Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

76. fundur

Hósdagur 30. mars 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 30. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóannes Eidesgaard og Jógvan Durhuus, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Jenis av Rana, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Hans Paula Strøm, km og Dan R. Petersen til § 1 fall 13-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-13.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Uppskot frá Páll á Reynatúgvu, Sámal Petur í Grund og Óla Breckmann um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-3-0.
    Málið avgreitt.
  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen til Jenis av Rana, Katrin Dahl Jakobsen, Hans Paula Strøm, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kristian Magnussen § 1 fall 7-6-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-3-10.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
    §§ 1–7 samtyktar 28-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/1999 frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um innflutning av neytakjøti, og um tiltøk móti rilluskriða.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu og nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt.  

Fundur lokin kl. 16.25.  

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari