Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

87. fundur

Hósdagur 4. mai 2000

kl. 09.00

 

Ár 2000, hósdagin 4. mai, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.


Farloyvi:
Skriv frá Henrik Old, dagfest 4. mai 2000, við umsókn um farloyvi frá 4. mai 2000 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Mikkjal Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Henrik Old.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-8/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um framtíðar landbúnað.
                                                             Fundur niðurlagdur kl. 12.10
                                                            Fundur uppafturtikin kl. 13.30
  6. Munnligir fyrispurningar.
  7. Framhald av aðalorðaskiftinum um tingmál nr. 101-8/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um framtíðar landbúnað.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 15-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 15-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 5. mai 2000, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/1999: Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2000.
  13. Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o. t.
  14. Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 10 fyri ár 2000.
  15. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 7 fyri ár 2000.
  16. Svar uppá fyrispurning nr. 100-37/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 5 fyri ár 2000.
  17. Svar upp á fyrispurning nr. 100-39/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 2 fyri ár 2000.
  18. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 3, 20 og 25 fyri ár 2000.
  19. Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi starvsfólkum í sambandi við fullveldisætlan landsstýrisins.
  20. Svar upp á fyrispurning nr. 100-41/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um handilssáttmálar.
  21. Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi skjølum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
  22. Svar upp á fyrispurning nr. 100-44/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum. (Endurspurningur)
  23. Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar.
  24. Framløga

Fundur lokin kl. 17.30 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari