Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

71. fundur

Mikudagur 22.  2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 22. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Óli Breckmann, løgtingsmaður, Løgmaður, Finnbogi Arge, landsstýrismaður og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Málið beint í rættarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  10. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), nr. 57/!999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógin) og nr. 85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.

Frávik:
Formaðurin bað um frávik, sambært § 85 í tingskipanini, frá tíðarfreistunum millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskat, soleiðis at málini kunnu verða avgreidd á tingfundi fríggjadagin tann 24. mars 2000. Samtykt 27-0-0.

Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin, í skrivi dagfest 22. mars 2000, hevur tikið løgtingsmál nr. 47/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 24. mars 2000, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógin).
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 22.55.  

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari