Gerðabók fíggjarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

46. fundur

Mánadagur   23. juni  2003 kl. 16.20

Á fundi vóru:
Óli Breckmann, formaður,
Vilhelm Johannesen, næstformaður
Lisbeth L. Petersen
Kaj Leo Johannesen (f. Johan Dahl)
Kristina Háfoss
Tórbjørn Jacobsen
Kári P. Højgaard

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 45. fundi 30.04.2003 varð góðkend við teirri viðmerking at í pkt. 2 verður sett afturat sum seinni liður ", vísandi til, at Løgtingið hevði fundir".

  2. J. nr. 7.01-20030004: Fíggjarnevndarskjal um stuðul til uppihaldspening
    Landstýrismaðurin í almannamálum søkir í skrivi 13. juni 2003 fíggjarnevndina um, at játtaðar verða 7.800 tkr. til høvuðskontu 12.21.3.05 Stuðul til uppihaldspening (lógarbundin játtan).
    Ein samd nevnd tók undir við at veita eykajáttanina sbr. stýrisskipanarlógini § 44, stk. 2.

  3. J. nr. 7.01-20030003: Fíggjarnevndarskjal til børn og ung við atferðartrupulleikum
    Landstýrismaðurin í almannamálum søkir í skrivi 16.06.2003 fíggjarnevndina um, at játtaðar verða 500 tkr. til høvuðskontu 12.21.3.10. Børn og ung við atferðartrupulleikum (Rakstrarjáttan), at játtanin til høvuðskontu 12.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan) verður lækkað við 385 tkr., og at játtanin til høvuðskontu 12.21.1.13. Vanlukkutryggingarráðið (Rakstrarjáttan) verður lækkað við 115 tkr. Í umsóknini verður upplýst, at umsóknin snýr seg um flytingar millum kontur og hevur ikki meirútreiðslur við sær.
    Ein samd nevnd tók undir við at veita eykajáttanina sbr. stýrisskipanarlógini § 44, stk. 2.

 

 

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur. 

 

Fundur lokin kl. 16.45 

Óli Breckmann
formaður

 

Sjúrður Rasmussen
skrivari