Gerðabók vinnunevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006
36. fundur
Ár 2007, týsdagin hin 29. mai, kl. 9.30, var fundur í vinnunevnd Løgtingsins.
Á fundi vóru:
Henrik Old, formaður
Johan Dahl, næstformaður
Kjartan Joensen møtti fyri Jørgen Niclasen
Gerhard Lognberg
Tórbjørn Jacobsen
Heidi Petersen
Heðin Zachariasen var ikki á fundi.
Skrivari:
Súsanna Danielsen
Til viðgerðar:
1.
Gerðabøkur
Gerðabøkur frá fundum 16. og 24. mai 2007
vórðu góðkendar við einstøkum broytingum.
2.
Løgtingsmál nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu,
flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)
Málið varð viðgjørt, og
varð avgjørt at skriva álit í málinum.
3.
Løgtingsmál nr. 111/2006: Uppskot til løgtingslóg um tryggingarvirksemi
Kl. 11.30 komu á fund Magni
Laksafoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri,
og Terji Petersen, ráðgevi.
Málið varð umrøtt.
Fundur lokin kl. 12.00
Súsanna Danielsen
skrivari