Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

75. fundur

Mikudagur 29. mars 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 29. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan Durhuus og Signar á Brúnni og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarmøguleikunum hjá sosialt veikum borgarum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 30. mars 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um innflutning av neytakjøti, og um tiltøk móti rilluskriða.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.25  

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari