Uttanlandsnevnd ferð til Danmarkar 2006

Í døgunum 29. til 30. august 2006 var uttanlandsnevndin í Keypmannahavn og vitjaði Føroyanevndina hjá Fólkatinginum

 

Við á ferðini vóru Johan Dahl, formaður, Óli Breckmann, næstformaður, Jørgen Niclasen, John Johannessen, Kristian Magnussen, Hergeir Nielsen, Jenis av Rana og Kristina Samuelsen, nevndarskrivari.

 

Skráin fyri vitjanina byrjaði týsdagin, 29. august, kl. 13.00, tá uttanlandsnevndin varð boðin til morgunmatar saman við Føroyanevndini í matstovuni hjá Fólkatinginum. Við vóru umboðandi Føroyanevndina Pia Larsen (V), formaður, Frank Jensen (S), næstformaður, Svend Erik Hovmand (V), Arne Toft (S), Søren Espersen (DF), Ole Stavad (S), Høgni Hoydal (TF), Anfinn Kallsberg (FF), Jakob Heltoft, nevndarskrivari, og Lone Clausen, assistentur. Undir morgunmatinum greiddi Ole Stavad frá gongdini og støðuni í málinum um føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum, og málið varð síðani umrøtt.

 

Kl. 14.20 - 15.45 var fundur við Føroyanevndina. Nevndarlimirnir úr Føroyanevndini, ið vóru við á fundinum, vóru Pia Larsen (V), formaður, Frank Jensen (S), næstformaður, Svend Erik Hovmand (V), Britta Schall Holberg (V), Arne Toft (S), Søren Espersen (DF), Høgni Hoydal (TF) og Anfinn Kallsberg (FF). Harumframt vóru Jakob Heltoft, nevndarskrivari, og Lone Clausen, assistentur, við á fundinum. Eftir at Pia Larsen, formaður í Føroyanevndini, hevði bjóðað vælkomin, hevði Johan Dahl eina framløgu við føroyskum fólka-, vinnu- og búskaparhagtølum fyri seinastu 5 árini. Evnini fyri fundin vóru annars føroyska umsóknin um limaskap í EFTA, støðan hjá Føroyum í tí norðurlendska samstarvinum, umrøða av møguleikunum fyri eini sjálvstøðugari føroyskari menningarhjálp, umframt kunning um setan av eini fólkatingsnevnd viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum. Formlig frágreiðing er ikki gjørd frá fundinum.

 

Eftir fundin millum nevndirnar, kl. 16.00 til 16.25, var tíðindafundur við nevndarformenninar. Anne Dannerfjord, konsulentur í forsætismálaráðnum, og Mortan í Hamrabyrgi frá føroysku tíðandastovuni komu á fundin.

 

Um kvøldið var Føroyanevndin vertur fyri einum døgurða á Den Røde Cottage í Klampenborg.

 

Ónsdagin, 30. august, vitjaði uttanlandsnevndin Novozymes í Bagsværd frá kl. 9.30 til 11.30. Pia Larsen, formaður í Føroyanevndini, og Jakob Heltoft, nevndarskrivari í Føroyanevndini, vóru við. Trý starvsfólk á fyritøkuni tóku ímóti okkum, Kenneth Aukdal, Henrik Dalbøge og ein kvinnuligur starvsmaður, ið eg ikki fekk navnið á. Fyrst varð greitt frá fyritøkuni við eini framløgu við rakstrartølum, marknaðarupplýsingum, upplýsingum um umsiting, gransking, og serliga um framleiðslur og framleiðsluhættir hjá fyritøkuni. Síðani varð skipað fyri eini rundvísing, har dentur varð lagdur á framleiðslumenning.

 

Kl. 12.30 - 14.30 varð uttanlandsnevndin saman við formanninum í Føroyanevndini, Pia Larsen, og nevndarlimunum Ole Stavad og Høgna Hoydal boðin til ein arbeiðsmorgunmat hjá uttanríkismálaráðharranum Per Stig Møller í uttanríkismálaráðnum. Jakob Heltoft, nevndarskrivari, var eisini við. Við á fundinum vóru eisini frá forsætismálaráðnum ráðharraskrivarin René Dinesen, skrivstovustjórin Karsten Ankjær Jensen, NFG, Árni Olafsson, konsulentur, NFG, og Per Lachmann, komitteraður í EU- og statsrætti. Talan var um ein óformellan fund uttan dagsskrá. Evnini, ið vórðu umrødd, vóru tey somu, sum vóru umrødd á fundinum millum uttanlandsnevndina og Føroyanevndina. Formlig frágreiðing er ikki gjørd frá fundinum.

 

Kristina Samuelsen, nevndarskrivari

6. september 2006