Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

65. fundur

Fríggjadagur 10. mars 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 10. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá Ríkisumboðsmanninum, dagfest 9. mars 2000, viðvíkjandi fyrispurningi nr. 100-22/1999 , til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi týdninginum av hugtakinum ríkisfelagsskapur,  har Ríkisumboðsmaðurin boðar frá, at fyrispurningurin ikki verður svaraður.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-8/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-23/1999 frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni viðvíkjandi tunfiskaloyvum.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins og 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 14. mars 2000, kl. 9.00, við hesi dagsskrá: 

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Tingmálini nr. 12, 19 og 68 verða viðgjørd undir einum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógin).
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Tingmálini nr. 71 og nr. 85 verða viðgjørd undir einum.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-14/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.
  12. Svar upp á fyrispurning nr. 100-15/1999 til Vibeke Larsen, ríksumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.
  13. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.10 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari