Nevndarskjøl fíggjarnevndin 2004

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri 2005

Skjal D

 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Soffi Egholm [mailto:soffi-e@post.olivant.fo]
Sendt: 2. november 2004 10.23
Til: Løgtingið
Emne: Fíggjarmálaráðið/att Fýggjarnevndin/Løgtingið

Fíggjarmálaráðið
Traðagøta 39,
Argir

Tann 1.Nov. 2004.

Att. Fíggjarnevndin /Løgtingið.

Sinnisbati harmast um skerjing av felagsins fíggjing, fyri árið 2005.

Tey sálarsjúku hava í mong ár, verið goymd og gloymd. Endiliga er gongd komin á soleiðis, at psykiatriin í Føroyum ikki skal blíva við, at vera eftirbátur. Men ein framburður við ítøkiligari skipan og fyrisiting av psykiatri í Føroyum.

Tí, er tað ófatandi, at felagsins partur av tíð fyribyrgjandi arbeiði, fyri menniskju sum eru sálarsjúk og teirra avvarandi.Ikki blívur prioriterað hægri. Vit spæra borgarum fyri innleggjing og læknabrúk.Sinnisbati arbeiðir eftir prinsippinum, hjálp til sjálvhjálp.

Lokalfeløg stovnast kring landi, við einari netværksskapandi hensikt. Hettar fyri at menna vitan um sálarsjúku, og skapa posetivan hugbur viðvíkjandi fatan av, hvat tað vil siga at liva við sálarsjúku – og hvat tað ber í sær at vera sálarsjúkur.

Gevið sinninum gætur!!

Tí, blívur okkara umbøn soleiðis: at, endurskoðað tað lágt settu fíggjingina til Sinnisbata, einaferð enn.

Virðingarmest
Formaður fyri Sinnisbata,
Soffi Egholm.