Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

83. fundur

Mikudagur 26. apríl 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 26. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum skiparum á donskum skipum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunning um eitt møguligt fullveldi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

    Formaðurin boðaði frá, at freistin at svara fyrispurningunum nr. 100-50/1999, nr. 100-51/1999 og nr. 100-52/1999 verður, sambært § 53, stk. 3, í tingskipanini, sett til hósdagin 4. mai 2000.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-1.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-4-1.
    Málið avgreitt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  14. 3. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  16. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.
  18. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-29/1999, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.
    Málið avgreitt.
  19. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  20. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  21. Framløga

    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling", og álit í tingmálunum nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt og nr. 80/1999: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 79/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild, nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum og nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 94/1999: Uppskot til løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir og nr. 96/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins, og at serliga nevndin, sambært § 25 í tingskipanini, at viðgerða umboðsmannaskipanina hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.

 

Tikið av dagsskrá:
Framløga av tingmáli nr. 101-8/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um framtíðar landbúnað.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest 26. apríl 2000, hevur tikið tingmál nr. 103/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 28. apríl 2000, kl. 9.45, við hesi dagsskrá:

  1. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-8/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um framtíðar landbúnað
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling"
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/1999: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og viðferandi fiskastovnum
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/1999: Uppskot til løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir
  8. 2. viðgerð av tingmál nr. 96/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagsøkt
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskap móti kvinnum
  12. Framløga

Fundur lokin kl. 17.50 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari