Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

89. fundur

Týsdagur 9. mai 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 9. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-12.
    Málið avgreitt.
  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-12.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-14.
    Málið avgreitt.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-13.
    Málið avgreitt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 70/1999: Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-2-13.
    Málið avgreitt.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2000.
    Uppskotið samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar – EF.
    Uppskot til samtyktar samtykt 24-3-1.
    Málið avgreitt.
  15. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-47/1999 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi.
    Málið avgreitt.
  16. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-49/1999 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyingum, sum lesa í Danmark.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 11. mai 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2000.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/1999 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnalagslógini.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-44/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum. (Endurspurningur)
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-50/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum skiparum á donskum skipum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-52/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunning um eitt møguligt fullveldi.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.45 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari