Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
73. fundur |
Fríggjadagur 24.. mars 2000 |
kl. 12.50 |
Ár 2000, fríggjadagin 24. mars, kl. 12.50, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Flemming
Mikkelsen, Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Hergeir Nielsen,
landsstýrismenninir Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge, Eyðun Elttør og
Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 28. mars 2000, kl. 13.30, við hesi
dagsskrá:
- Val av serligari nevnd til viðgerð av tingmáli nr.
90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum v.m. (vegskattalógin)
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 85/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á
brenniolju
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/1999
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi skattligu viðurskiftunum hjá sjómonnum við útlendskum skipum
- Framløga
Fundur lokin kl. 12.55.
Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari