Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

79. fundur

Týsdagur 11. apríl 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 11. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin Dahl Jakobsen og Marjus Dam, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Jákup Suni Joensen, í skrivi dagfest 10. apríl 2000, boðar frá, at hann tekur sæti aftur á tingi 11. apríl 2000.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-1.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-9/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fíggjarárið 1998
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-10/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Sjónvarp Føroya fíggjarárið 1998
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-11/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapirnir fíggjarárini 1995-1998
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

    Málini nr. 53-9/1999, nr. 53-10/1999 og nr. 53-11/1999 vórðu viðgjørd undir einum.
  7. Framløga

    Formaðurin boðaði frá, at Dan R. Petersen, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Dan R. Petersen, Sámal Petur í Grund, Alfred Olsen, Jákup Sverri Kass, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Rúna Sivertsen, Katrin Dahl Jakobsen, Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Henrik Old, Bjarni Djurholm, Jóanis Nielsen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Jenis av Rana og Jógvan við Keldu, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer", nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg og nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini), 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu, 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð, 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna og 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. apríl 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økispsykiatri í Føroyum
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn
  16. Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari