Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
80. fundur |
Mikudagur 12. apríl 2000 |
kl. 13.30 |
Ár 2000, mikudagin 12. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Marjus Dam, løgtingsmaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Ófráboðaðir fyrispurningar.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/1999
til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi økispsykiatri í Føroyum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í
tinglýsingini).
Broytingaruppskot frá rættarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 27-0-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt
29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999:
Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu.
§§ 1 7 samtyktar 28-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
§§ 1 og 2 fullu 14-0-17.
Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999:
Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.
Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 8 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis
broytt samtykt 28-1-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999:
Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.
Uppskot til samtyktar samtykt 15-2-12.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um
tubbaksnýtsluna.
Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 25-1-1. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 25-1-1.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av
rúsdrekka.
Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 23-1-1. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 23-1-1.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar
pensjónistar v.fl.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 1 samtykt 16-0-10. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum.
§§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999:
Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
§§ 1 5 samtyktar
26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya
Náttúrugripasavn.
§§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 13. apríl 2000, kl. 13.30, við hesi
dagsskrá:
- Svar upp á fyrispuring nr. 100-25/1999
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for
indskydere og investorer"
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um
íløgufeløg og serfeløg
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om
fondsmæglerselskaber"
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
- Framløga.
Fundur lokin kl. 16.55
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari