Gerðabók trivnaðarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006
17. fundur
Ár 2007, mikudagin hin 18. apríl, kl. 11.00 var fundur í trivnaðarnevnd Løgtingsins.
Á fundi vóru:
Jørgen Niclasen, formaður
Finnur Helmsdal, næstformaður
Alfred Olsen
Annita á Fríðriksmørk
Bill Justinussen
Lisbeth L. Petersen
Skrivari:
Høgni Joensen
Til viðgerðar:
1.
Gerðabókin
Gerðabókin frá 16.
fundi 11. apríl 2007 varð góðkend.
2. Løgtingsmál nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna
Kl. 10.10 kom Hans Pauli Strøm, saman við Petru Jónsdóttir Joensen, almannastjóra, Leif Abrahamsen, gjaldstovustjóra, Nicolai Mohr Balle, KT-leiðara, Frankie Jensen, leiðara, og Tummas Erling Djurhuus, fíggjaleiðara á fund.
Avgjørt varð, at Almanna- og heilsumálaráðið skuldi skipa fyri einari gjøgnumgongd av uppskotinum, hesa ferð við støði í teimum innkomnu tilboðunum.
3. Løgtingsmál nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Aftaná at hava umrøtt málið við landsstýrismannin, har hann svaraði teimum spurningum, sum áður eru settir honum, fór hann av fundi kl. 11.40.
Næsti fundur:
Eingin nýggjur fundur ásettur.
Fundur lokin kl. 12.30
Høgni Joensen
skrivari