J. nr. 7.052-20060001
Frágreiðing um vitjanina hjá rættarnevnd Løgtingsins í Álandi og Danmark í døgunum 11. – 14. september 2006.
Um ferðina
Rættarnevndin gjørdi av at fara á kunningarferð til Álands og Danmarkar. Í Álandi skuldi nevndin kunna seg við umhvørvisvernd og útlendingamál, herundir skipanina við ”hembygdsret”. Eisini avgjørdi nevndin at fara á vitjan í danska útlendingastýrinum og danska familjumálaráðnum á veg heimaftur at kunna seg við ávíkavist viðgerð av føroyskum útlendingamálum og ta nýggju foreldramyndugleikalógina, sum er ávegis í Danmark.
Skrivarin í nevndini setti seg í samband við løgtingsumsitingina á Álandi, sum fyrireikaði vitjanina á Álandi. Eisini seitti skrivarin í nevndini seg í samband við føroysku sendistovuna í Keypmannahavn sum fyrireikaði vitjanina í Danmark.
Luttakandi rættarnevndarlimir á ferðini vóru Alfred Olsen (sbfl.), formaður, Kristian Magnussen (jvfl.), næstformaður, Poul Michelsen (fólkafl.), Finnur Helmsdal (tjvfl.) og Bill Justinussen (miðfl.). Umframt luttók Birita Samuelsen, nevndarskrivari, á ferðini.
Farið var úr Vágunum mánadagin 11. september 2006, klokkan 8.15, og komið var til Álands kl. 22.30, har Lars Ingmar Johansson, stjóri í Løgtinginum, tók ímóti.
Skráðin fyri vitjanina á Álandi.
Týsdagin 12. september 2006
Lars Ingmar Johansson kom á hotellið eftir ferðalagnum klokkan 9.00 týsmorgunin. Spákað var frá hotellinum yvir til Självstyrelsesgården, har sum Ålands Lagting og landsskapsregeringen heldur til. Lars Ingmar Johansson greiddi eitt sindur frá søguni hjá Álandi, millum annað út frá nøkrum málningum, sum prýddu veggirnar, og sum ímynda stórhendingar í álendsku søguni.
Klokkan 9.30 var fundur við álendsku rættarnevndina. Serstøk skrá var ikki gjørd fyri fundin, og orðaskiftið fall á nógv ymisk viðurskifti.
Kl. 10.15 var fundur við Roger Nordlund, løgmann. Løgmaður og Susanne Björkholm, administrationschef, greiddu frá um skipanina við “hembygdsretten”, ognarrættin til jørð og vinnulóggávu á Álandi.
Kl. 12.00 var álendska rættarnevndin vertur við ein frokost á restaurant Åss.
Kl. 13.30 vitjaði rættarnevndin hjá álendska landshøvdinginum, Peter Lindbäck, sum svarar til okkara ríkisumboðsmann. Hann greiddi frá síni uppgávu sum landshøvdingi á Álandi.
Tilfar:
Aftaná vitjanina hjá landshøvdinganum fór nevndin ein túr til bomarsundfestningin, har Graham Robins, projektleiðari, greiddi frá um festningin. Síðani var vitja á Kastelhoms slott, har Silvana Fagerholm-Sjöblom vísti runt.
Um kvøldi var vitja á Sjófartssavninum, og Barbro Sundback, løgtingsformaður, var vertur við ein døgverða á Restaurang Nautical.
Mikudagin 13. september 2006
Kl. 9.00 var rættarnevndin á fundi við trivnaðar- og umhvørvisnevndina, har greitt varð frá miljøhandlingsprogramminum hjá álendsku regeringini, sum varð løgd fyri álendska løgtingið í august 2005.
Tilfar:
Miljøhandlingsprogram for Áland
Miljøpolicy fyri Álands landsskapsregering
Síðani var fundur við Håkan Slotte sum greiddi frá álendsku náttúruverndarlóggávuni. Aftaná fundin var farið ein túr til Nåtö, sum er eitt náttúrureservat, har óteljandi sløg av trøðum, soppum, plantum og øðrum finst.
Tilfar:
Kl. 11.45 var trivnaðar- og umhvørvisnevndin vertur við ein frokost á restaurant Indigo, og aftaná fekk nevndin høvi til at eygleiða ein løgtingsfund eina løtu og hitta álendskar løgtingslimir.
Kl. 14.00 kunnaðu Helena Blomqvist og Mikael Stjärnfelt um álendska umhvørvisverndarlóggávu og vatnlóggávu, og aftaná tað greiddu Mona Kårebring-Olsson og Jan Westerberg frá, hvussu rusk var handfarið á Álandi.
Tilfar:
Kl. 16.00 fór nevndin við Álandsferguni til Svøríki og víðari til Keypmannahavn.
Kl. 10.00 var fundur í Udlændingeservice. Við á fundinum vóru umframt rættarnevndin Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, Rúni Joensen, aðalstjóri, og Herávlur Joensen, sendimaður. Umboð fyri ministeriet for Flygtninge, Indvandrere og Integration vóru eisini við á fundinum. Henrik Grunnet, stjóri í udlændingeservice, byrjaði við at greiða frá bygnaðarbroytingunum í stýrinum. Síðani var greitt frá mannagongdunum við føroysku útlendingamálunum. Høvi var hjá nevndini at seta spurningar, og orðaskifti var um hesi viðurskifti.
Tilfar:
Fra Udlændingestyrelse til Udlændingeservice
Rapport om behandling af ansøgninger om opholdstilladelse på Færøerne
Familiesammenføring på Færøerne
Kl. 14.00 var fundur í Familjestyrelsen, har Annette Hummelhøj, kontórleiðari í Familiestyrelsen, og Mariam Khalil, fulltrúi, greiddu frá um álitið, sum nevndin um foreldramyndugleika og samveru hevur latið úr hondum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Rúni Joensen, aðalstjóri, og Herálvur Joensen, sendimaður, vóru eisini við á hesum fundinum.
Tilfar:
Nevndin fór við flogfarið úr Keypmannahavn kl. 19.00 og lendi í Vágunum kl. 20.30 hóskvøldið.