Tingmenn 1918

Tingmenn1918.JPG (44890 bytes)

Gunnar Mikkelsen var ørindadrongur í løgtinginum um hetta mundið. Hann sæst á myndini vinstrumegin bornholmaraklokkuna. Um hetta starv skrivar Gunnar:

Realskúlaárini er kanska ikki so nógv at siga um, eg gekk so øll tey 5 árini og tók realeksamen í 1921, vit vóru bert 8 næmingar í realklassanum, og av teimum eru vit bert 4 eftir á lívi. Men ein hending er tó, sum eg haldi vera áhugaverda at siga frá. Tað var í 1918, tá kemur Poul Niclasen sáli heim til okkara, og tosaði hann um, at Føroya løgting hevði samtykt (Løgtingstíðindi 1918 A10, A43, A44, B222) at seta ein býdrong, og teir høvdu so skotið uppá meg. Hetta dámdi mær einki, men tað bleiv so til tað, at eg tók við. Eg skuldi møta hvønn dag kl. 11, meðan tingið var saman; men hetta kollideraði jú við mína skúlagongd, so eg meinti , at hetta kundi ikki lata seg gera. Poul Niclasen svaraði bara aftur, at hetta hevði hann longu ordnað við yvirlæraran, sum var J. Lauritsen, ein sera striksir lærari, sum allir næmingar høvdu stóra respekt fyri; men var rættvísur og gjørdi ikki mun á næmingunum, embætismannabørn og vit onnur vóru behandlaði eins. Tá eg so spurdi Poul Niclasen, hvussu hetta kundi lata seg gera, segði hann, sum eisini var limur í realskúlanevndini, at Lauritsen hevði svarað honum aftur "Han skal sgu nok klare det", og soleiðis kom eg at ganga bert 3 tímar í skúla, meðan hini børnini gingu 6 tímar; hetta helt eg sjálvur vera sera órættvíst, men eg hoyrdi ongan tíð eitt ilt orð um hetta.

Arbeiðið mítt í løgtinginum var at ganga til handa, og eg skuldi vera inni í salinum til allar løgtingsfundir, eg býtti runt til løgtingslimirnar tey ymisku uppskotini frá teim ymisku nevndunum; tað sum nú 2 fólkavaldir tingskrivarar gera millum annað; so skuldi onkur hava fatur í tingtíðindi ella "Dansk Lovtidende’", og so eg upp á loftið at leita tað fram. Ørindir vóru eisini at gera o.s.fr. Mítt pláss var úti við hurðina, har mátti eg standa; stól undti teir mær ikki. Løgtingsformaðurin tá var V. Sthalschmidt, amtmaður; eg kann minnast, at hann einaferð spurdi meg: "Keder du dig ikke" Jú svaraði eg "det gør jeg sgu også" svaraði hann mær aftur. Hetta, sum eg her havi fortalt um býardrongsstarvið í Løgtinginum er í grundini søguligt, tí hetta árið 1918 er einasta ár í løgtingsins søgu, at teir hava havt býdrong.