Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

15. fundur

Hósdagur 15. mars 2000

kl. 09.00

Ár 2000, mikudagin 15. mars, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
    Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen, Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Heini O. Heinesen, Jógvan við Keldu, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund til § 5 fall 12-1-18.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 12.05.

    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í fíggjarnevndina.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri.
    Málið beint í rættarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin, hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer", 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg, 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber", 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð, 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m, 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða og 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-28/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o. t.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 16. mars 2000, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-28/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o. t.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2000.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/1999: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í samband við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer".
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/1999: Uppskot til løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
  10. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.35. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari