Gerðabók Uttanlandsnevnd Løgtingsins tingsetan 2006

11. fundur

Ár 2007, hósdagin hin 11. januar, kl. 14.00  var fundur í uttanlandsnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Johan Dahl, formaður

Anfinn Kallsberg

John Johannessen

Kristian Magnussen

Hergeir Nielsen

Jenis av Rana

 

Óli Breckmann var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabøkurnar frá fundunum 15. november, 1. og 15. desember 2006 vórðu býttar út, lisnar upp og góðkendar.
 

2.      Ráðførsla um nýtslu av føroyska loftrúminum
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, kom á fund saman við Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, og Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgeva, og greiddi frá málinum og svaraði spurningum frá nevndarlimunum. Nevndin ynskti at fáa avrit av svari løgmans upp á fyrispurningin um nýtslu av føroyska loftrúminum í 2006. Løgmaður og embætisfólkini fóru av fundi kl. 14.40.

Meirilutin í nevndini samtykti at skriva løgmanni bræv, at meirilutin tók undir við, at verandi loyvi verður framlongt fyri 2007.
Ein minniluti, John Johannessen, letur sínar viðmerkingar til skrivaran í morgin.
Ein annar minniluti, Hergeir Nielsen, tók ikki undir við málinum og legði fram sínar viðmerkingar til málið.

 

Næsti fundur:

Eingn nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 15.00

 

Johan Dahl

formaður

/Jóhanna Arge

skrivari