Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

70. fundur

Týsdagur 21. mars 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, týsdagin 21. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Málini nr. 91, 92 og 93 vórðu viðgjørd undir einum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. Fundur nirðurlagdur kl. 11.20.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  6. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/1999 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.
    Málið avgreitt.
  7. Vibeke Larsen, ríksumboðsmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-15/1999 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.
    Málið avgreitt.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/1999: Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið beint í vinnunevndina.
  10. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at grannskoðanarnevndin hevur lagt fram tingmáli nr. 53-9/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fíggjarárið 1998, nr. 53-10/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Sjónvarp Føroya fíggjarárið 1998 og nr. 53/11-1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapirnar fíggjarárini 1995-1998. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málini kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Hergeir Nielsen, Flemming Mikkelsen, Kristian Magnussen, Óli Breckmann, Álvur Kirke, Heðin Mortensen, Dan R. Petersen, Hans Pauli Strøm, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Ingi Olsen, Sámal Petur í Grund, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Eyðun Viderø og Jákup Sverri Kass. Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.

 

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð, 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 22. mars 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
  13. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari