Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

78. fundur

fríggjadagur 7. apríl 2000

kl. 11.45

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, kl. 11.45, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Ingi Olsen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Marjus Dam og Jákup Sverri Kass, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/1999 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 9 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurningi nr. 100-33/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 6 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 8 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 10 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 7 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 5 fyri ár 2000.
  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu §§ 3, 20 og 25 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  8. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 2 fyri ár 2000.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  9. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi starvsfólkum í sambandi við fullveldisætlan landsstýrisins.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  10. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um handilssáttmálar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  11. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi skjølum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  12. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/1999: til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum (Endurspurningur).
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  13. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í sjúkrahúsverkinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  14. Framløga

    Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

 Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 11. apríl 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-9/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fíggjarárið 1998
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-10/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Sjónvarp Føroya fíggjarárið 1998
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-11/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapirnar fíggjarárini 1995-1998
    Tingmálini nr. 53-9/1999, nr. 53-10/1999 og nr. 53-11/1999 verða viðgjørd undir einum.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  13. Framløga

  Fundur lokin kl. 11.55 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari