Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
72. fundur |
Fríggjadagur 24. mars 2000 |
kl. 09.00 |
Ár 2000, fríggjadagin 24. mars, kl. 9.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Marjus Dam og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Finnbogi Arge og
Eyðun Elttør og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 26-0-0.Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999:
Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av
almennum partafeløgum.
Uppskot til samtyktar fall 5-0-22.
Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(vegskattalógin).
§§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um
fjølmiðlaábyrgdarlóg.
Málið beint í rættarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
Málið beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
Málið beint í serliga nevnd.
- Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
71/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti og nr.
73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á
brenniolju, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
75/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
flutning av fiski.
Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin í skrivi, dagfest 24. mars 2000,
hevur tikið løgtingsmál nr. 95/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski
aftur.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 24. mars 2000, kl. 12.50, við
hesi dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin)
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
- Framløga.
Fundur lokin kl. 12.45.
Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari