Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

60. fundur

Fríggjadagur 3. mars 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 3. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, viðmerkti viðvíkjandi 59. fundi, hósdagin 2. mars 2000, at hann og fleiri aðrir tingmenn ikki vóru á fundi, tí teir høvdu fylgt boðunum frá løgregluni, landsverkfrøðinginum og Bygdaleiðum, um ikki at koyra millum ávísar bygdir.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
    §§ 1, 2 og 3 fullu 3-2-23. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Flemming Mikkelsen, vegna Samdandsflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-26/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um innflutning av neytakjøti, og um tiltøk móti rilluskriða.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður, 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-6/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárið 1998 og svar uppá fyrispurning nr. 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.

Formaðurin setti næsta fund at verða leygardagin 4. mars 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

1. Framløga. 

Fundur lokin kl. 12.30.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari