sum útvarpað verður, hevur fjøllbroytt, mentanarligt og upplýsandi innihald, og at hugsanarfrælsi, rættsins og javnaður móti øllum flokkum og stevnum í almennum málum, vinnustevnum, feløgum og einstakum monnum skulu ráða í útvarpinum. Landsstýrið setir í reglugerð gjølligari skipanir um starv útvarpsnevndarinnar. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 hevur Føroya Landsstýri valt limir í útvarpsnevndina, og vórðu hesi 4 menn og 1 kvinna. Harumframt hevur landsstýrið eftir tilráðing frá lurtarafelag valt enn ein mann í nevndina á landsstýrisfundi tann 3. oktober 1995.
Av grein 6 í løgtingslóg nr. 77 frá 21. mai 1982 um sjónvarp framgongur, at fyri Sjónvarpsnevndina verður lóg nr. 11 frá 14. februar 1957 um útvarpsnevnd at galda tilsvarandi, eins og reglugerð um starv útvarpsnevndarinnar. Formaður í útvarpsnevndini verður eisini formaður í Sjónvarpsnevndini. Hinir limirnir í útvarpsnevndini kunnu ikki samstundis verða limir í Sjónvarpsnevndini. Eftir hesum velur landsstýrið soleiðis allar limirnar í sjónvarpsnevndina. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 hevur Føroya Landsstýri í Sjónvarpsnevndina valt 4 menn og 1 kvinnu. Harumframt hevur landsstýrið eftir tilráðing frá hyggjarafelag valt enn ein mann í nevndina á landsstýrisfundi tann 3. oktober 1995.
Sambært lb. nr. 137 frá 6. mars 1991 "Lov for Færøerne om sygehusvæsenet", sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 13. juni 1995, so verður heilsuverkið í Føroyum rikið av Heimastýrinum. Tá nevndarvalini, ið kannað verða í hesi frágreiðing, fóru fram, var hvørt av teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum rikið av hvør sínum stýri. Suðuroyar Sjúkrahús varð soleiðis rikið av einum stýrið á 5 limir og útpeikaði Føroya Landsstýri hesar. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 hevur Føroya Landsstýri valt 4 menn og 1 kvinnu í stýrið fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Sambært løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 13. juni 1995, so er Landsstýrið hægsti mynduleiki fyri skúlaskapin í Føroyum og fremur henda gjøgnum eitt landsskúlaráð og eina skúlafyrisiting. Landsstýrið velur liminar í landsskúlaráðið, og eru teir 5 í tali. Landsstýrið tilnevnir formannin. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 hevur Føroya Landsstýri í Landsskúlaráðið valt 4 menn og 1 kvinna.
Sambært grein 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 29. juni 1988 um landsjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, er endamál lógarinnar, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini. Jarðarráðið hevur tey málsøkir um hendur, sum verða áløgd tí sambært lóg ella avgerð landsstýrisins, herundir fyrisiting av allari almennari jørð. Nakrar avgerðir Jarðarráðsins kunnu kærast inn fyri landsstýrið. Føroya Landsstýri velur 5 limir í Jarðarráðið. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 hevur Føroya Landsstýri valt 5 menn og onga kvinnu í Jarðarráðið.
Sambært lóg nr. 84 frá 31. mars 1926 "Lov for Færøerne om landvæsenskommissioner" sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, so velur landsstýrið 6 "landvæsenskommissionerar" fyri hvørja sýslu, og skulu hesir vera "...myndige, uberygtede, vederhæftige, i sysselet bosatte Mænd...". Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 hevur Føroya Landsstýri valt hesar "landvæsens-kommissionerar" fyri tær 6 sýslurnar:
- fyri Vága sýslu eru valdir 5 menn og 1 kvinna;
- fyri Norðoya sýslu eru valdir 6 menn og eingin kvinna;
- fyri Eysturoyar sýslu eru valdir 5 menn og 1 kvinna;
- fyri Streymoyar sýslu eru valdir 5 menn og 1 kvinna;
- fyri Sandoyar sýslu eru valdir 5 menn og 1 kvinna og
- fyri Suðuroyar Sýslu eru valdir 5 menn og 1 kvinna.
Sambært grein 1 í løgtingslóg nr. 57 frá 2. oktober 1978 um Landsbanka Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 13. juni 1995, so hevur Landsbanki Føroya sum almennur banki til uppgávu samsvarandi hesi lóg og teimum við heimild í hesi lóg fyrisettu reglum at vera við til at røkja samfelagslig áhugamál við tí í hyggju at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum og eina javna útbygging av føroyska samfelagnum. Bankin kann reka virksemi við millum annað at taka ímóti innskotum frá landskassanum, føroyskum peningastovnum og landsstovnum, bankin kann seta inn pening í privatar peningastovnar í og uttanfyri Føroyar, bankin kann taka upp lán í og uttan fyri Føroyar, bankin kann standa fyri landskassans útlánum og veðhaldum, bankin hann veita lán til landskassan, landsstovnar og privatar peningastovnar í Føroyum. Bankin er frítikin fyri skatt ella onnur gjøld til tað almenna, tó so, at yvirskot bankans fer í landskassan. Bankin verður rikin undir leiðslu av einum umsjónarráði við 11 limum. Av hesum 11 limum velur Føroya Landsstýri 5 limir, og vinnufeløg velja 6 limir. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 valdi Føroya Landsstýri 4 menn og 1 kvinnu sum síni umboð í Umsjónarráðið fyri Landsbanka Føroya.
Sambært grein 2 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 13. juni 1995, so sita í býarskipanarnevndini 7 limir, harav Føroya Landsstýri velur 4. Hinir 3 limirnir verða valdir av Føroya kommunufelag og Tórshavnar kommunu. Á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 valdi Føroya Landsstýri sínar 4 limir í Býarskipanarnevndina, og vóru allir menn.
C. Umsókn um undantak eftir grein 8 stk. 2.:
Í skrivi dagfest 1. februar 1996 hevur Føroya Landsstýri sent Javnstøðunevndini umsókn um undantaksloyvi sambært grein 8, stk. 2 í javnstøðulógini, hetta fyri val av limum í ráð og nevndir, har Føroya Landsstýri ikki hevur mett tað gjørligt at ganga ásetingunum í javnstøðulógini nóg mikið á møti. Hetta serstakliga í teimum nevndum, sum skuldu veljast fyri 1. oktober.
Sambært Javnstøðunevndini, so hevur nevndin viðgjørt umsóknina um undantaksloyvi, men ikki veitt landsstýrinum nakað svar, tí nevndin metti, at landsstýrið visti av, at málið var lagt fyri Landsstýrismálanevndina.
D. Niðurstøða:
Við støði í lógargrundarlagnum undir stovnunum, hvussu virksemi teirra er bygt upp, rikið og fíggjað og við støði í sambandi teirra við landsmyndugleikarnar annars, er kanningarstjórin av teirri fatan, at nevndir, ráð v.m. fyri Menningargrunn Ídnaðarins, Sjónvarp Føroya, Útvarp Føroya, Suðuroyar Sjúkrahús, Landsskúlaráðið, Jarðarráðið, Landsbanka Føroya og Býarskipanarnevndina mugu metast sum nevndir, ráð v.m. innan "tað almenna", ið fevnd eru av grein 8 í javnstøðulógini.
Hóast Føroya Landsstýri hevur ávísa ávirkan á Tryggingarsambandið Føroyar og uppbygningi tess, so metir kanningarstjórin tó, hetta serstakliga við atliti til,
at virkemið hjá hesum samtaki burturav at kalla er grundað á og rikið eftir vanligum privatrættarligum reglum, og
at fíggjarliga grundarlagið undir samtakinum stavar frá egnum inntøkum tess frásæð skattafrælsi tess,
at talan er um sínamillum felag fyri tryggingartakarar;
at nevndin fyri Tryggingarsambandið Føroyar ikki er fatað av "tí almenna" eftir grein 8 í javnstøðulógini.
Eftir ymsum lógum er veitt heimild fyri, at avgerðir innan landbúnað v.m. kunnu verða lagdar inn fyri landbúnaðarstevnu við sýslumanninum sum formanni til avgerðar. Metir partur ikki, at avgerð hjá landbúnaðarstevnu er røtt, kann hon verða kærd inn fyri yvirlandbúnaðarstevnu við sorinskrivaranum sum formanni. Landbúnaðarstevna og yvirlandbúnaðarstevna verða soleiðis at meta sum serligir dómstólar innan dómsvaldið, og metir kanningarstjórin ikki, at slíkir serligir dómstólar eru fevndir av almennu fyrisitingini á ein slíkan hátt, at grein 8 í javnstøðulógini er galdandi fyri hesar.
Kanningarstjórin metir ikki at Føroya Landsstýri, tá val á landsstýrisfundi hin 28. september 1995 fór fram av limum í nevndir, ráð, umboð og líknandi fyri
- Menningargrunn Ídnaðarins;
- Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya;
- Suðuroyar Sjúkrahús;
- Landsskúlaráðið;
- Jarðarráðið;
- Landsbanka Føroya;
- Býarskipanarnevndina;
umframt tá val av limum í sjónvarps- og útarpsnevnd fór fram tann 3. oktober 1995, hevur valt soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Eisini er kanningarstjórin av teirri fatan, hetta við støði í skjalatilfari og samrøðum í málinum, at Føroya Landsstýri átti at vita, at val teirra av limum í júst nevndu nevndir og ráð v.m.tann 28. september 1995 og í 3. oktober 1995 var soleiðis, at ikki umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir.
Av skjalatilfari í málinum og av teimum samrøðum kanningarstjórin hevur havt við fólk í málinum, metir kanningarstjórin harumframt tað at framganga, at Føroya Landsstýri hevur gjørt eitt arbeiði fyri at uppfylla krøvini í javnstøðulógini í samband við tey nevndarval, kannaði eru. Eisini metir kanningarstjórin tað at framganga, at Føroya Landsstýri hevur mett tað ikki møguligt fult út at lúka krøvini í javnstøðulógini innan tað tíðarfreist, sett varð fyri nevndarval í summum av nevndunum. Í slíkum førum ávísir grein 8 stk. 2 í javnstøðulógini møguleikan fyri at søkja Javnstøðunevndina um undantak frá krøvunum í lógini. Skal slíkt val fara fram fult í tráð við javnstøðulógina, metir kanningarstjórin neyðugt at lata inn umsókn um undantak frá lógini frammanundan valinum. Føroya Landsstýrið hevur ikki frammanundan teimum valum, kannaði eru í málinum, sent Javnstøðunevndini slíka umsókn um undantak.
Viðvíkjandi teirri umsókn um undantaksloyvi eftir grein 8. stk 2 dagfest tann 1. februar 1996, ið Føroya Landsstýri hevur sent Javnstøðunevndini, metir kanningarstjórin, at umsóknin uppfyllir formkrøvini í javnstøðulógini, hetta tí tað av sjálvari umsóknini og av samanhanginum við undanfarið brævarskifti millum Føroya Landsstýri og Javnstøðunevndina í málinum framgongur, hvørji nevndarval søkt verður um undantak fyri, umframt at framførdar verða nærri grundgevingar fyri at søkja um undantak eftir grein 8 stk. 2. Í tíð liggur umsóknin tó eftir, at valini eru farin fram.
Ikki hevur kanningarstjórin mett sum part av hesi kanning at taka støðu til, um undantak skuldi verið veitt.
Niðurstøða kanningarstjórans verður tí:
Kanningarstjórin staðfestir, at Føroya Landsstýri á landsstýrisfundum hin 28. september 1995 og 3. oktober 1995, tá tað valdi limir í nevnd, ráð v.m. fyri
- Menningargrunn Ídnaðarins;
- sjónvarps- og útvarpsnevndina;
- Suðuroyar Sjúkrahús;
- Landsskúlaráðið;
- Jarðarráðið;
- Landsbanka Føroya og
- Býarskipanarnevndina;
hevur framt brot á grein 8, stk. 1, 1. pkt. í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.
Tórshavn, tann 15. september 1997
Dánjal Magnussen, advokatur
kanningarstjóri