Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

88. fundur

Fríggjadagur 5. mai 2000

kl. 09.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 5. mai, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000.
    Broytingarupppskot til §§ 5, 6, 7 og 8 samtykt 32-0-0. Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen til § 8 fall 15-0-17. § 8.8.20.3.15 fall 5-1-26. Broytingaruppskot frá minnilutanum Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Sámal Petur í Grund til § 8 samtykt 32-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000.
    Uppskotið samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya.
    Broytingaruppskot til § 1 samtykt 18-0-14.Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Broytingaruppskot fall 14-0-18. Ríkislógartilmæli fall 13-1-18. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Ríkislógartilmæli samtykt 19-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
    Uppskot til samtyktar samtykt 23-2-7.
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri.
    Broytingaruppskot til §§ 4, 6, 19, 22 og 58 samtykt 24-0-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000.
    Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins.
    Broytingaruppskot til §§ 1, 3 og 5 samtykt 27-2-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/1999: Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar.
    Broytingaruppskot til § 3 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Broytingaruppskot til § 1 samtykt 15-2-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-3-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2000.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  13. Fundur nirðurlagdur kl. 11.55.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  14. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-28/1999 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, (Páll á Reynatúgvu) viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o. t.
    Málið avgreitt.

  15. Farloyvi:
    Skriv frá Jógvan Durhuus, dagfest 5. mai 2000, við umsókn um farloyvi frá 8. mai 2000 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Í skrivi, dagfest 5. mai 2000, boðar Niklái Petersen, ið er næstur á lista Tjóðveldisfloksins í Norðstreymoyar valdømi, frá, at hann verður burturstaddur frá komandi viku og tí ikki kann møta á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Flemming Mikkelsen um at kanna valbrøvini fyri Tjóðveldisflokkin í Norðstreymoyar valdømi. Bjarni Djurholm mælti til, vegna seg sjálvan, Páll á Reynatúgvu og Flemming Mikkelsen, at Heini Holm tekur sæti á tingi fyri Jógvan Durhuus.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu

  16. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-35/1999 frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 10 fyri ár 2000.
    Málið avgreitt.
  17. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-36/1999 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 7 fyri ár 2000.
    Málið avgreitt.
  18. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-37/1999 frá Henrik Old, løgtingsmanni, (Mikkjal Sørensen) viðvíkjandi játtan og nýtslu § 5 fyri ár 2000.
    Málið avgreitt.
  19. Løgmaður svaraði fyrispurningi nr. 100-39/1999 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 2 fyri ár 2000.
    Málið avgreitt.
  20. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-38/1999 frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 3, 20 og 25 fyri ár 2000.
    Málið avgreitt.
  21. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-40/1999 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi starvsfólkum í sambandi við fullveldisætlan landsstýrisins.
    Málið avgreitt.
  22. Løgmaður svaraði fyrispurningi nr. 100-41/1999 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um handilssáttmálar.
    Málið avgreitt.
  23. Løgmaður svaraði fyrispurningi nr. 100-43/1999 frá Henrik Old, løgtingsmanni, (Vilhelm Johannesen) viðvíkjandi skjølum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
    Málið avgreitt.
  24. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-10/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2000, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurnin nr. 100-44/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum (Endurspurningur), og svar upp á fyrispurning nr. 100-48/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 9. mai 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins
  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 70/1999: Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar
  14. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2000
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar - EF
  17. Svar upp á fyrispurning nr. 100-47/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi
  18. Svar upp á fyrispurning nr. 100-49/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyingum, sum lesa í Danmark
  19. Framløga

 Fundur lokin kl. 19.00 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari